Skal gerast liviligt at búgva í Føroyum

Eg havi latið meg stilla upp fyri Javnaðarflokkin, tí eg haldi, at hann er einasti flokkur, sum í stevnuskrá síni hevur ein veruligan útjaðarapolitikk.

Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møguleikarnir at búgva í útjaðaraøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting.

Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at tann stóri munurin, jú longri tú býrt burtur frá miðstaðarøkinum, ikki verður so ógvusligur sum nú.

Javnaðarflokkurin ætlar eisini at gera tað liviligari hjá teimum gomlu, sjúku, faðir- ella móðurleysur, einkjum og einkjumonnum. Eisini ætlar flokkurin at hækka pensiónina við túsund krónum um mánaðin.

Eisini ætlar Javnaðarflokkurin at bøta um lestrar-stuðulin hjá børnum undir 18 ár. Ikki sum uppskotið, sum nú hevur verið frammi av núverandi samgongu, um at avtaka stuðulin til allar næmingar undir 18 ár. Hetta er ein stórur smeitur fyri tey, sum ongan forsyrgjara hava.

Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti at jørðin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búgva í útjaðaranum, fylgir bygdini.

Tann aldargamla siðvenja at fara á flot og eiga bát, skal varðveitast, so at hetta kann verða eitt ískoyti til tað, sum fæst av landinum.

Núverandi skipan ger, at veiðu- og útróðrarmaðurin verður gjørdur nærmast til brotsmann í sínum arbeiði. Útróðrarbátar undir 15 tons skulu sleppa at fiska frítt. Hetta var tað gamla búsetingarmynstrið í føroysku bygdunum, hetta kann aftur blíva veruleiki, um tú, góði veljari, maður og kvinna, seta ein sterkan Javnaðarflokk inn á ting tann 30. apríl!

Góði veljari, avgerðin er tín, hendan møguleika fært tú nú. Hinir flokkarnir hava sovið í tímanum, vitjunartíðin er komin.

Vel Javnaðarflokkin!


Tummas Frank Joensen