Oddagrein: Pensjónistar somu treytir sum tingfólk

Tað má vera gott at vera pensjónistur í hes­um døgum, nú flokkarnir kappast um at geva teimum hægri pensjón.
Fráfarna samgonga sigur seg hava hækk­að tøku upphæddina hjá pen­sjón­istu­m við 1.000 krónum.
Flokkarnir í nýggju samgonguni hava sagt, at tað ikki passar, og at tey vilja lata pen­­sjón­istunum uppaftur meira.
Uttan iva hevur tað givið atkvøður, at Fólka­flokkurin beinleiðis hevur lovað pen­sjón­istunum ein skattalætta 1. januar kom­andi upp á 2.000 krónur. Hetta er eitt lyfti, sum flokkurin illa kann renna und­an.
Men tað verður helst eingin skatta­lætti hjá pensjónistunum 1. januar, og helst verður talan um lægri upphædd, enn tær 2.000 krónurnar, sum Fólka­flokk­ur­in hevur lovað pluss tær 600 krón­ur­nar, sum Sambandsflokkurin hev­ur lovað við skattafríu grund­upp­hæddi­ni.
Størstu stigini at fáa pensjónistunum góðar sømd­ir vóru tikin í 1959, tá fólka­pen­sjóinina varð sett í gildi, og lógin um sam­halds­fasta, sum kom í sam­gongu­skjal­ið millum Javnaðarflokkin og Fólka­flokk­in í 1991. Og so sjálvandi og ikki minst tey rættindi, sum fak­fel­øg hava vun­n­ið við pensjónskipanum til lim­ir sín­ar.
Tá politikarar nú kappast um at vera fitt­astir við pensjónistarnar, sá áttu teir at bundið um heilan fingur og sagt, at øll í Føroyum skulu hava somu rættindi sum pol­itikararnir sjálvir! Hvørjum líkist tað, at fyri tað um tú hevur veirð løg­tings­for­mað­ur ella løgmaður skalt kunna leggja teg heim á sofuna við 40.000 kr í pensjón restia av lívinum? Enn tá sum 60 ára gam­al? Tað líksta svarsta ognum!
Øll kunnu valla fáa somu upphædd í pen­sjón, men øll eiga at hava sama slag rætt­indi, sum politikarar. Tað merkir, at tey skulu hava sama pensjónsaldur og fáa sama part av lønini í pensjón, og somu krøv til starvsaldur, sum pol­it­ik­ar­ar­nir. At politikarar geva sær sjálvum priv­ilegium minnir mest um mutur.
Tí hevði tað klætt politikarum at hugsa soleiðis:
»Allir pensjónistar skulu hava minst líka rættvísa pen­sjón, sum eg«.
So verð­ur eingin pen­sjón­ist­ur í Før­oyu­m fá­tæk­ur!