Ítróttarhøll er ikki langt burtur

Gongst, sum nývaldi borgarstjórin í Sørvágs kommunu kundi hugsað sær, verður grivið út fyri einari ítróttarhøll í komandi valskeiði.

 

 

Eyð Ellingsgaard, ið er nývald sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu og ongantíð áður hevur stillað upp til val, sigur, at hon gjørdist ovfarin av góða valúrslitinum, og hon fegnast ikki minst um, at nógv góð fólk eru vald - og afturvald - at lyfta uppgávurnar, sum liggja fyri framman í kommununi.

- Av okkum sjey, sum nú koma at mynda bygdaráðið, eru trý afturvald og fýra eru nývald, og eg haldi, at hetta er ein góð blanding av dugnaligum - royndum og minni royndum - fólkum. Tveir listar vóru til kommunuvalið, men nú valið er av, og fólk eru vald at gera eitt arbeiði fyri Sørvágs kommunu, eru vit øll eitt lið, sum fer til verka.

Hetta ætlar Eyð Ellingsgaard sær at leggja stóran dent á í valskeiðnum, sum nú er fyri stavn. - Eg eri nýggj í hesum starvi, men eg eri partur av einum góðum liði og einari góðari umsiting í Sørvágs kommunu, sum hevur drúgvar royndir aftan fyri seg.

##med2##

Eyð Ellingsgaard ásannar, at tað er nógv gott hent í Sørvágs kommunu í fleiri ár. 

- Vit hava fingið eitt fantastiska flott øki á Stakka, og nú ræður um hjá fólkinum, tá løturnar koma, at fylla karmarnar. Fótbóltsvøllur og vallarljós eru lutfalsliga nýggj, og karmarnir í ítróttarhúsinum eru dagførdir. Skúlin er dagførdur, men her vantar nakað enn.

Fríðkingar eru gjørdar kring um í kommununi, og útstykkingin á Middagsvarða, haðani viðhefta mynd er, er liðug.

- Størsta verkætlanin, sum Sørvágs kommuna kemur at arbeiða við í komandi skeiði, verður ein nýggj vøggustova, sum fer at liggja beint oman fyri vegin - við einum gongutunli undir vegnum og oman í dagstovnin, Alvalon.

Eyð Ellingsgaard sigur, at eitt, sum hon kundi hugsað sær, at skjøtil veruliga verður settur á, er ein nýggj ítróttarhøll. Hon heldur, at tað hevði verið eitt fantastiskt stig á leiðini, um nývalda bygdaráðið í komandi valskeiði hevði funnið eitt øki til staðseting av ítróttarhøllini og hevði fingið gjørt planeringsaebeiðið.

- Flogbólturin hevur vánaligar umstøður. Tey venja og spæla í fimleikarhøllini, men hon er bæði ov stutt og lág. Her er ikki pláss fyri áskoðarum, og her hevur flogbólturin koyrt upp á undantaksloyvi í fleiri ár. Við einari nýggjari ítróttarhøll hevði ítrótturin í kommununi sum heild fingið nógv betri umstøður, sigur Eyð Ellingsgaard.

##med3##