ópi,ð til at brúka eina heilt aðra og ikki so áleypandi terminologi.Hesum hava teir ?gomlu? í tjóðveldisflokkinum so verið noyddir at góðtaka, og tað var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað [...] við sjálvsstýrispolitikkinum hjá javnaðarflokkinum, evnað taðvíðari til og latið í ein tjóðveldisham. HÓAST tað sær so stabilt og gott út - samgonguskjalið - so trúgva vit ikki eina løtu uppá, at fólkaflokkurin [...] Tí má roknast við, at flokkurin verður væl fyrireikaður bæði undan og til tað aðalorðaskifti, sum Høgni Hoydal nú leggur upp til. Hvussu sjálvstýrispolitikkurin hjá javnaðarflokkinum enn kemur at síggja
er farið at flúgva til Skotlands, og nú Smyril Line aftur leggur leiðina inn til Lervik í Hetlandi stendur spurningurin framvegis opin og ósvaraður: hvussu við Skotlandssiglingini? TAÐ er greitt, at sum [...] siglingin rúmaði so nógvum. Eitt var so tað, at hon var vorðin farleiðin hjá tí meiniga føroyinginum, sum nýtt høvi til at fara á innkeyp ella rætt og slætt at ferðast til hetta okkara so vakra grannaland. Hinvegin [...] Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki. NÚ er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera ?umsonst? at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er longur, so átti íblásturin
TAÐ verður oftani tikið til - av afturhaldskreftum sjálvandi - at vit føroyingar eru ov fáir og ov smáir til at megna nakað sjálvir. Tað er bara ikki rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani [...] og Skotland er eitt gott flogsamband - og eitt gott flogsamband vil so aftur medvirka til enn størri samstarv. Tað kann bert vera rætt, at vit føroyingar hava fleiri opin portur til umheimin enn bert gjøgnum [...] felagnum og síggja vit tað best nú, tá tað verður flogið til Danmarkar tvær ferðir um dagin. Eisini hevur felagið átikið sær fleiri spennandi og nýggjar uppgávur sum at flúgva til flestu av grannalondum
hevur tað verið í Føroyum altíð, og hetta hevur havt fyrimunir og vansar við sær. Tá ein fór at byggja fiskiskip, fóru fleiri tað. Tá ein fór at gera flakavirki, fóru aðrir tað eisini. Tá ein fór til Grønlands [...] síggja tað positiva í øvundsjúkuni. NÚ tað verður kunngjørt, at útgerðarhavnir skulu vera kring landið, eru tað helst mong, sum hugsa, at nú eru vit føroyingar aftur við at gerast ørir. Fyrr var tað flakavirki [...] vil kalla tað - um framtíðar oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin
møguliga. Og hvat kompromi tú enn velur, so fara tað at vera øki, sum kunnu goyma olju, ið tú letur frá tær. Tú fer at fáa minni enn tað, sum svarar til tíni mest maksimalu krøv. Hetta er ein sannroynd [...] skjótt. At lata fimm ár ganga, til dómstólur er komin til eina niðurstøðu, kann gerast ein vansi fyri bæði londini, tá avtornar. MEN vil hvørgin parturin førka seg meira, so er tað spurningurin, um vit ikki [...] at gera íløgur har er so stórur, hava londini gjørt tað tey kalla ?A Zone of Mutual Cooperation?. Hóast tað frá bretskari síðu hevur verið sagt, at tað er best hjá grannum at hava greitt stik millum sín
alt at verið so sera gott. Men tíverri er hon um at kvala øll í umsorgan, og pápin bara skundar sær til arbeiðis um morgunin og kemur seint aftur um kvøldið. Men tað er ikki bara tað. Niklas hevur ein gátuføran [...] Niklas angrar aftaná. Niklas roynir at gera seg leysan av Símuni, men tað e rikki sum at siga tað. Aðrar vinmenn hevur Niklas ikki, men tað góða er, at floksfelagin Annika vísir Niklasi áhuga? Sundur og saman [...] eftir Birgit Arge. Edward Fuglø teknaði og legði permuna til rættis Sundur og saman er spennandi nútíðarsøga. Hon umrøður eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, sum gongur í framhaldsdeildini í einum skúla
aldrinum upp til 12 ár. Roynt verður, umframt at hava bíbilsøgu og sang, eisini at hava okkurt spennandi til børnini, so tey eisini fáa roynt seg handaliga o.a. Ynski er eisini, at børnini kunnu hava tað gott [...] tíð at sovna ?zzzzz Tað verður ikki ein maður, sum stendur og talar alla tíðina, men øll sleppa at vera við í ymiskum aktivitetum. Fríggjakvøld frá kl. 21.00 verður møguleiki at koma til »Opið hús«, har tú [...] tú ikki veitst tær so nógv eitt fríggjakvøld, so kom í »Opið hús« og bjóða onkrum við tær. Hetta er til allar aldursbólkar. Meira fæst at vita um hetta í KFUM, tlf. 11824, ella í KFUK, tlf. 11928.
Í hesum døgum leggur Café Natúr høli til, at ymsir handlar kunnu hava hugnakvøld og sýna fram, hvat tey hava at bjóða nú til jóla. Mánakvøldið og gtýskvøldið var tað Blómuhandilin hjá Trond Hansen, sum [...] hvussu tær bóru seg at við at gera hetta ymiska, bæði tað meira einfalda og tað, har meira er gjørt burtur úr. Eisini góvu tær fólki hugskot til, hvat tey kunnu gera sjálv, á ein einfaldan hátt, við at [...] sum kann brúkast til dekoratiónir og annað jólaprýði. Kollbrún Wardum, leiðari fyri lómuhandlinum, letur væl at hugnakvøldunum í Café Natúr. Tað kundu kanska verið fleiri fólk, men tað var hugnaligt, fólk
hann í Siglingarsøguni sum ein teirra, sum man hava ført størst samlaðu veiðu til lands. So lítli Pól hevur gott at bregða til. [...] lítla tráðu til, og Pól fekk ein summarseið, sum hann ógvuliga errin kom berandi heim eftir vegnum við. Hann skuldi heim at vísa mammuni. Hvør veit? Kanska bregður hesin lítli ikki úr ætt. Tað hava sanniliga
grønmeti, tá talan er um at halda hjartasjúkum burtur. Tað er niðurstøðan, amerikanskir vísindamenn, sum hava kannað hjartasjúkur, eru komnir til. Á eini stórari ráðstevnu hjá amerikanska Hjartafelagnum [...] vísindamenninir vísa á, at tann, sum etur nógvan fisk, minkar mundandi um vandan fyri hjartasjúkum. Gott hjá okkum.