Nýggjársaftan fer Kommunuskúlin, sum vit kenna hann, í søguna, tí hann verður lagdur saman við Venjingarskúlanum. Og um nøkur ár flyta báðir skúlarnir í ein nýggjan stórskúla við Landavegin í Havn og sum hevur fingið navnið, Vesturskúlin.
Í hesum sambandi verður eitt tiltak í auluni í Kommunuskúlanum hósdagin 11. besember at gera vart við hesa serligu hendingina Tiltakið er alment og byrjað klokkan níggju um morgunin og á skránni eru bæði røður, framførslur, tónleikur, sangur og prát.
Eisini verða myndarøðir og filmskut frá ymsum tíðarskeiðum hjá skúlanum hesi seinastu 58 árini
Greitt verður frá søguni hjá skúlanum, Zacharias Heinesen, listamálari, greiðir frá um listarverkini í Skálanum og eysturenda skúlans og harumframt fara Jóhann Mortensen, Elsa Birgitta Petersen og Jákup Mørkøre at tosa um, hvussu tað var at ganga í Kommunuskúlanum í 50 og 60 árunum, tá í skúlin var nýggjur.
Les eisini: Minnast Venjingarskúlan nú hann fer í søguna Les eisini: Tá Kaj Leo var forsangari í poppbólki
Matias Kapnas fyrrverandi næmingur, fer at spæla á klaver og núverandi næmingar fara at framføra ymiskt, umframt at annar tónleikur verður.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
Morgunsangur, skúlastjórin spælir á urguna hjá Jógvani við Ánna Borgarstjórin, Heðin Mortensen, forkvinnan í mentanarnevndini, Helena á Neystabø, og skúlastýrisforkvinnan, Hansina Iversen, flyta fram røður Lærarakór framførir Fedranna talu. Matias Kapnas hevur undirspælið á klaveri, Knút Olsen kórleiðari. Kantatan Fedranna tala varð frumframførd, tá Kommunuskúlin varð vígdur 2. sep. 1956. Jens Marius Hentze, rithøvundur, greiðir frá um søgu Kommunuskúlans og tilgongdini í sambandi við byggingina av skúlanum í 1956. Zacharias Heinesen, listamálari, greiðir frá um listarverkini í Skálanum og eysturenda skúlans.
Kl. 10:00 Skúlagongdin í fimmti- og sekstiárunum Jóhann Mortensen, Elsa Birgitta Petersen og Jákup Mørkøre samrøða um, hvussu tað var at vera næmingur í Kommunuskúlanum í 50 og 60 árunum í tá nýggja skúlanum.
Kl. 11:00 Næmingakonsert við Litum í Leiki Litir í Leiki framføra tónleik í bólkum, duettum og solo. LíL-lærararnir spæla Kl. 12:00 Læraraleikluturin, samanhald, samanspæl og sangur Amalia Poulsen greiðir frá um skúlan út frá leiklutinum sum lærari Næmingar í skúlanum syngja og spæla, m.a. stykkið Faðir Vár á íslendskum Næmingar framføra partar úr leikinum “Kongur í Kongagøtu” Kl. 13:00 Klaverkonsert Klaversnillingurin Mattias Kapnas, fyrrverandi næmingur, spælir kend klassisk stykki. Kl. 14:00 1. flokkur 1956/57 undirhaldur Næmingar, sum byrjaðu í 1. flokki í sep. 1956, hugleiða og framføra . M.a. er nýggjur sangur gjørdur til høvið. Kendir næmingar, sum hava gingið í Kommunuskúlanum undirhalda og framføra tónleik. Dánjal á Neystabø, tónleikari og fyrrverandi næmingur, samskipar løtuna. Skúlastjórin takkar øllum luttakandi og teimum møttu. Farið verður upp á gólv
|










