boðini um, at róðrarárið bleiv veruleiki hóast alt, og at tað verður við metstórari luttøku. Forkvinnan fegnast Annika V. Dalsgarð er forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, og hon er fegin um, at undirtøkan [...] er púra vanligt, sigur Annika V. Dalsgarð. Hon sigur, at tað tykist sum um, at fólk hugsa øðrvísi í hesum koronatíðum. - Nú hevur til dømis so at siga øll ferðing uttanlands verið avlýst í drúgva tíð, [...] luttøku í kappingum uttanlands í summar, og tí hava ungdómar fingið tíð til at fara í kappróðrarbátarnar. Søgan vísir okkum eisini, at tá ið tað er kreppa í Føroyum, so økist luttøkan í kappróðrinum, sigur
er, at sagt verður: "Bólturin er rundur - alt kann henda". Staðfestast má, at aktarlanternan í Burn Mansdeildini við bert fýra stigum, Kyndil framdi eina veruliga steypasensasjón í kvøld við at vinna [...] hjá VÍF, John Larsen sum serliga var atfinningarsamur um, at VÍF ikki megnaði at skora fleiri mál móti Kyndli í kvøld. John Larsen slær fast, at nú má VÍF vinna báðar heimadystirnar móti StÍF og Neistanum [...] fyri Kyndil í kvøld. Bartal heldur, at tað var avgerandi, at teir í Kyndli rættuliga tíðliga fingu fatur á vestmenningum í verjuni, og sum dysturin leið vaks trúgvin á, at Kyndil kundi hálað sigurin heim.
skammast við, at hon er so lág. Hesi úttalilsi hava fingið meg at hugsa um menningarhjálpina úr Føroyum. Ja, játtanin er lág, um vit sammeta okkum við ST málið og t.d. Danmark: - ST: málið er, at játtanin hjá [...] undir valstríðnum, at hendan játtanin skuldi verið hægri. Eg vil tó ikki fara so langt og siga, at eg skammist við, hvat vit føroyingar geva úr landskassanum. Tað er jú altíð lætt at peika á felagskassan [...] mun, bæði í Føroyum og úti í heimi. Ikki bara tað sum fer úr landskassanum. Tað at fara niður í egnan lumma, heldur enn at at peika á felagskassan, ger eisini nakað heilt serstakt við einstaka føroyingin
áður hevur stillað upp til val, sigur, at hon gjørdist ovfarin av góða valúrslitinum, og hon fegnast ikki minst um, at nógv góð fólk eru vald - og afturvald - at lyfta uppgávurnar, sum liggja fyri framman [...] dagstovnin, Alvalon. Eyð Ellingsgaard sigur, at eitt, sum hon kundi hugsað sær, at skjøtil veruliga verður settur á, er ein nýggj ítróttarhøll. Hon heldur, at tað hevði verið eitt fantastiskt stig á leiðini [...] framman í kommununi. - Av okkum sjey, sum nú koma at mynda bygdaráðið, eru trý afturvald og fýra eru nývald, og eg haldi, at hetta er ein góð blanding av dugnaligum - royndum og minni royndum - fólkum. Tveir
fyritøka, so hevði bankin helst havt skyldu til, at nokta teimum lán. Somuleiðis hevur hall verið so mikið nógv ár, at Bankin helst hevði havt skyldu til, at taka støðu til, um avsetast skal móti tapi. Leigan [...] merki til at avskr. + renta sambært ætlan eru góðar 11 mió. So tað kann blíva enn verri. Eg brúkti 30 ár og 30% skrotvirði til at rokna avskrivingar, sum er tað sama sum í leiguni. Var reglan, at bygningar [...] vit síggja er, at veruligu rakstrartølini í Ársfrágreiðingini ikki samsvara við útrokningina. Veruligu útreiðslurnar hjá Bústaðir eru á leið 50% hægri enn grundarlagið teir brúka til at útrokna leigukostnaðin
børnunum ger, at sjálvt um borgarakríggið í Sýria endar, fara at ganga nógv ár, áðrenn landið kemur á føtur aftur. Eftir at hava mist ein stóran part av landinum, ikki minst tá Islamskur Statur fór at blanda [...] ekstremum fátækadømi, sum merkir, at tey hava minni enn 1,90 dollarar, ella umleið 12 krónur, um dagin at liva fyri. ST-aðalskrivarin Antonio Guterres segði mikudagin, at sýriska kríggið er ein “livandi [...] arabiska várinum, tá fólk fóru út á gøturnar og kravdu, at sitandi forsetin Bashar al-Assad fór frá, men mótmælini vórðu harðliga niðurbard. At byrja við stóð stríðið millum stjórnarherin hjá Assad og
Hann vísir á, at tá vóru eingir aðrir møguleikar. Men, í dag eru møguleikar at sleppa av við bæði húsarhaldsrusk, rusk frá vinnu, stovnum og kommunum, og tí er tað als eingin umbering at kasta órudd í [...] Vit sóu kortini, at onkrir leidningar hingu úr hesum. Seinni skilti hann, at hetta var ein mina, har ein partur av jarninum helst var farin uttanav. Tóri Simonsen heldur seg minnast, at júst henda dagin [...] dekkið, har hetta lá. Skiparin sigur, at hetta endaði við, at tað vóru dekkarar á Norðheim, sum fóru aftur og settu fast í hesa hálvu tunnuna, sum seinni skuldi vísa seg at vera ein óbrostin mina, sum serkøn
ynski um, at útbúgvingin eisini skal fevna um myndlist. Jens Dam Ziska er útbúgvingarleiðari á listaútbúgvingini, og hann er samdur í, at tað manglar eitt myndlistaútbúgvingartilboð. - Vit vóna, at tað fer [...] fer at bera til at fáa myndlist við í útbúgvingina eisini. Vit hava fólk, ið eru áhugað í at undirvísa í myndlist, og sum eisini hava gjørt uppskot um møgulig skeið til útbúgvingina. Tað er upplagt, nú hetta [...] er heilt vist grundarlag fyri at menna listaútbúgvingina til at hava eina myndlistaleið eisini, sigur hann. Kann koma samfelagnum til góðar Jens Dam Ziska ivast ikki í, at ein myndlistaleið hevði breitt
kappast um at vera fittastir við pensjónistarnar, sá áttu teir at bundið um heilan fingur og sagt, at øll í Føroyum skulu hava somu rættindi sum politikararnir sjálvir! Hvørjum líkist tað, at fyri tað [...] Flokkarnir í nýggju samgonguni hava sagt, at tað ikki passar, og at tey vilja lata pensjónistunum uppaftur meira. Uttan iva hevur tað givið atkvøður, at Fólkaflokkurin beinleiðis hevur lovað pen [...] eiga at hava sama slag rættindi, sum politikarar. Tað merkir, at tey skulu hava sama pensjónsaldur og fáa sama part av lønini í pensjón, og somu krøv til starvsaldur, sum politikararnir. At politikarar
ið vísa á, at hetta er ein vøkur leið at koyra, men koyritúrurin til Elduvíkar er alt annað enn ein góð uppliving, orsakað av tí vánaliga standinum vegurin er í. Tað gevur góða meining at brúka avgjøld [...] grundgeving, at prísurin var lágur og tískil toldi hetta eykaavgjaldið. Brennioljuavgjaldið varð eisini í síni tíð lagt á olju til húsarhaldini við somu grundgeving og við ætlanini um, at avgjaldið skuldi [...] allur sannleikin, sum førdur hevur verið fram, at føroyingar hava eitt av teimum lægstu avgjøldunum á bensin og diesel í Norðurlondum. Veruleikin er jú tann, at føroyingar rinda vegskatt umframt, meðan hesin