mong vóru tey, ið fingu mjólk frá teimum. Tey lótu garðin til Hanus í 1974, og tá fóru kýrnar niðan á Vatnaskarðar, men Poul helt fram við at ganga burtur í haga og arbeiða við seyðinum til hann var 90 ár [...] Kaldbak var hon húsmóðir í 27 ár, og fingu hon og Poul børnini Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits. Tá Eyðun tók við garðinum í Sølgørðum, fluttu hon og Poul í 1965 til Hoyvíkar. Poul var systursonur [...] bygdini á Lágni í ovaru helvt av trøðni. Elsebeth Kristina gekk í skúla í Hoyvík tveir dagar um vikuna til hon fór í realskúlan í Havn. Eftir próvtøkuna arbeiddi hon í Havn í nøkur ár, serliga hjá Johan Evensen
1945 hjá Líggjasi Húsgarð, sum helt til í Vági. Seinni fekk hann starv á Matrikulstovuni í Havn, og flutti øll familjan til Havnar í 1958. Hetta starv røkti hann, til hann var 72 ára gamal Í 1940 giftist [...] giftist Hansemann við Onnu Sofíu Tausen, ættað úr Hovi. Tey fingu 6 børn: Eivind, Anniku, Jórun, Niels, Ásgerð og Heðin. Anna Sofía andaðist 1978 og Eivind í 2001. Hóast tað eru 18 ár síðan Hansemann gavst [...] á gólvið føðingardagin. Nógvar talur vóru hildnar og bólkurin Ab Libitum spældi Hansemannn ar við til at stovna felagið Javna í 1971, og var hetta eitt av hansara hjartamálum , hann sat í nevndini og var
2D ella kanska til tíðir 3D skipan, við vinstra/høgra, frælsi/samband og til seinast religiøst/verðsligt. Tí má minst ein av hesum dimensiónum takast frá politikkarunum, og leggjast út til fólkið at taka [...] loyvi til at umsita nøkur mál, viðvíkjandi Føroyum, í Føroyum, geva vit Danmark loyvi til at umsita nøkur mál fyri okkum. Um so er, at henda lóg verður samtykt av fólkinum, skuldi einki verði til hindurs [...] taka støðu til, á eini fólkaatkvøðu. Vit kundu byrjað við at koyrt spurningin um Lóg um Stjórnarskipan Føroya, sum eisini hevur verið kallað Føroyska Grundlógin, út til atkvøðu. Henda lóg hevur verið ávegis
Hátíðardámurin er goymdur burtur, og vinnulív og heimalív er við at finna aftur til tað dagliga, samstundis sum skúlarnir gera klárt til í komandi viku at taka ímóti teimum, sum fara undir eitt nýtt skúlaár. Veðrið [...] gjørdi fríggjadagin og serliga leygardagin. Tølini tala Leygarmorgunin bjóðaði Klaksvíkar býráð øllum til ein kopp av kaffi, te, øl, sodavatn og vinarbreyð í Nólsoyar Pálls gøtu. Borðið var 80 metrar langt [...] við Dúgvuni og bilatalið var 2.000. Bara 7. august førdu teir 1.252 ferðafólk. Hvussu nógv fólk var til morgunmatar hjá býráðnum er ilt at meta um, men tað vóru omanfyri tvey túsund og kanska væl fleiri
hini fóru í bussarnar til Havnar. Á hendan hátt fingu øll eina ógloymandi útferð í fagrasta veðri. Soleiðis hevur Sigurd Simonsen síðan 1956 rokast og fegnast um, at fólk fingu góðar upplivingar í Føroyum [...] oyggjarnar. Tá kravdist hugflog. – Helvtin av ferðafólkunum fór við átta Toyoto-bussum til Hósvíkar og víðari til Fuglafjarðar. Bussarnir passaðu akkurát í Sundaferjuna. Hin helvtin fór við Smyrli norður [...] ferðamannaskipini, ið koma til Føroya í ár. Sigurd sjálvur skal standa fyri at taka ímóti 23 av teimum. Á yvirlitinum í ringbindinum standa nøvnini á øllum skipunum, ið koma til Føroya í ár, og nær tey koma
fór at minka við plássum til gentur at tæna í. Hentleikarnir vóru blivnir so nógvir, sigur Fanny Petersen ? Í Havn var ein donsk kvinna, Naina, ið testamentaraði ogn sína til hvíldarheimið, hon hevði skúla [...] ið leggur skemtandi afturat, at myndugleikarnir stuðlaðu væl, men teir fingu løn fyri sítt arbeiði. ? Vit áttu ikki pening og fingu ikki fundarpengar, heldur hinvegin, skemtar Fanny eitt sindur sorgblið [...] sjálvrós. ? Eg havi enn ikki tikið meg saman til at skriva endurminningar, menn eru jú so raskir at skriva bøkur um seg sjálvar, men tað er ein gleði at hava verið til nyttu í samfelagnum, og tað er nóg mikið
jørðina. Hon átti altíð eitt stykki av hvítum toy til at taka til sum líkverju. Hetta plagdu fólk yvirhøvur at liggja inni við. So var tað at fáa viðin til kistu, og tað mátti mamma so eisini syrgja fyri [...] fleiri mans á sjónum, og hetta gav íblásturin til Johan Niclassen at fáa ein svimjihyl í Hesti, so menn í hvussu er skuldu duga at svimja, um illa vildi til. Men hetta er eisini enn ein søga um, at fólkið [...] at vit fingu fisk, tá ið teir komu aftur at landi. Vit høvdu fýra gyllin í jørð. Kúgv var, men hon bleiv dripin árið eftir, at pápi doyði. Abbi stóð fyri jørðini, og nú máttu jørðin skiftast til Jens Kristian
Bjarna Djurholm. Tað vóru teir báðir, Filip Hansen og Sørin Lisberg, sum tóku stig til at savna inn undirskriftir til tess at mótmæla ætlanunum at lata Norðoyatunnilin upp fyri ferðslu, áðrenn loysn er [...] undir mótmæli, eru 25 ár og eldri. Torført er at finna fram til ungdómin í bygdini, tí hann er stóran part av degnum av bygdini í skúla, í læru, til arbeiðis umframt at nakrir ungir menn sigla. Filip og Søren [...] at tey nú kunnu hava hetta skrivið at fara til myndugleikarnar við. Filip og Søren siga, at ætlandi verður skrivið liggjandi á Statoil-støðini í Leirvík til sunnudagin og í handlinum hjá Rasmusi í dag
Anders Fogh Rasmussen brúkti dagin í gjár til at hitta umboð fyri allar flokkar í Fólkatinginum, og millum teirra, sum fingu eina løtu saman við forsætisráðharranum, var Edmund Joensen. Edmund Joensen [...] Joensen fer til setanina, tá nývalda Fólkatingið verður sett, og tá nevndirnar skulu veljast. So fer hann í farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kann røkja starvið sum løgtingsformaður hetta til løgtingsvalið
Lagt var upp til harða kapping í kavarokinum á Strondum leygarkvøldið, har 8 bólkar skuldu dystast. Peachy Bounder var ikki við, men Wild Child, sum skuldu luttaka á Tvøroyri, vórðu fluttir til kappingina [...] stendur, at tað vóru tveir bólkar í harðara endanum, ið sluppu víðari til finaluna í Norðurlandahúsinum í apríl, har tað hervið er lagt upp til kapping á høgum støði. Um ein skal meta við aðrar undankappingar [...] spældi kanska eitt sindur týttari, enn teir kláraðu og tað var kanska tað, sum gjørdi at teir ikki fingu eitt pláss í finaluni Ein hevði kanska væntað, at Wild Child fór at vinna kappingina, men so var ikki