EB/Streymur er á veg úr steypakappingini

4-1 Víkinga sigurin í 1. hálvfinaluni ger sannlíkið lítið fyri, at EB/Streymur skal røkka 8. finaluni á rað

Tvey tey seinastu árini hevur Víkingur vunnið finaluna um løgmanssteypið ímóti EB/Streymi. Tað er framvegis stórur møguleiki fyri, at Víkingur skal vinna finaluna triðja árið á rað. Sannlíkið fyri, at EB/Streymur skal røkka áttandu finaluna á rað, er í kvøld millum lítið og einki.

 

Í kvøld hevur Víkingur vunnið fyrru hálvfinaluna 4-1. Dysturin var í Sarpugerði, har landnyrðingurin var ógvuliga tráður. Tað bar við sær, at líkindini vóru ikki góð. Nógvi vindurin darvaði, og harvið bar tað illa til hjá spælarunum at fáa skipa spæl í lag.

 

Stóri maðurin í Sarpugerði í kvøld var Víkinga veteranurin á miðvøllinum Súni Olsen, sum skoraði tvey mál og var sera sentralur í framrættaða spælinum.

Tíggju minuttir undan steðginum setti hann hol á við brotssparki, eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevði roynt at takla, tá ið Bárður Hansen var um at spæla seg í góða støðu.

 

Eftir steðgin økti Hallur Hansson við stútara, eftir at Súni Olsen hevði lagt fríspark í brotsteigin, og eftir fínt samanspæl økti Súni Olsen til 3-0.

 

Tá kendist tað sum um, at finaluvegurin lá víðopin hjá víkingunum. EB/Streymur vónin kveiktist tó aftur, tá ið Niels Pauli Danielsen minkaði um munin. EB/Streymur spenti álopsbogan – eitt nú við at halda Egil á Bø frammarlaga á vøllinum – men tað var Víkingur, sum skoraði síðsta málið. Eftir skjótt álop og hugflogsríkt uppspæl var tað Philip Djordjevic, sum setti síðsta naglan í.

 

Tað hevur higartil í ár verið nógv mótbrekka hjá EB/Streymi, og heldur ikki í kvøld glógvaði í. Leikliga avrikið var lítið sannførandi, og lyklaspælararnir, sum áður hava borið liðið fram í góðum spæli og stórum úrslitum, kennast í løtuni ikki at megna tað, sum teir so mangan áður hava gjørt.

 

Eftir at tað var trilvandi tvey tey fyrstu umførini í landskappingini hevur kurvan hjá Víkingi bara víst rætta vegin. Nú hevur liðið spælt sjey landskappingardystir og tveir steypadystir á rað uttan at tapa.

Eftir nógvar javnleikir er tað tríggjar tær seinastu ferðirnar vorðið til sigur – tvær ferðir í landskappingini – ímóti NSÍ og EB/Streymi – og í kvøld í steypakappingini ímóti EB/Streymi.

 

Sigfríður Clementsen og hansara menn hava rættiliga fótað sær, og harvið er lagt upp til stórdyst, tá ið oddaliðið B36 sunnudagin fer at vitja í Gøtu.

 

Seinna hálvfinalan verður í Streymnesi 18. juni.

 

 

Víkingur-EB/Streymur 4-1 (1-0)

1-0: Súni Olsen br 34.

2-0: Hallur Hansson 56.

3-0: Súni Olsen 62.

3-1: Niels Pauli Danielsen 68.

4-1: Philip Djordjevic 90.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 74.) – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen (Hans Pauli Samuelsen, 56.) – Niels Pauli Danielsen, Gert Hansen, Høgni Madsen – Gunnar Zachariasen (Leif Niclasen, 71.), Arnbjørn Hansen (Brian Olsen, 46.), Pól Jóhannus Justinussen

Gult kort: Rógvi E. Nielsen, Høgni Madsen

 

 

 

---

 

LIÐUGT

4-1 

 

90) 4-1: Philip Djordjevic 90.

Eftir skjótt mótálop hevur Víkingur økt um leiðsluna. Tað skal vilja illa til, um henda leiðslan ikki fer at halda, hóast ein dystur skal spælast við Margáir.

 

 

75) 3-1: Niels Pauli Danielsen

EB/Streymur hevur fingið vón um at tað skal eydnast at spæla seg víðari í áttandu finaluna á rað.

 

 

 

65) 3-0: Súni Olsen

Miðvallargeneralurin er dagsins maður. Nú hevur hann skorað fyri aðru ferð í dag, umframt at hann legði upp til eitt mál.

 

 

60) 2-0

Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi er komin á vøllin í staðin fyri Rógva E. Nielsen.

 

55) 2-0: Hallur Hansson

Eftir fríspark frá væl upplagda Súna Olsen hevur miðvallarfelagi hansara Hallur Hansson við høvdinum sett bóltin í málið.

 

50) 1-0

Rógvi E. Nielsen hjá EB/Streymi hevur sæð gult eftir at hava gjørt fríspark.

 

 

46) 0-0

Fyri EB/Streym er tað stórur smeitur, at Arnbjørn Hansen ikki er komin aftur á vøllin. Í staðin fyri vandamikla álopsspælaran er komin miðvallarin Brian Olsen. Nú er Gunnar Zachariasen fremsti maður. 

 

HÁLVLEIKUR

1-0 

 

35) 1-0: Súni Olsen br 34.

So er heimaliðið á odda. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Pól Jóhannus Justinussen royndi seg við takling í brotsteiginum, og Súni Olsen var tryggur úr ellivu metrum.

 

 

30) 0-0

Sundalagsmenn hava víst, at teir eru vandamiklir, og at ikki minst Arnbjørn Hansen er vandamikil. Hann hevur havt góða roynd, eftir at Jónas þór Næs legði innfyri.

Hans Jørgen Djurhuus hevur sæð gula kortið eftir fríspark.

 

 

25) 0-0

Tað er heilt týðuligt, at EB/Streymur leggur stóran dent á verjupartin í kvøld. Tað ber við sær, at Víkingur er mest á bóltinum, og tá ið heimaliðið hevur stórt rásarúm, so er talan um nógv innlegg. Higartil hava gestirnir tó ikki havt trupulleikar av hesum.

 

Súni Olsen hevur havt gott skot úr brotsteiginum, men René Tórgarð bjargaði til horna. Víkingur er omaná.

 

 

20) 0-0

Merkisvert er tað, at Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi situr á beinkinum í kvøld. Gunnar Zachariasen er á framrættaðum miðvallarplássi, og Høgni Madsen er á verjukendum miðvallarplássi. Sammett við sunnudagin er Leif Niclasen ikki við í dag.

Báðir partar hava havt vandamiklastu støðurnar í skjótum mótálopum. 

 

 

15) 0-0

Síðstu løtuna hava tað verið spentar støður frammanfyri bæði málini, men einki mál er komið. Tað er einki at taka seg aftur í, at vindurin darvar. Bestu støðuna hevði Pól Jóhannus Justinussen, eftir at Víkinga málverjin Geza Turi hevði hálvbjargað, men bólturin fór upp um málið.

 

 

10) 0-0

Eftir fríspark frá Súna Olsen var tætt við, at Finnur Justinussen varð leysur, men René Tórgarð, sum aftur er í EB/Streyma málinum, var fyrri á bóltinum.

Vindurin melur í ymsar ættir, og tað argar spælararnar og darvar spælið.

 

5) 0-0

Fyrsta løtan hevur verið sera friðarlig. Tað er ikki frítt, at tað kennist, at hetta er fyrra hálvfinalan.

Nú kom eitt orduligt æl oman yvir Serpugerð!

 

Líkindini at spæla fótbólt eru hampulig í Sarpugerði. Tað ganga ælingar, og í ælingunum er lotið frískt. Landnyrðingurin liggur tráður oman ígjøgnum dalin.

Víkingur og EB/Streymur gera klárt til fyrru hálvfinalua í kappingini um løgmanssteypið.

 

Víkingur-EB/Streymur kl. 19.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Gert Hansen, Høgni Madsen - Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen, Pól Jóhannus Justinussen - Arnbjørn Hansen