Upptakt
Eru tað tvey feløg, sum hava uppiborið serliga nógva umrøðu í ár, so eru tað ivaleyst tey bæði føðingardagsbørnini, HB og KÍ.
Bæði runda tey runda dagin í ár, og umframt øll tiltøkini, sum verða hildin í hesum sambandi, so er einki at ivast í, at eitt meistaraheiti í bestu mansdeildini hevði komið serstakliga við hjá mongu og trúgvu viðhaldsfólkunum hjá feløgunum báðum.
Í so máta er einki at taka seg aftur í, at tað í løtuni sær út til at liggja betri fyri hjá HB, sum á heimavølli noyðist at taka favorittleiklutin á seg, nú javnaldrin vitjar.
Verjutrupulleikar
Men í HB tykjast tey ikki hava hug til at tosa stórvegis um, hvør er favorittur og ikki til dystin.
Størsti trupulleikin her tykist vera, at Vagnur Mohr Mortensen hevur fingið okkurt slag av bruna í knæið, og tí skal Heine Fernandez gera av, hvør skal setast í miðverjuna. Her kundu Hans á Lag og Martin Christensen verið uppløgdu alternativini, men teir eru báðir tveir úti við skaða, og hóast tað hevur ljóðað, at Jan Dam nú aftur fer at taka tøk fyri HB, so er hann so ikki komin enn.
Ungir mans standa tó eisini til reiðar at taka við, og ivaleyst verður tað so, at tað verður antin Ramus Nolsøe elle Eli Christiansen, sum taka sæti undir liðini á Símuni Eliasen í miðverjuni.
Í aðrar mátar er tó lítil ivi um uppstillingina. Móti B36 seinast riggaði miðvøllurin við Kára, Rúna, Heðini og Jákup sera væl, og við tveimum av bestu málskjúttunum í kappingini á toppinum, skuldi krútið í álopspartinum eisini verið í lagi.
Eisini í Klaksvík er tað miðverjan, sum voldar venjaranum størsta høvuðbrýggið. Alexandar Djordjevic hevur drigist við ryggskaða seinastu tíðina, og hann er neyvan tøkur.
Hartil noyddist Ove Nysted at gevast undir venjingini hóskvøldið, og í Klaksvík bóru tey ótta fyri, at talan kann vera um fipurskaða.
Eisini í álopinum, er nakað av fráveru, nú norski Stig Edvin Aksnes er skaddur, men her vóna tey í Klaksvík so, at hinir álopsmenninir kunnu prógva, at tað er størri dugur í teimum, enn stigatalvan higartil hevur víst.