Størsta HVS-fyritøkan enn størri

P/F Demich, sum er størsta HVS fyritøka í Føroyum og Sp/F Leivur Nattestad, sum er størsta HVS fyritøka í Vágum, hava gjørt av at leggja virksemið saman Endamálið við samanleggingini millum Demich og Leivur Nattestad er at økja um vøruútboðið og at styrkja um tænastuna mótvegis viðskiftafólkunum.

P/F Demich hevur út við 50 ára royndir á sínum øki, og Sp/F Leivur Nattestad hevur meira enn 40 ára royndir innan HVS-økið.

Virksemið hjá Demich, sum hevur 46 fólk í starvi í handlum og á verkstøðum í Havn, Vági og Saltangará, fevnir um alt HVS-arbeiði ? hita, ventilatión, sanitet umframt jarn og blikksmíð.

Demich hevur gjøgnum árini tikið sær av stórum verkætlanum til vinnulív og almennar byggingar, umframt at fyritøkan hevur tikið sær av smærri arbeiðum fyri privatfólk.

Sp/F Leivur Nattestad hevur havt handil og verkstað í Miðvági, og virksemið hjá felagnum hevur eisini fevnt um alt HVS-arbeiði ? og ikki minst við serligum atliti til orkusparandi loysnir til síni viðskiftafólk.

Nú feløgini hava gjørt av at leggja saman, verður handilin hjá Sp/F Leivi Nattestad í Vágum latin aftur, tí samtakið frammanundan hevur stórar handlar í Havn og Saltangará, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vágum. Tænastan í Vágum verður hinvegin styrkt við, at samtakið Demich hevur munandi fleiri starvsfólk, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vágum.

- Samanleggingin fer at styrkja felagið soleiðis, at samtakið kann veita betri ráðgeving og betri heildarloysnir ? eisini innan orkusparandi tiltøk og loysnir til viðskiftafólk um alt landið, siga teir tríggir, Torbjørn Hansen, Jørgin Jacobsen og Atli Nattestad.