Tað skapti mikla øsing, tá Landsverk fyri jól boðaði frá, at Kaldbaksvegurin skuldi steingja í nakrar dagar meðan arbeitt var við at gera eina seyðasmogu undir vegnum á Sandvíkum.
Eftir at eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum legði seg út í málið, broytti Landsverk ætlan og í staðin varð gjørd ein lítil umvegur kring har, sum seyðasmogan verður gjørd.
Hetta sissaði fólk aftur, men í gjár og í morgun eru fólk aftur farin at ilskast. Har sum lítli umvegurin kring seyðasmoguna er, gongur ferðslan bert annan vegin. Tí verður hon regulerað við ljóskurvum. Men hesar hava yvirhøvur ikki víst seg at rigga nóg væl.
Eftir arbeiðstíð í gjár – frá klokkan 16 og til 18 – bara vaks røðin av bilum, soleiðis at fleiri hundrað bilar stóðu og bíðaðu í Kaldbaksfirði eftir at sleppa norður úr Havnini. Orsøkin til hetta er, ljóskurvin lýsir líka leingi báðar vegir, og tað er ein trupulleiki, tí at ferðslan um morgunin fyri tað mesta gongur suður til Havnar, meðan bróðurparturin av ferðsluni seinnapartin gongur norðeftir.
Seinnapartin í gjár stóðu bilarnir og bíðaðu upp til trý korter, fyri at sleppa framvið einvegis umkoyringini á Sandvíkum.
Rendi á russara
Og mitt í øllum ferðslurokanum sum stóðst av ljóskurvunum og umkoyringini á Sandvíkum, hendi eitt ferðsluóhapp við Hvítanes.
Klokkan 17.17 í gjár fekk løgreglan í Havn eina fráboðan frá einum bilførara um, at hesin hevði rent á ein fótgangara sunnan fyri Hvítanesi. Hann var komin koyrandi í bili sínum, og hevði rakt fótgangaran við síðuspeglinum.
11 minuttir eftir at løgreglan hevði fingið fráboðanina, var bæði løgregla og sjúkrabilur á staðnum. Tey kundu staðfesta, at talan var um ein russara, sum var blivin árendur, og at hesin helst hevði brotið beinið. Tí varð hann fluttur á landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Ferðslan vanlig aftur
Men ferðslurokilsi á Sandvíkum er nú av. Við Dimmalætting í gjár segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, at ljóskurvarnar verða tiknar niður á middegi í dag, og so kann ferðslan aftur ganga ótarnað.
Einaferð seinni skal Kaldbaksvegurin aftur steingjast eina nátt, tá ein kaðal skal leggjast undir vegin, men annars skuldi friður verið av arbeiðinum á hesum vegastrekkinum.