Fullir undir lúkurnar av upsa

Í síðstu viku landaðu partrolararnir, Vesturtúgvan og Grønanes, eini 260.000 pund av upsa og øðrum fiskasløgum í Miðvági og Vestmanna

Fiskivinna

Miðvágur: Partrolararnir, Vesturtúgvan og Grønanes, gjørdu ein góðan túr í nøgd í síðstu viku.
Vesturtúgvan, sum landaði í Miðvági, hevði eini 120.000 pund av upsa og eini 10.000 pund av toski, hýsu og øðrum fiskasløgum. Grønanes, sum landaði í Vestmanna, hevði umleið somu nøgdir av fiski.
Jason Johannesen, virkisleiðari á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, sigur, at bæði skipini vóru full undir lúkurnar.

Smáur fiskur

Hann sigur, at upsin framhaldandi er rættiliga smáfallandi, og tað er hýsan, sum virkið keypir, eisini.
- Í fyrsta lagi royna vit at fáa fatur á hýsu, men tá ið ov lítil hýsa er á marknaðinum fyri líkinda prís, keypa og arbeiða vit upsa. Toskin gera vit einki við; hann fer til onnur virki, eitt nú til saltfiskavirkið á Toftum.
Virkisleiðarin sigur, at flestu fiskasløg eru bleyt hesa tíðina av árinum, og serliga plagar august mánaði at vera hin ringasti í so máta.
- Tað er lýtt í veðrinum, og nógv reyðæti er í fiskinum. Flestu skipini gera stuttar túrar, og sjáldan eru túrarnir longri enn einar átta og í mesta lagi tíggju dagar. Men hóast túrarnir eru stuttir, blotnar fiskurin skjótt undir hesum umstøðum.
Sagt verður frá nógvari ræðæti vestanfyri.

Mest í bili

Meginparturin av fiskinum, sum arbeiddur verður í Miðvági, kemur í bili, men tað merkir ikki, at virkið ikki eisini keypir nógvan fisk beinleiðis frá skipunum.
- Tað gera vit, sigur Jason Johannesen og vísir á, at fiskurin í flestu førum verður landaður aðrastaðni og fluttur í bili í Vágarnar.
Vesturtúgvan landar tó fyri tað mesta í Miðvági og Grønanes í Vestmanna.
Virkisleiðarin sigur, at rættiliga støðugt fiskaarbeiði hevur verið í Miðvági seinastu tíðina, men seinasta fríggjadag var einki at gera.
- Vit keyptu eisini fisk hendan dagin, men hann kom so seint vestur. Tí lá hesin fiskurin niðurfyri til mánadagin og týsdagin.
Mánadagin hevði virkið í Miðvági tískil 32.000 pund av hýsu og stívliga 40.000 pund av upsa inni.
Hvussu hendan vikan annars kemur at roynast, dugdi Jason Johannesen ikki at siga, tá ið vit frættu mánadagin.
- Men vit vænta, at Vesturtúgvan og Grønanes koma innaftur at landa í hesi vikuni, sigur virkisleiðarin, ið annars dúvar hýsu og upsa, sum verður á marknaðinum hesa vikuna.