Hansemann er føddur í Porkeri og vaks upp í Skemmuni sum nr. 5 av einum barnaflokki ið taldi 11. Av teimum eru fýra av systkjunum hjá honum í lívi, og vóru tey við í føðingardegnum, tey eru: Sigrid og Andrew, sum búgva í Porkeri, og Astrid og Elsa, sum búgva í Havn.
Hansemann hevur búð í Havn síðan 1955. Hann byrjaði sum landmátari í 1945 hjá Líggjasi Húsgarð, sum helt til í Vági. Seinni fekk hann starv á Matrikulstovuni í Havn, og flutti øll familjan til Havnar í 1958. Hetta starv røkti hann, til hann var 72 ára gamal
Í 1940 giftist Hansemann við Onnu Sofíu Tausen, ættað úr Hovi. Tey fingu 6 børn: Eivind, Anniku, Jórun, Niels, Ásgerð og Heðin. Anna Sofía andaðist 1978 og Eivind í 2001.
Hóast tað eru 18 ár síðan Hansemann gavst á Matrikkulstovuni, stukku fleiri av gomlu starvsfeløgunum inn á gólvið føðingardagin. Nógvar talur vóru hildnar og bólkurin Ab Libitum spældi
Hansemannn ar við til at stovna felagið Javna í 1971, og var hetta eitt av hansara hjartamálum , hann sat í nevndini og var kassameistari í mong ár. Hann hevur eisini verið formaður í Tænastumannafelagnum.
Hann hevur gingið í samkomuni í Ebenezer øll árini, og kemur hann har enn hvønn sunnnumorgun.










