Hóast áheitan frá Adventistaskúlanum í Havn, hevur frískúlin verið lítið umrøddur og viðgjørdur í valstríðnum. Adventistaskúlin heitti fyri góðari viku síðani á allar flokkar um at greiða frá, hvat ætlanin er at gera á frískúlaøkinum. Eingin lóg er fyri slíkar skúlar í løtuni. Sum er rindar danski staturin gjøgnum blokkin bert 85 % av læraralønunum hjá starvsfólki við statsgóðkendari læraraútbúgving. Hetta merkir, at eingin viðbót verður latin Adventistaskúlanum í Havn og tískil er ov lítið av peningi til onnur starvsfólk, húsaleigu, útbúð, amboð, tilfar, íløgur og annað, sum skal til fyri at reka ein skúla á einum nútímans og kappingarførum stigi. Sostatt rindar Adventistasamkoman í Danmark líka nógv til føroyska skúlan sum til allar skúlarnar í Danmark tilsamans.
Danmark hevur drúgvastu og bestu royndirnar á frískúlaøkinum, sigur Janne S. Johnsson, skúlastjóri í Adventistaskúlanum í Havn, í skrivi til allar politisku flokkarnar. Staturin rindar 85 % av øllum útreiðslum. Skúlastjórin heitir á føroyskar politikarar um at arbeiða fyri at fáa føroyingum somu sømdir, sum frískúlarnir í Danmark, Íslandi og í hinum Norðurlondunum hava.
Sambært tølum frá Stuðulsstovninum vóru 79 børn úr Føroyum í Danmark skúlaárinum 1996/97 og gingu í framhaldsdeild á frískúlum, tí eingi líknandi tilboð og møguleikar eru í Føroyum. Enn eru eingi tøl fyri hetta skúlaárið, men talið hevur seinastu árini verið støðugt vaksandi.
Allar royndir vísa, at skúlaverkið sum heild mennist, um fleiri skúlatilboð eru at velja í. Politisku flokkarnir tosaðu nógv um frískúlar upp undir seinasta løgtingsval og lovaðu at arbeiða við málinum. Einki er hent og tí roynir Adventistaskúlin enn eina ferð at fáa eitt virðiligt orðaskifti í lag um hetta málið, so framstig verða gjørd ? børnunum og skúlaverkinum at bata.