Anders Fogh Rasmussen brúkti dagin í gjár til at hitta umboð fyri allar flokkar í Fólkatinginum, og millum teirra, sum fingu eina løtu saman við forsætisráðharranum, var Edmund Joensen.
Edmund Joensen sigur, at hann greiddi forsætisráðharranum frá, hvussu hann ætlar sær at arbeiða í Fólkatinginum. Sum limur í tingbólkinum hjá Vinstra fær hann skrivara frá flokkinum, men harumframt ætlar hann at hava ein ella kanska fleiri føroyingar at hjálpa sær við tí føroyska partinum av arbeiðinum. Sum limur í tingbólkinum hjá Vinstra fær Edmund Joensen sess í tingnevndum vegna flokkin, og á fundinum í gjár kunnaði hann forsætisráðharran um, hvørjar nevndarsessir hann kundi hugsað sær.
Á fundinum umrøddu teir báðir eisini ymisk politisk viðurskifti, men Edmund Joensen sigur, at teir komu ikki inn á nakrar smálutir, tí stjórnin er ikki komin upp á pláss enn.
-Men hann kann kenna seg tryggan við tær sum 90. manni?
-Tann støðan er ikki broytt síðani valkvøldið.
Edmund Joensen fer til setanina, tá nývalda Fólkatingið verður sett, og tá nevndirnar skulu veljast. So fer hann í farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kann røkja starvið sum løgtingsformaður hetta til løgtingsvalið. Ímeðan røkir varamaðurin Kaj Leo Johannesen sessin í Fólkatinginum.
+ mynd