HÓSVÍK
Seinnu árini hava nógvir bygdahandlar latið aftur, men enn eru einstakir eftir. Ein av hesum er í Hósvík, har Birgit Bisgaard er eigari og stendur aftan fyri diskin stóran part av tíðini. Handilin er opin heilt frá klokkan 08 á morgni til klokkan 22 á kvøldi, og tí hevur hon hjálparfólk aftrat sær. Sjálv plagar hon at arbeiða til klokkan 16, og síðan taka onnur yvir.
Minkar ikki
Birgit sigur, at sølan er hampilig, sum hon tekur til.
- Eg haldi ikki, at sølan er minkað seinastu tíðina, heldur er hon vaksin eitt lítið sindur.
Í handlinum í Hósvík hevur hon flest allar vanligar gerandisvørur, og so er eitt lítið sindur av øðrum.
- So leingi, sum fólk stuðla mær við at keypa í handlinum, ætli eg mær at halda fram, sigur Birgit Bisgaard.
Ferðafólk vitja
Handilseigarin í Hósvík sigur, at tað eru ikki bara fólk í Hósvík, sum keypa hjá Fa. Esmari Olsen, men fólkið í bygdini er høvuðsgrundarlagið undir handilsvirkseminum.
- Her koma eisini fólk, sum annars ferðast eftir landsvegnum, og stundum fái eg eisini vitjan av útlendskum ferðafólkum, sum detta innar í betri tíðini av árinum, sigur hon.
Ikki heima
Nú tað stundar til sundalagsstevnu, sigur Birgit Bisgaard, at hon verður ikki heima í Hósvík, men í Danmark, tá stevnan verður.
- Eg fari til Danmarkar í sjeyti ára føðingardag hjá vermammu míni, sigur fryntliga handilskvinnan í Hósvík, tá Sosialurin vitjar inni á gólvinum.