Heilt síðani studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy fyri fimtan árum síðani hevur verið skipað fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni, har kór og orkestur, mannað við næmingum, hava sett dám á.
Tá skúlin var við Gøtugjógv, vóru gudstænasturnar í kirkjunum, sum eru í økinum, ið skúlin fær næmingar frá. Skúlin vitjaði í kirkjunum við Skálafjørðin, á Eiði og í Klaksvík, umframt í teimum í grannalagnum. Hesi seinnu árini hevur verið skift ímillum kirkjurnar í Fuglafirði og í Gøtu, sum báðar eru so mikið stórar, at tær rúma bæði teimum á studentaskúlanum og handilsskúlanum á Kambsdali.
Áðrenn farið varð í kirkju vóru tey á studentaskúlanum í ítróttarhøllini á Kambsdali. Har hava tey havt undirhald, síðani skúlin flutti frá Gøtugjógv og inn á dalin. Hetta var seinasta ferðin, tey vóru í ítróttarhøllini, tí um alt gongur sum tey roknað við, so verður høllin ella aulan, sum er í gerð, liðug í summarfrítíðini í 1998.
Ríkt sang
og musikklív
Tað er einki at taka seg aftur í, at sangur og tónleikur eiga nógv størri part í samkomum í skúlunum, enn tey áttu fyri einum ættarliði síðani. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men tað er eyðsýnt, at fruktirnar av arbeiðnum, sum hevur verið gjørt í musikkskúlunum tey seinastu meiri enn tíggju árini, vísa seg í, at nógv av unga fólkinum er væl fyri at spæla og syngja. Og ein onnur orsøk er, at undir nýggju studentaskúlaskipanini eigur sangur og tónleikur størri rúm, enn undir gomlu skipanini. Nú kunnu næmingar velja tónleik bæði á miðstigi og hástigi.
Eyðun á Lakjuni er tónleikalærari á Kambsdali, og hann og næmingarnir settu sín serliga dám á jólahaldið, sum var fríggjadagin. Kórið var mannað við umleið hálvt hundrað sangarum ? mannfólkini vóru ikki so heilt fá ? og framførslurnar við fleiri solosangarum vóru á høgum støði, kryddaðar við fjøltáttaðum undirspæli.
Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjarðarnesi, hevur øll árini undirvíst nakrar tímar í skúlanum. Hann er fastur fúsur at røða á jólahaldinum, og tað er álvarsama og hugkveikjandi talan, sum hann helt fríggjadagin, ið vit prenta niðanfyri.
Orðið á ranguni ? rangvørga orðið
Oman úr teim høgu fjøllunum rennur áin. Viðhvørt tykist hon at vera sovnað, deyð burtur á síni endaleysu ferð. Aðrar løtur er øðrvísi, tá hon rennur sum stríður streymur. Hon floymir yvir áarbakkan og tekur alt við sær. Bilar, hús ? alt hvørt um annað verður skolað burtur, tí áin er vorðin ein vatnflóð, ið skolar út um mørk og byrgingar.
Eins og ein áarstreymur floyma orðini inn yvir tilveru manna. Orð um orð, og orð um tøgn. Fátt er feingi hjá fámæltum. Informatiónssamfelagið ? umheimur og alheimur á skíggja. Flóðaldan skolar yvir mannasinnið. Aldan, ið tekur aldu við hond, floymur út yvir aldargamla rás og kennir áarbakkan trongan. Slóðar sær rás, har víðari ræsur í óavmarkaðari vídd liggja sum ónomið land.
Orðið hevur vunnið sær hevd millum manna. Orðið er nakað í sær sjálvum, og tess vegna fær tað bestu sømdir. Hitt talaða orðið var rist inn í rúnir, høgt í klett og skrivað á talvu. Prentsmiðjur, bøkur og bløð bera tíðindi, vitan og undirhald.
Tøknin setti orðið í hásætið, stenografi, telefon og fax. Áður ókendar víddir verða troyttar. Og við tøkni á alheimsstigi nemur yngra ættarliðið sær førleika. Á alheims miðum uttanfyri landa- og sjómark verður fiskað við tráðu, og tey, ið vilja verða ivaleys kasta nótina. Sjáldan ella kanska ongantíð væntar fongur. Er veiðan ikki nøktandi, slagið ikki til vildar, innihaldið ikki tað, ein søkti, so legg út á ókenda dýpið enn eina setu.
Við hesum seinast nevnda verða vit spakuliga bend inn á orð sum innihald og virði. Orð hava tað við sær, at tey viðhvørt eru tóm, klingandi bjølla. Orðloysingur verður maður nevndur, ið nýtir orð við ongum innihaldi ? maður, ið ikki er orðhaldin. Tóm tunna er sjáldan berari av høgari góðsku.
Millum tey nógvu orðini húsast vit. Vit eru gyrd í orð, og tey tykjast týðum sum ein ófrávíkilig fortreyt ? tilverunnnar kor. Samskiftið manna millum. Samskiftið millum lond og tjóðir. Bæði í viðurskiftum út? og inneftir eru orðini skapandi. Vit samskifta og samstarva, og samtalan er neyðug bæði millum fólk og tjóðir.
Eisini sálarstøðan verður borin út á víðavang og skoða. Sálin verður løgd á borðið, og viðkvamar kenslur koma út úr sínum loynda króki. Kenslurnar, hesin løgni og til tíðir undirmetti veruleikin. Sálarlívið, hitt dulda dýpið av kærleika og sterkum kenslum. Orðini venda ranguna út á fólki, tað minnir ikki sørt um pátrúgv og gand, tá farið var í troyggju ella klædnaplagg, ið var rangvørt.
Tey seinnu árini er stórur dentur lagdur á, at vit skulu vera før fyri at seta orð á tilveruna. Talan er um eina frígerðing av orðum, har frælsa orðavalið mangan er mál í sjálvum sær. Málsliga frígerðingin er bæði heppin og óheppin. Tað hepna er, at vit við orðum kunnu koma veruleikanum nærri, ? møguliga nærri einum sannleika.
Málsliga frígerðingin er eisini óheppin, tí um orðini eru mál í sjálvum sær, er vandi fyri, at innihaldið viknar. Tað royndist altíð sum ein dygd at vanda sær um orðini. Rákið í tíðini ber tann vegin, at vit skulu seta orð á kor og umstøður, seta orð á tilveruna. Vit skulu siga okkara hjartans meining. Møguliga verður í so lítil dentur lagdur á hetta at spyrja seg sjálvan, hvat ein hevur at hava sína meining í.
Í øllum samskifti og tilveru manna eru stólpar, sum í sær sjálvum bera heildina. Ein slíkur stólpi er t.d. hugtakið ?sannleikin?. Navnorðið sannleikin ber alt tað, sum satt er. Ella sagt á annan hátt, sannleikin hvílir í sær sjálvum. Lýsingarorðið ?sannur? má berast av einum stólpa. Orðið sannur er í sær sjálvum uttan týdning, so leingi tað stendur einsamalt. Fyrst tá orðið verður hildið saman við einum navnorði ella orði av navnorðsvirði fær tað meining og innihald. T.d. í setninginum: ?Maðurin er sannur í síni útsøgn?.
Vert er at umhugsa, um vit í málsligu frígerðingini ikki kunnu læra nakað av einfaldari filosofi. Mín áskoðan kann vera sonn, um hon ikki er sannleikin. Mín áskoðan tykist sonn, tá hon er sonn fyri mær. Er so fjøldin samd við mær, tykist mín áskoðan so mikið sannari. Um tað skuldi hent, at mín áskoðan ikki longur er sonn fyri mær, ja so er sannleikavirðið í áskoðanini viknandi.
At halda, meina ella trúgva eitthvørt er ikki av sær sjálvum tað sama sum, at hetta er sannleikin, tí sannleikin er sannur, sjálvt um eingin trýr honum. Sannleikin er sannur í sjálvum sær.
Hetta kunnu vit hóskandi lýsa út frá søguni. Í øldir varð tað hildið fyri ?satt?, at jørðin var fløt. Satt er, at so varð hildið, men hetta hevur ongantíð verið sannleikin um jørðina. Hon er í sniði og skapi, sum hon hevur verið.
Út frá skriftini er eitt annað dømi væl kent. Tá Jesus á sinni varð førdur fram fyri Pilatus, komu hesir báðir at tosa um sannleikan. Pilatus ynskti at fáa svar uppá spurningin, um nú Jesus veruliga var ein kongur. Jesus svarar: ?So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína?.
Pilatus spyr tá Jesus hendan djúpa klassiska spurningin: ?Hvat er sannleiki?. (Jóhannes 18,37f).
Vit sleppa hesum áhugaverda spurninginum og staðfesta, at hann, ið segði seg at vera ?sannleikan?, varð krossfestur fyri sína útsøgn. Jesus varð dømdur til deyða, tí fólkið metti, at tala hansara ikki var ?sonn?. Sannleikin varð krossfestur.
Kristna trúgvin hevur hildið fast við henda mótsetning, at sannleikin ikki verður mettur sannur at vera. Kristna trúgvin hevur í skjótt tvey túsund ár prædikað, at Jesus er sannleikin, sjálvt um fjøldin av fólkinum hevði aðra áskoðan og rópti: ?Krossfest, krossfest?.
Eisini jólaevangeliið vísir á sama fyribrigdið, hesa tvístøðuna millum tað at vera og hetta at verða hildin fyri at vera: ?Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. ? Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara?. (Jóhannes 1,11f)
Um jólagestin kundu vit hugleitt og viðgjørt meira gjølla spurningin: Er Jesus ?sannleikin? ella bara ?sannur? fyri trúgvandi? Er hann sannleikin fult og heilt? Ella er tala hansara bara sonn fyri tey, ið trúgva?
Ella er tað so, sum sungið verður:
?Guð er Guð, um land alt legðist oyðið,
Guð er Guð, um menniskjan øll doyði?.