Petur Skeel. Tá fer hann at hækka eitt sindur meira, helst upp í útnyrðing ella norðan, og tað verður helst hvítt norðanfyri. Út á kvøldið kølir rættiliga av. Tað verður turt og klárt, og um náttina væntar [...] vindur. Ilt er at siga enn, hvussu ættin verður. Men regn ella ælaveður væntar Petur Skeel nýggjársnátt. So er bara at ansa eftir at halda fjúsið turt, tá skjótast skal. Tað kann henda, at tað kølir eitt lítið [...] verður millum tollaksmessudag og jólaaftan. Serliga um náttina. Jóladag væntar Petur Skeel, at hann gongur vesturá, og at tað kanska verður heldur kaldari. Annar jóladagur verður kanska eitt sindur jólaligur
til at byggja tey út, so at tað verður pláss fyri 20 børnum afturat í hvørjum. Tey fýra ?donsku³ býlingshúsini eru tað Undir Fjalli, tað Uppi millum Gilja, tað á Ternuryggi og tað Vesturi á Flat. Tað kostar [...] hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett á bíðilista. Og bíðilistin bara veksur og veksur. Í løtuni standa 400 børn á bíðilista at fáa ansingarpláss. Tað eru hálvt hundrað fleiri [...] uppskot er um at seta skipanina í verk aftur at foreldur fingu pengar fyri at ansa børnunum. Men tað er Elin Lindenskov hart ímóti. Hon heldur, at tað er at taka ábyrgdina frá politikarunum og hon heldur
arbeitt uppá at gera atløgubryggjuna við Fiskavirking - gamla Bacalao - 30 metrar longri. Tað verður gjørt við at fylt verður út ímillum Bacalao og ískeiina og við at slætta økið. Annars er ætlanin at gera meiri [...] Býráðið fer at halda fram at byggja pakkhús á keiini, tí tað er tørvur á goymsluplássi, sigur hann. Torfinn Smith sigur, at vónandi fara tær batnaðu umstøðurnar at føra við sær, at meiri fiskivinna verður í Havnini [...] yvirhøvur, er at fáa meiri atløgupláss og, ikki minst, at fáa meiri bingjupláss. Torfinn Smith sigur, at enn er ikki nakað gjørt av, hvussu farast skal fram eystanfyri. Tó er tað toluliga vist, at Býráðið
hesaferð VÍF í at vinna. Í hálvleikinum og gjøgnum fyrra hálvleik var tað eyðsýnt, at H71 hevði takið á VÍF, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at VÍF vendi gongdini og at enda vann tryggan [...] einsamøll, og hóast tey fáa samband við hini liðini, tá stigini verða hálverað, er einki sum bendir á, at tey bæðini liðini fara at formáa meiri í endaspælinum. Og myndin, sum fer at gerast sjónligari í [...] serliga tá hugsað verður um, at eftir næsta dystin verða stigini ? og havið eisini munurin ? hálverað. Men menninir hjá VÍF og kvinnurnar StÍF vóru vinnararnir av 9. umfari, og hesi bæði liðini eru nú eitt
prentumsitingina um hendi, og Estra hevur prentað. Hetta er sættu ferð at árbókin um fótbólt kemur út, og útgevararnir siga, at nógv hava spurt eftir bókini. ? Tey eru fleiri, sum siga, at bókin er karmur um minnini [...] farna kappingarárinum, og tað eru vit sjálvsagt fegnir um, og hetta gevur okkum dirvi at halda fram við útgávuni av hesi árbókini, siga útgevararnir. Í nøkur ár hevur verið roynt at útgeva eina ítróttarárbók [...] árbøkurnar. Tað eru teir báðir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava lagt árbókina til rættis, og forlagið Ítróttarbøkur gevur bókina út. Hestprent hevur umbrotið, gjørt reproarbeiðið og havt pren
løtu, men tað var so skjótt, at hann ásannaði, at hann var vilstur í mjørkanum, og at tað loysti seg ikki at ganga. ? Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist [...] meg alla tíðina tryggan. Tað er altíð gott at eiga ein Harra og Frelsara at leita til, og ikki minst í tílíkum umstøðum er tað gott at kenna, at tú eigur ein vin, sum er hjá tær og um teg, tá eingin annar [...] soleiðis hesa ferð, og tú kanst ætla, at tað var ein lætti at fáa loyvi at bera konuni og teimum avvarðandi góð tíðindi. Eg skuldi undir øllum umstøðum borið teimum boðini, og tað var stuttligt at bera teimum
kr. Inntøkurnar hækkað Tað man vera hugaligur lesnaður hjá fíggjarmálaráðharranum, at síggja, at fíggjarnevndin metur, at inntøkurnar verða hægri enn tað hann hevur mett.Fíggjar- og búskapardeildin sigur [...] Ætlanin hevur verið at broyta lóggávuna, soleiðis at peningur kundi sparast, men onki uppskot er lagt fram enn. Nú mælir fíggjarnevndin til, at hesar ætlanir verða sleptar, og at játtanin samstundis verður [...] verða 6 mió kr. til umvæling og nýgerð av strandfaraskipum. Tróndur, sum siglir um Skopunarfjørð, er bæði gamal og slitin, og tí verður mett, at best er at byggja nýtt skip til hesa sigling. Meirilutin
Løgting, verða nærri reglur ásettar, og har stendur m.a., at løgmaður kunnger valið og ásetir valdagin við í minsta lagi 6 vikur freist. Men í grein 37 í somu lóg stendur um brævatkvøður, at sjófólk og onnur [...] við broytingini var, at ongin ivi skuldi vera um, at fiskimenn á fjarleiðum og føroyingar í uttanlandasigling skuldu hava góðan møguleika fyri at nýta sín demokratiska rætt og at gera sína samfelagsligu [...] løgmaður og lógardeildin í Tinganesi, sum hava ábyrgdina av løgtingsvalum, og harvið eisini ábyrgdina av, at brævatkvøður verða gjørdar og sendar teimum, ið skulu hava hesar tøkar, tá so er, at onkur ynskir
millum tað at vera og hetta at verða hildin fyri at vera: ?Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. ? Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn [...] sang og musikklív Tað er einki at taka seg aftur í, at sangur og tónleikur eiga nógv størri part í samkomum í skúlunum, enn tey áttu fyri einum ættarliði síðani. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men tað er [...] verið skipað fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni, har kór og orkestur, mannað við næmingum, hava sett dám á. Tá skúlin
eg og Anette hava havt saman, sigur Allan Simonsen. Eg rokni ikki við at hetta fer at fáa ávirkan á mítt starv sum landsliðsvenjari í Føroyum. Eg eri sera glaður fyri tað starvið, og tað ger, at eg framvegis [...] forsíðuna til søguna um, at tiltikni danski fótbóltsspælarin skal skiljast. Vit hava hugsað um hetta leingi, og vit eru vorðin samd um at skiljast. Men tað hevur ikki verið lætt at taka hesa avgerðina, eftir [...] Eftir at hava verið giftur í 22 ár, skal føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen skiljast frá konuni Anette. Tey bæði eru vorðin samd um at sepererast fyri seinni at blíva skild. Orsaka av okkara trimum