Hei-Mai ein spennandi handil í Klaksvík

Seymistovan, Hei-Mai í Klaksvík, er ein av framsýnarunum á bústevnuni Hús og Innbúgv í Runavík. Handilin, sum leggur seg eftir at hava tað nýggjasta og fiksasta innan gardintoy, hevur nógvar aðrar handgjørdar lutir við á framsýningini.
- Vit ætla at gera fyritøku okkara kenda um alt landið,
sigur Heidi Høgnesen, sum eigur og rekur seymistovuna

Ynskir tú gardinur ella aðrar seymaðar lutir, sum ikki øll hini hava av sama slagi, far so til Klaksvíkar, út í Klaksvíksgarðin til Hei-Mei og leita. Handilin er á tremur við toyið av smartasta slag. Umframt seymaðar gardinur, dúkar og seingjarklæði, eru eisini hópin av handgjørdum gávulutum á hillunum.
-         Aftrat gardinum, seingjarklæðum og dúkum, seyma vit eisini barna-
og vónarklæðir, sigur Heidi.
 
Fjøltáttað seymistova
 
- Gardinur er okkara servøra, men vit seyma eisini alt møguligt annað, t.d. seingjarklæði, dúkar, pútur, fyriklæði, tehettur og grýtulappar, sigur Heidi.
Hon sigur, at mótin við barnaklæðum seinastu árini hevur gjørt tað
neyðugt at seyma til summi børn. Barnamótin hevur verið illa egnaður til tey børn, sum vit vanliga rópa buttut. Tey børnini hava ein trupulleika, sum vit kunnu loysa, so tey eisini kunnu ganga smart ílatin.
-         Eisini seyma vit klæðir til barnakonur og kvinnur, sum ikki finna
nakað, teimum dámar í handlunum, sigur Heidi.
 
Virkir og fyritøkur
         
Aftrat sær at seyma hevur Heidi tvær kvinnur, sum arbeiða hálva tíð. Seymistovan seymar eisini fyri virkir og fyritøkur, og ráðgevur teimum í vali av toyi og sniði.
Hei-Mai hevur havt opið í smá trý ár. Tær vóru tvær, sum byrjaðu, men nú hevur Heidi yvirtikið partin hjá hinari.
          - Hetta er strævið, men ógvuliga stuttligt, sigur Heidi, sum sær ljóst uppá framtíðina, og ætlar sær at satsa uppá viðskiftafólk um alt landið.
          Heidi og tær hava seinastu vikurnar seymað ein hóp niðrufyri at hava við á bústevnuna.
          Vitja Hús og Innbúgv í Runavík, og hygg inn á spennandi básin hjá Hei-Mai í Klaksvík.