Tað var ein bumba í føroyska fótbóltsheiminum, tá ið landsliðsleikarin Jákup á Borg undan hesum kappingarárinum valdi at fara úr barndómsfelagnum B36 yvir til grannarnar og arvafíggindarnar í HB. Nú hava landsliðsmaðurin og HB so gjørt av, at samstarvið teirra millum heldur fram komandi ár.
Vildi halda fram í HB
Jákup á Borg sigur, at hann sjálvur fegin vildi halda fram í HB, tí hann heldur, at oddaliðið hevur eitt sera spennandi lið við einari góðari blanding av ungum og royndum leikarum. - Eg trívist stak væl í HB, og tað hevur nógv at siga fyri meg, at tað allarhelst verður á leið sama manning og sami venjari, ið verður í felagnum komandi ár, sigur Jákup á Borg.
Barndómsfelagið hjá Jákupi, B36, setti seg herfyri í samband við Jákup, og heitti á hann um at koma til samráðingar um komandi kappingarár, men landsliðsmaðurin heldur, at tíðin er ikki búgvin til, at hann vendir aftur til barndómsfelagið.
Sjálvur dylur Jákup á Borg ikki fyri, at ein av høvuðsorsøkunum til, at hann og HB longu hava gjørt eina avtalu fyri komandi kappingarár, er tann, at landsliðsmaðurin á tann hátt sleppur undan at hugsa um næsta ár, tá farið verður undir endaspurtin í landskappingini.
Hava avtalir við teir flestu
Stjórin í Havnar Fótbóltur, sum er partafelagið aftan fyri 1. lið hjá HB, Steinfinn Mittelstein, sigur, at teir eru sera fegnir um, at Jákup hevur valt at halda fram í HB. - Vit meta, at Jákup er ein leikari, sum kann lyfta støðið á liðnum. Samstundis tykist tað sum um, at Jákup er follin sera væl inn í leikarahópin, og tað er sjálvsagt gleðiligt, sigur Steinfinn Mittelstein.
Um hópin hjá oddaliðnum komandi kappingarár sigur Steinfinn Mittelstein, at teir longu hava avtalur við teir flestu leikararnar um næsta ár. Nakrir eru enn ikki komnir upp á pláss, men soleiðis er tað altíð, sigur hann.
Venjaraspurningurin er enn ikki loystur fyri komandi kappingarár, men Steinfinn Mittelstein váttar, at HB og Heine Fernandez longu eru farin undir samráðingar, tí báðir partar tykjast áhugaðir í at halda fram við samstarvinum.