Fiskur er betri enn grønmeti, tá talan er um at halda hjartasjúkum burtur.
Tað er niðurstøðan, amerikanskir vísindamenn, sum hava kannað hjartasjúkur, eru komnir til.
Á eini stórari ráðstevnu hjá amerikanska Hjartafelagnum, sum her fyri varð hildin í Orlando í Florida við ikki færri enn 40.00 luttakarum, kom fram, at vísindamenninir vísa á, at tann, sum etur nógvan fisk, minkar mundandi um vandan fyri hjartasjúkum.
Gott hjá okkum.










