Hetta sigur aðalskrivarin í norska senterflokkinum, Per Olaf Lindteigen, sum júst hevur vitjað í Føroyum. -Við at fara upp í ES missir ein møguleikan sjálvur at stýra egnum viðurskiftum. Eg havi sitið í fíggjarnevndini seinastu fýra árini og havi har upplivað, hvussu ein eisini í skatta- og avgjaldspolitikkinum hevur verið tvingaður til at kopiera týskar og franskar loysnir. Tær kunnu vera góðar fyri teir men eru tað ikki fyri okkum.
Vit hava sjálvandi brúk fyri samarbeiði men ikki tí, sum ES stendur fyri við fríari flyting av kapitalinum. Tað er eins óstabilt sum at byggja tangaskip uttan skot og har øll oljan er í einum tanga. Tað má vera avmarking fyri, hvussu kapitalurin kann flytast.
Per Olaf Lindteigen er eisini ímóti nýggju felags europeiska gjaldoyraskipanini. Hetta er einki minni enn eitt vandamikið eksperiment, sum ikki fer at virka. Tað skal helst ein politisk union av sama slag sum USA til fyri, at tað kann virka. Og tað ynskja vit ikki sigur hann.
Per Olaf Lindteigen heldur ikki, at føroyingar eiga at gera EBS-avtalu við ES heldur, hóast Noreg hevur gjørt slíka. Hann mælir føroyingum til at varðveita og menna handilsavtalur við ES. Alt annað hevur við sær, at ein má avgeva suverenitet til ES. -Tit føroyingar hava nógvar ressursir at bjóða ES og teir aðrar at selja til tykkum afturfyri. So tað skuldi verið náttúrligt við eini framhaldandi og útbygdari handilsavtalu.
Ein EBS-avtala kann fáa sera óhepna avleiðing fyri føroyska samfelagið nú. Er føroyski ídnaðurin ikki nóg væl fyrireikaður til eina komandi oljuvinnu, áðrenn slík avtala verður sett í gildi, so missir landið møguleikan at geva sínum ídnaði preferansu í tí fríu kappingini, sum tá verður. Tá verður tað tann sterkari sum vinnur.
Ein annar fyrimunur við ikki at vera við í EBS er tann, at ein kann leggja til rættis oljulógávu, sum gevur føroyskum fyritøkum fyrimun. Per Olaf Lindteigen hevur júst verið í Føroyum fyri at kunna seg við viðurskiftini her. (Lesið samrøðu við hann aðrastaðni í blaðnum)