Í heyst sá nýggja diplomútbúgvingin í listaligum arbeiði hjá Fróðskaparsetrinum dagsins ljós. Hendan útbúgvingin leggur dent á listagreinirnar ritlist og tónlist - men myndlist er ikki partur av útbúgvingartilboðnum.
Tað eru tó fleiri, ið hava ynski um, at útbúgvingin eisini skal fevna um myndlist. Jens Dam Ziska er útbúgvingarleiðari á listaútbúgvingini, og hann er samdur í, at tað manglar eitt myndlistaútbúgvingartilboð.
- Vit vóna, at tað fer at bera til at fáa myndlist við í útbúgvingina eisini. Vit hava fólk, ið eru áhugað í at undirvísa í myndlist, og sum eisini hava gjørt uppskot um møgulig skeið til útbúgvingina. Tað er upplagt, nú hetta er ein so stór og týðandi listagrein í Føroyum, sigur Jens Dam Ziska.
Ein spurningur um raðfesting
Men sum við so nógvum øðrum, so er hetta ein spurningur um politiska raðfesting.
- Tað veldst sjálvandi um, hvør fígging verður fingin til vega, og hvør politiskur vilji er til eina myndlistaleið. Beint nú røkkur fíggingin bara til tvær leiðir; ritlist og tónlist, sum vit hava bygt víðari upp á frá øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Men vit vilja sjálvandi fegin hava fleiri listagreinir inn, sigur Jens Dam Ziska.
- Myndlist er ein alt ov undirraðfest listagrein í Føroyum, tá mann hugsar um, hvussu nógv betri umstøðurnar eru hjá øðrum listagreinum. Tað er heilt vist grundarlag fyri at menna listaútbúgvingina til at hava eina myndlistaleið eisini, sigur hann.
Kann koma samfelagnum til góðar
Jens Dam Ziska ivast ikki í, at ein myndlistaleið hevði breitt seg sum ringar í vatni til frama fyri føroyska mentanarlívið og samfelagið yvirhøvur.
- Eg rokni avgjørt við, at leiðin hevði verið stimbrandi fyri myndlistina í Føroyum og fyri listaumhvørvið sum heild. Næmingar við serligum visuellum gávum og intelligensi hava, sum nú er, fáar møguleikar at menna síni evni í Føroyum. Við eini útbúgving í myndlist høvdu fólk, sum enn ikki hava havt umstøður at ment síni evni til fulnar, endiliga fingið umstøður at gjørt tað, sigur útbúgvingarleiðarin og vísir á, hvussu ein útbúgving í myndlist kann skapa arbeiðspláss.
- Vit hava nógv myndlistafólk í Føroyum við høgum og dygdargóðum útbúgvingum, men hesi listafólk hava ikki møguleika at undirvísa og deila av sínari vitan í nóg stóran mun. Við eini myndlistaleið kundu komandi ættarlið fingið skipaða frálæru frá okkara fremstu myndlistafólkum. Listaligi serkunnleikin, sum er í landinum, hevði harvið komið samfelagnum til góðar uppá ein meira skipaðan máta enn higartil. Førleikarnir eru her, men teir verða ikki brúktir, sigur Jens Dam Ziska.