Borgarakrav
Mánadagin verða undirskriftirnar, sum savnaðar eru inn í Leirvík seinastu dagarnar, handaðar bygdarráðsformanninum í Leirvík, Sjúrða Eliasen og landssýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Tað vóru teir báðir, Filip Hansen og Sørin Lisberg, sum tóku stig til at savna inn undirskriftir til tess at mótmæla ætlanunum at lata Norðoyatunnilin upp fyri ferðslu, áðrenn loysn er fingin á ferðsluviðurskiftunum í Leirvík.
Løgtingið hevur samtykt eina tunnilsætlan undir Leirvík, men hendan er so leystliga orðað, at eingin veit við vissu, nær ætlanin verður framd í verki.
Í samtyktini stendur, at forkanningar í samband við tunnil undir Leirvík skulu verða gjørdar í seinasta lagi ár 2005, og síðan skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot fyri løgtingið um málið.
Stór undirtøka
Filip Hansen og Sørin Lisberg siga, at higartil hava eini 350 fólk skrivað undir, men enn eru eini 30 hús eftir, sum vit ikki hava verið í.
- Vit eru sera væl nøgdir við undirtøkuna. Fólk hava tikið væl ímóti okkum, og eini 90% av teimum spurdu hava skrivað undir.
Teir vísa á, at 636 fólk í Leirvík hava valrætt, so longu nú hevur meira enn helmingurin av teimum, sum hava atkvøðurætt, skrivað undir.
- Tey flestu, sum hava skrivað undir mótmæli, eru 25 ár og eldri. Torført er at finna fram til ungdómin í bygdini, tí hann er stóran part av degnum av bygdini í skúla, í læru, til arbeiðis umframt at nakrir ungir menn sigla.
Filip og Søren vænta, at eini 180 fólk, sum hava atkvøðurætt í Leirvík, á ein ella annan hátt eru burtur og tískil ikki fáa høvi at skriva undir.
Øll, sum hava skrivað undir "borgarakravið", taka undir við, at ferðsluviðurskiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Tey krevja eisini, at Leirvíkar bygdarráð tekur upp nýggjar samráðingar við landsins myndugleikar um málið.
Eingin negativur
Stigtakararnir siga, at fólk hava verið blíð og fyrikomandi, tá ið komið verður á gátt við mótmælisskrivinum.
Spurdir, um bygdarráðslimir hava funnist at mótmælisskrivinum, sum seinastu dagarnar er farið runt í bygdini, siga teir, at tað hava teir ongan varhuga av.
- Nei, vit halda, at tað er tvørtur ímóti. Vit halda eisini, at tey, sum sita í bygdarráðnum, eru fegin um, at tey nú kunnu hava hetta skrivið at fara til myndugleikarnar við.
Filip og Søren siga, at ætlandi verður skrivið liggjandi á Statoil-støðini í Leirvík til sunnudagin og í handlinum hjá Rasmusi í dag aftrat.
Síðan verða undirskriftirnar handaðar bygdarráðsformanninum og landsstýrismanninum í vinnumálum mánadagin.
Nýggjar samráðingar
- Vit vóna, at mótmælisskrivið fer at føra til, at nýggjar samráðingar um loysn at ferðsluviðurskiftunum í Leirvík verða millum bygdarráðið og landsins myndugleikar, soleiðis at ein endalig loysn er funnin, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
Filip Hansen og Søren Lisberg siga seg eisini vóna, at landsins myndugleikar skilja óttan í Leirvík fyri øktu ferðsluni sum verður, tá ið Norðoyatunnilin letur upp.
- Tað kann væl ikki vera meira enn rímiligt, at vit í Leirvík vilja hava hesi viðurskifti uppá pláss, soleiðis at livandi verður í bygdini ? eisini eftir, at Norðoyatunnilin er latin upp, siga teir báðir.