sum frískúlarnir í Danmark, Íslandi og í hinum Norðurlondunum hava. Sambært tølum frá Stuðulsstovninum vóru 79 børn úr Føroyum í Danmark skúlaárinum 1996/97 og gingu í framhaldsdeild á frískúlum, tí eingi [...] mkoman í Danmark líka nógv til føroyska skúlan sum til allar skúlarnar í Danmark tilsamans. Danmark hevur drúgvastu og bestu royndirnar á frískúlaøkinum, sigur Janne S. Johnsson, skúlastjóri í Adventi [...] Hóast áheitan frá Adventistaskúlanum í Havn, hevur frískúlin verið lítið umrøddur og viðgjørdur í valstríðnum. Adventistaskúlin heitti fyri góðari viku síðani á allar flokkar um at greiða frá, hvat ætlanin
aðalskrivarin í norska senterflokkinum, Per Olaf Lindteigen, sum júst hevur vitjað í Føroyum. -Við at fara upp í ES missir ein møguleikan sjálvur at stýra egnum viðurskiftum. Eg havi sitið í fíggjarnevndini [...] verður sett í gildi, so missir landið møguleikan at geva sínum ídnaði preferansu í tí fríu kappingini, sum tá verður. Tá verður tað tann sterkari sum vinnur. Ein annar fyrimunur við ikki at vera við í EBS er [...] fyritøkum fyrimun. Per Olaf Lindteigen hevur júst verið í Føroyum fyri at kunna seg við viðurskiftini her. (Lesið samrøðu við hann aðrastaðni í blaðnum)
Norðmenn hava í dag trý stór oljufeløg, Statoil, sum er alment, Norsk Hydro, sum er bæði alment og privat, og so Saga, sum er privat. Per Olaf Lindteigen hevur roynt at fylgt við í tjakinum í Føroyum, hvat er [...] kurin, sum er við í norsku minnilutastjórnini, broyta. Og fyri at hetta ikki aftur bert skulu vera tóm orð og lyfti vitjaðu umleið 30 senterpolitikarar, felagsleiðarar o.o. í Føroyum herfyri. Millum teirra [...] teirra var eisini aðalskrivarin í Senterflokkinum, Per Olaf Lindteigen. Hann er í dag limur av norska stórtinginum. Til seinasta val var hann limur í Fíggjarnevndini hjá stórtinginum. Per Olaf Lindtegen
svarið er einfalt: Fleiri aliloyvi verða ikki givin í Føroyum, punktum. Verandi alarar skulu sostatt einsamallir hava ta ling, ið er, og ta aling, ið verður í framtíðini. Teir hava fingið hesi loyvi ókeypis [...] nøkrum fáum í eina tíð, har vit sum ongantíð fyrr hava fyri neyðini, at ungar, nýggjar kreftir sleppa framat. Mær rennur í huga eitt brot úr bók, har faðirin sigur við sonin: »Eg eri maður í meðal støðu [...] gið fer í søguna. Vit kunnu nevna nøkur dømi: Føroya Banki skal privatiserast, og latast gomlu eigarunum. Prísurin, ið nevndur er, er 500 mill. kr., hóast samfelagið enn skyldar 2,5 mia. kr. í honum. Hevði
ðurin verður gjørdur nærmast til brotsmann í sínum arbeiði. Útróðrarbátar undir 15 tons skulu sleppa at fiska frítt. Hetta var tað gamla búsetingarmynstrið í føroysku bygdunum, hetta kann aftur blíva veruleiki [...] Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møguleikarnir at búgva í útjaðaraøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting. Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at [...] forsyrgjara hava. Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti at jørðin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búgva í útjaðaranum, fylgir bygdini. Tann aldargamla siðvenja at fara á flot og eiga bát, skal varðveitast,
livikorini í Føroyum. Vit vilja framvegis virka fyri arbeiði til allar vinnuførar hendur. Flokkurin hevur í stevnuskránni, at loyvt verður bæði landskassa og kommunukøssum at seta pening í arbeiðsskapandi [...] at eisini hesin bólkur fær meira hóskiliga ársúrtøku við støðugari arbeiði í fiskivinnuni, tá meiri fiskur verður viðgjørdur í landinum. Karensdagarnir verða avtiknir og endurgjald latið frá fyrsta sjúkradegi [...] Javnaðarflokkurin setur sær fyri at fáa eina virðuliga avgerð í teimum málum, sum standa millum Danmark og Føroyar. Og Javnaðarflokkur fer at brúka fólkatingssessin hartil. Vit skulu hava sømuligt endurgjald
ferð eftir ferð, at hetta er neyðugt, skulu vit lívbjarga okkum í Føroyum. Hetta er beinleiðis ósatt. Amerikansku suðurstatirnir førdu fram í farnu øld, at treytin fyri búskaparligari framgongd var trælahald [...] Thatcher stjórnini í Bretlandi. Munurin millum tey vælbjargaðu og tey lágløntu gjørdist størri og størri hetta syndarliga skeið í bretskum politikki, og sum byrjaði tá Thatcher tók við í 79. Og samstundis [...] tá Fólkaflokkurin tosar um borgarliga samgongu í fýra ár, so er hetta beinleiðis ósatt. Fólkaflokkurin hevur sitið styttra helmingin av hesum valskeiði í landsstýrinum, frá miðjum juni mánað 96. Aftur
var onki annað at gera. Tað var í hvussu so er ongin í løgtinginum, sum hevði nakað annað boð uppá at loysa trupulleikan tá. Høvdu vit ligið inni við tí vitan, vit hava í dag, so hevði nokk verið handlað [...] ikki kennir til í mans minni. Inntjeningin til landið kundi verið vaksin munandi meira, um rætt var atborið, síggja vit í dag. Tað eru nógvir frensar gjørdir á vegum hertil sum vit eru komin í dag, men at [...] onkrastaðni, og tað hevur tað gjørt í ólukkumát í fiskiídnaðinum á landi. Hann hevur bara ant hesi seinastu árini. Ein stórur partur av flakavirkjunum hevur verið stongdur í fleiri ár, og ein stórur partur
við Århus Universitet og serkønur í føroyskum viðurskiftum. Í løtuni er hann í Føroyum og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.Seinastu vikurnar hevur Vagn Wåhlin fylgt við í valstríðnum, og undrast stórliga [...] spurningur um kenslur. Tað búgva 15.000 føroyingar í Danmark. Teir eru eitt einastandandi ískoyti í danska samfelagnum, eins og danir búgva í Føroyum. Persónliga haldi egtað ikki vera rímiligt at slíta [...] hava vit í Danmark fingið lógargrein, sum fleiri ferðir hevur verið fyri í hægstarætti, í samband við ES- limaskapin. Nú er samtykt, at tað kann gerast við ávísum treytum: Eisini fólkatkvøða í Danmark
Familjan kom heimaftur í 1984, eftir at hava verið 12 ár í útlegd, í Danmark og í Tróndheimi í Noregi, har maðurin hevði starv. Av tí sama fekk Katrin Dahl Jakobsen útbúgving sína í Tróndheimi, og starvaðist [...] ferðast við tjaldi í Føroyum. Klekja hósnarungar í skúlastovuni Í Eysturskúlanum gera lærararnir royndir við tvørfakligum arbeiði, og Kartin hevur høvuðsábyrgdina av málsligu frálærauni í 2. og 6. flokki [...] har. Tá tað stóð familjuni í boði at fara heimaftur, valdi tey at flyta, hóast tey trivust ógvuliga væl í Noregi. Katrin er náttúrumenniskjað. Tað besta hon veit, er at fara í fjørðin ein góðan summardag