men minkaðu so niður í tann eina og vóru á markinum at rúka út. Men miðflokkinum eydnaðist miðvíst at byggja eitt nýtt lið. Hetta gjørdu tey við at sleppa sær uppí samgongu, markera seg týðiliga uppá [...] og kann saktans gerast vinnari í endaspælinum. Sjálvstýrið Tað er líkt til, at sjálvstýrisflokkinum kortini fer at unnast at uppliva 100-ára dagin í 2006. Men, ringt er tó meta um, hvar sjálvstýrisveljarin [...] fjórða hvørt ár ? tá teir skipa samgongu. Vit fara sjálvsagt at hyggja nærri at samgongum í komandi Tinghellum. Men, longu nú kunnu vit siga, at valúrslitið er sum steypafinalan ? ein dystur avger úrslitið
komið so nær, at hugsingur ikki er um at taka til rýmingar. Men flogfarið flýgur lágt framvið, og trygdarvaktirnir við strondina royna sum frægast at greiða óttafullu strandargestunum frá, at talan er um [...] n. Eftir at hava sagt teimum, at vit ikki hava hernaðarskyldu í tí landi, eg komi úr, standa tær sum kánus. - Hvat gera tit so, um okkurt grannaland loypur á, spyrja tær, og hóast eg royni at sannføra [...] borgarum at ferðast í A-økjum orsakað av mongu samanbrestunum og burturflytingunum. Men í morgun hava vit valt at fara inn í eitt A-øki, til stóran ampa fyri okkara jødiska ferðaleiðara, sum tó velur at koma
bankunum. Hon var væl útgjørd at tæna flotanum. Í Føroyingahavnini bar til at hitta fólk frá øðrum skipum. Serliga tey fyrstu árini plagdi tann norski flotin at koma inn at halda tjóðardagin 17. mei á [...] vóru stundum grammir at fáa fatur á góðum klæðum, men høvdu ikki nógvar pengar at keypa fyri. Ikki var óvanligt, at føroyingar lótu teir fáa eina góða troyggju aftur fyri okkurt at drekka. Tá føroyingarnir [...] koppaðir á sjógv Vit hava ikki lagt at bryggjuni, men kastað akker. Og tað hevur sínar grundir. So lítið er eftir av tí meir enn 200 metrar longu bryggjuni, at ikki er ráðiligt at fara ov nær. Bert tað innasta
Pizzaro í 1530-unum tóku tað, sum í dag er Bolivia. Og teir kundu ikki annað enn at hyggja at, tá ið spaniumenn fóru at gagnnýta ótrúligu silvurnámini í Potosi, sum eru í nánd. Silvurið frá Potosi gjørdi [...] landspartinum kastar lítið av sær, av tí at jørðin er máað burtur. Lívið gerst ikki lættari av, at vegir, brýr, flutningstól og vatnveitingar mangla. Aðrir mátar at vinna til lívsins uppihald enn jarðarbrúk [...] um allan heim - summi halda at hon hevur sigrað seg í hel - við fatanini av menniskjuni sum eitt tól, har hvørt brekið verður rættað sær uttan at skeitt verður stórvegis at sálarligu og kropsligu støðuni
ta fatan, at Opperman er sjónleikarin, sum altíð megnar at spæla sín leiklut. Hann dugir at vera eyðmjúkur saman við sýslumanninum, at syrgja við jarðarferðina hjá konuni, at være reinlyntur, at vera lítillátin [...] Har greiðir høvundurin í stuttum frá, at Grýtan er ikki ein ávísur býur, og at eingin av persónunum er gjørdur yvir livandi fyrimynd. Synd er kortini at siga, at fólk í Føroyum fegnaðust um bókina. Kúganin [...] hvat ið býr í honum, men halda, at nógv av tí, hann ger, bara er fjákalótir, og at hann annars er eitt fitt fólk. Opperman hevur serlig evnir at draga øðina úr fólki og at káva út yvir mótsetningar, men
væl kenda søgan, at alt samfelagið steðgaði upp og eg varð noyddur at leggja kongin. Teknistovan lat aftur. Hetta var ein torfør støða at vera í. Eg var 56 ára gamal og tað er ikki lætt at fáa starv, tá ið [...] hendan hátt sparir tú pláss og tú kemur tættari at teimum deyðu. Hetta er ein nógv meira náttúrligur háttur. Eg haldi at føroyingar áttu at gjørt sum spaniólar. At brenna lík er eisini ósømiligt. Hevði tú vilja [...] aðrar fyrimunir at verið í ES samstarvinum. Hetta er heilt láturligt at síggja hvussu føroyingar á allan hugsandi annan hátt royna at náa ES marknaðinum við eitt nú EFTA, í staðin fyri at melda seg beinleiðis
Øll vistu í hesum tíðum, at tað var als ikki vist, at tey komu at síggjast aftur. Men so kemur løtan, tá ið skiparin heldur, at nú man vera best at fara. Tað var umráðandi, at seglini kundu fáast upp, [...] Olivur minnist, at Poul fór niðan til foreldrini hjá sær at siga teimum farvæl. Síðan komu faðir og sonur oman á mølina, og Olivur minnist, at Poul helt um hálsin á pápa sín. Hetta má sigast at vera eitt vakurt [...] tað eydnaðist Jettu at hava øll børnini heima. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja. Tað var ikki óvanligt í slíkum umstøðum, at børn fóru til onnur at vera. Fremsta frágreiðingin var, at fiskimannakonurnar
Grønlandi, at tá ið hesi illveðursteknini eru, er tað altíð fyri lágætt. Vit fóru so at sigla inn, tað var um eitt korter at sigla. Men so ringt veður var, at vit høvdu úr at gera við at ansa bátinum, at stýra [...] tá ið vit løgdu at. Ein maður steig fram og spurdi, um tað var avgjørt neyðugt, at vit komu higar. Pápi mín, sum var formaður á bátinum, helt, at tað var tað, tí at alt var farið at ganga undan hjá okkum [...] eingin dugdi heldur at hugsa sær nakra rímuliga frágreiðing uppá tað, sum hent var. Fyri mítt viðkomandi gjørdi hetta, at eg royndi at koma aftur at landi, áðrenn myrkt var, hóast at hetta hendi í ljósum
við brotssparki, eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevði roynt at takla, tá ið Bárður Hansen var um at spæla seg í góða støðu. Eftir steðgin økti Hallur Hansson við stútara, eftir at Súni Olsen hevði lagt [...] til, um henda leiðslan ikki fer at halda, hóast ein dystur skal spælast við Margáir. 75) 3-1: Niels Pauli Danielsen EB/Streymur hevur fingið vón um at tað skal eydnast at spæla seg víðari í áttandu finaluna [...] ellivu metrum. 30) 0-0 Sundalagsmenn hava víst, at teir eru vandamiklir, og at ikki minst Arnbjørn Hansen er vandamikil. Hann hevur havt góða roynd, eftir at Jónas þór Næs legði innfyri. Hans Jørgen Djurhuus
ævintýrið hjá EB/Streymi er komið at á hesum sinni. Teir vunnu greitt samanlagt á Lusitans úr Andorra, men megnaðu einki at gera við Dinamo Tblisi. Avrikinum ber ikki til at finnast at, nú er so spurningurin um [...] tað fer at gangast føroyameistarunum væl. Men tað er eingin, sum roknar við, at EBStreymur fer at megna at taka plássið í triðja innleiðandi umfarinum frá georgiska liðnum. Í Tbilsi vann Dinamo 6-1. Tað [...] EB/Streymur hevur stóran møguleika at skora. Fyrst verður skotið hjá Gunnari Zachariasen blokera, og síðani velur Niels Pauli Danielsen at taka ein trekk ístaðni fyri at skjóta. Trekkið miseydnast. (61.min)