gjøgnum handilin at keypa, sigur Jákup Sverri Kass. Orsøkirnar til hetta eru tvinnar. - Fólk eru meira tilvitað um, at vit hava tollfría sølu á flogvøllinum, og so sláa vit okkum eisini upp á prísin, sigur [...] eru ikki tær bestu, og tí leggja teir kappingina á prísirnar. Eisini á øðrum økjum royna teir at liggja framvið. - Vit eru aftur farnir at selja umborð á flogførunum. Talan er í høvuðsheitinum um sertilboð [...] Tað hevur havt alstóran týdning fyri søluna í tollfría handlinum á flogvøllinum, at avmarking var sett á sigarettir úr tíggju pakkum niður í fimm. - Keypsmynstrið hjá føroyingum innan tollfría sølu er
Bisgaard er eigari og stendur aftan fyri diskin stóran part av tíðini. Handilin er opin heilt frá klokkan 08 á morgni til klokkan 22 á kvøldi, og tí hevur hon hjálparfólk aftrat sær. Sjálv plagar hon at arbeiða [...] allar vanligar gerandisvørur, og so er eitt lítið sindur av øðrum. - So leingi, sum fólk stuðla mær við at keypa í handlinum, ætli eg mær at halda fram, sigur Birgit Bisgaard. Ferðafólk vitja Handilseigarin [...] ára føðingardag hjá vermammu míni, sigur fryntliga handilskvinnan í Hósvík, tá Sosialurin vitjar inni á gólvinum.
Lindenskov. Ógreið viðurskifti Uttan iva tað mest áhugaverda málið á skránni á fundinum týskvøldið var ætlanin um at gera ein dagstovn við Landavegin í Havn. Men einki nýtt er í málinum, og tað var als ikki búgvið [...] byrjaði við, at ein nýggjur limur skuldi veljast í nevndina fyri dagstovnin í Hoyvík, tí verandi berst frá. - Javnaðarflokkurin átti umboðið, men býráðsformaðurin vísti við lógum og paragraffum á, at tað [...] m. Kannað verður, um tað ber til at seta á stovn útibarnagarð Inni á Gøtu til 20 børn. Ber tað til, kann hetta gerast rættiliga skjótt. - Vit fara at hyggja á álitinum, ið varð gjørt í síni tíð um barnaansing
gingið honum á møti. Trupulleikin var bert, at hetta førdi til, at ein servituttur varð tinglisin á grundøkinum, sum gav Skógfriðingarnevndini ræðisrættin á grundøkinum, samstundis sum húsini á grundøkinum [...] staðfest bæði fýrur og rot í húsunum, og hetta varð gjørt vart við. Unga parið valdi tó at gera ábøtur á húsini fyri út móti einari millón. Lagt oman á tær 3,7 milliónirnar, sum tey høvdu givið fyri ognina, er [...] framd, og tað av nevnda sakførara sjálvum. Nevndin stóð við sítt Sakførarin hjá seljarunum gjørdi nú eina roynd at loysa málið við at taka upp fund við Skógfriðingarnevndina, men hon var hvørki at høgga ella
Á almennari móttøku fríggjadagin hin 31. mai handaði Vinnuframi partafelagnum iNOVA formliga Granskingarsetrið, sum er klárt at taka í brúk. Við handanina vórðu eisini sáttmálar undirskrivaðir fyri teir [...] verður sagt, at tá vínið fer inn, fer vitið út. Hetta nevndi ein av gestunum við móttøkuna hendan dagin. Nú verður so gamli handilin hjá Rúsdrekkasølu Landsins karmur um gransking, og tað var í hesum sambandi [...] inn í og fara til arbeiðis. Við móttøkuna vórðu fleiri røður hildnar og tey, sum hildu seg til, vóru eitt nú Johan Dahl, vinnumálaráðharri, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, Regin Jacobsen
arðin til Hei-Mei og leita. Handilin er á tremur við toyið av smartasta slag. Umframt seymaðar gardinur, dúkar og seingjarklæði, eru eisini hópin av handgjørdum gávulutum á hillunum. - Aftrat gardinum [...] Heidi og tær hava seinastu vikurnar seymað ein hóp niðrufyri at hava við á bústevnuna. Vitja Hús og Innbúgv í Runavík, og hygg inn á spennandi básin hjá Hei-Mai í Klaksvík. [...] seingjarklæði, dúkar, pútur, fyriklæði, tehettur og grýtulappar, sigur Heidi. Hon sigur, at mótin við barnaklæðum seinastu árini hevur gjørt tað neyðugt at seyma til summi børn. Barnamótin hevur verið
vit kenna hann, í søguna, tí hann verður lagdur saman við Venjingarskúlanum. Og um nøkur ár flyta báðir skúlarnir í ein nýggjan stórskúla við Landavegin í Havn og sum hevur fingið navnið, Vesturskúlin. Í [...] auluni í Kommunuskúlanum hósdagin 11. besember at gera vart við hesa serligu hendingina Tiltakið er alment og byrjað klokkan níggju um morgunin og á skránni eru bæði røður, framførslur, tónleikur, sangur og [...] spæla á klaver og núverandi næmingar fara at framføra ymiskt, umframt at annar tónleikur verður. Skráin fyri tiltakið er hendan: Kl. 09:00 Boðið verður vælkomin Morgunsangur, skúlastjórin spælir á urguna
Høgnesen, tekur við. Afturkomin til Havnar fór Jacob at arbeiða á fútaskrivstovuni. Tá komu tey at búgva í húsinum á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har Herluf og Tomasia Arnason saman við Edmund og Judith [...] høvdu handil við andaligum bókum og bókbindaraverkstað í kjallaranum. Hesi húsini eru burtur nú, og á grundini er parkeringspláss hjá handlinum Maria Poulsen. Fingu seks synir Jacob giftist við Ingu Poulsen [...] Giftist við Armgarð Egholm f. 1897. 5. Jacob Christian Ferdinand Olsen, kallaður Zahle, 1902-1963, giftist við Birthe Helene Djurhuus, 1919-2000, úr Hósvík 6. Ingvald Olsen, 1905-1981, var giftur við Rosu
Missiónshúsið á Glyvrum var eitt av hennara hjartabørnum. Lena flutti á ungum árum til Havnar, og eftir at hon eitt skifti hevði starvast hjá Hans Joensen, kom hon 1. mai í 1965 í læru á skrivstovuni hjá [...] partin av áttatiárunum, tók hon saman við Aage Andersen, sum hon enn livir saman við, stóru avgerðina at keypa fyritøkuna. Árini fram til 2002 var hon soleiðis stjóri á bryggjarínum, men um ársskiftið 2001/2002 [...] avgerð um at selja fyritøkuna. Fram til várið í ár starvaðist Lena kortini á skrivstovuni, soleiðis at talan nærum gjørdist um 40 ár á sama arbeiðsplássi. Lena eigur tveir synir, Martin og Jákup. Eisini hevur
saman Endamálið við samanleggingini millum Demich og Leivur Nattestad er at økja um vøruútboðið og at styrkja um tænastuna mótvegis viðskiftafólkunum. P/F Demich hevur út við 50 ára royndir á sínum øki, og [...] fevnt um alt HVS-arbeiði ? og ikki minst við serligum atliti til orkusparandi loysnir til síni viðskiftafólk. Nú feløgini hava gjørt av at leggja saman, verður handilin hjá Sp/F Leivi Nattestad í Vágum latin [...] meira enn 40 ára royndir innan HVS-økið. Virksemið hjá Demich, sum hevur 46 fólk í starvi í handlum og á verkstøðum í Havn, Vági og Saltangará, fevnir um alt HVS-arbeiði ? hita, ventilatión, sanitet umframt