Fiskivinnan á landi skal nú mennast

Nú er dagurin komin, har veljararnir skulu velja tey fólk, sum skulu lóggeva og stýra tey næstu fýra árini. Eg vil her nevna nakrar veruleikar, sum veljarin eigur at hugsa um, áðrenn hann setur krossin.

Tá kreppan kom og boð vórðu send eftir føroyingum at koma niður til Danmarkar at samráðast, har teir fingu boð um hvat teir skuldu gera, har var ongin bardón, teir fingu revolvaran fyri pannuna og høvdu onki annað at gera enn at gera sum danir søgdu. Seinni hevur bankakanningin víst, at vit vóru villleidd av dønum í ólukkumát.

Tað, sum so hendi var, at tað vórðu heilt ovurhonds byrðar lagdar á tað føroyska fólkið. Tað rakti so meint, at ein stórur partur av fólkinum ikki orkaði meira og rýmdi av landinum.

Javnaðarflokkurin var við til at leggja hesar byrðar á fólkið, men út frá teimum treytum og upplýsingum, sum lógu á borðinum frá danskari síðu, var onki annað at gera. Tað var í hvussu so er ongin í løgtinginum, sum hevði nakað annað boð uppá at loysa trupulleikan tá. Høvdu vit ligið inni við tí vitan, vit hava í dag, so hevði nokk verið handlað øðrvísi.


Síðan er tað hent, at inntjeningin til landið er vaksin støðugt av einum sonnum vælsignilsi av fongi, sum ein ikki kennir til í mans minni. Inntjeningin til landið kundi verið vaksin munandi meira, um rætt var atborið, síggja vit í dag. Tað eru nógvir frensar gjørdir á vegum hertil sum vit eru komin í dag, men at ein skal beinleiðis reypa av teimum sum Fólkaflokkurin ger, er ófatuligt. Tá ein tekur 300-400 mill. út av systeminum við eitt vekk, so má tað merkjast onkrastaðni, og tað hevur tað gjørt í ólukkumát í fiskiídnaðinum á landi. Hann hevur bara ant hesi seinastu árini. Ein stórur partur av flakavirkjunum hevur verið stongdur í fleiri ár, og ein stórur partur av fiskinum fer óvirkaður av landinum.

Tað má siga seg sjálvt, at ein kann ikki bara taka so nógvar milliónir burtur úr systeminum uttan nakað, tað má merkjast onkunstaðni. So kann ein spyrja: Slapp løntakarin frá at gjalda hesar milliónir? Nei, teir skuldu ístaðin betala til arbeiðsloysisskipanina og til Almu. Hetta skal ikki skiljast so, at Javnaðarflokkurin aftur fer at geva stuðul sum í 80-unum, nei, men her má ein tillaging til, so tað aftur ber til at virka fisk í Føroyum.


Sambandsflokkurin og partvís Fólkaflokkurin reypa sær av, at tað er teirra politikkur, sum hevur økt inntjeningina til landið og harvið landskassan. Teir siga tó onki um, hvat nettup teir hava gjørt til frama fyri hendan vøkstur. Nei, tað kunnu teir ikki, tí tað er bara Hann, sum hevur sent okkum fisk á grunnarnar, sum hevur heiðurin av tíð.

Sambandsflokkurin kann tó reypa sær av onkrum. Teir hava innført ein danskan bygnað í landsins stýri, sum førir við sær, at starvsfólkatalið á brúnni er næstan tvífaldað og hertil svarandi meirútreiðslur. Her verður hugsað um tann nýggja bygnaðin hjá Finn Norman Christensen við øllum sínum stjórum og dupultfunktiónum, sum Fólkaflokkurin hjálpti Sambandsflokkinum at smoyggja niður yvir Føroya fólk.


Jógvan P. Poulsen,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðoyum