FM1: Kyndil framdi steypasensasjón móti favorittunum úr Vestmanna

(FM1) Hoyr John Larsen, venjara hjá VÍF, Bartal Klein Olsen hjá Kyndli, og Geir Wardum viðmerkjara hjá FM1 seta orð á óvæntaða 27-25 (15-12) sigurin hjá Kyndli á VÍF

##med2##

Mest slitna endurtøkan í bóltítrótti er, at sagt verður: "Bólturin er rundur - alt kann henda".

Staðfestast má, at aktarlanternan í Burn Mansdeildini við bert fýra stigum, Kyndil framdi eina veruliga steypasensasjón í kvøld við at vinna á oddaliðnum við 22 stigum í Burn Mansdeildini, VÍF í Faxe Kondi kappingini í kvøld.

Ein avgerandi lykil var, at Kyndil fekk tamt stórskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic sum bert fekk trý mál í kvøld. 

Kyndil vann sera óvæntað 27-25, og var eisini á odda 15-12 í steðginum.

Kyndil-VÍF 27-25 (15-12)

Toppskjúttar Kyndil: Anders Risdal 11, Kristoffer Bjørgvin 6 og Bartal Klein Olsen 3.

Toppskjúttar VÍF: Julian Olsen 10, Sjúrður Olsen 6 og Filip Jojic 3.

Kyndil og Neistin hava tvey stig hvør. VÍF og StÍF hava einki stig fingið enn.

Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum. Geir Wardum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan venjara hjá VÍF, John Larsen sum serliga var atfinningarsamur um, at VÍF ikki megnaði at skora fleiri mál móti Kyndli í kvøld. John Larsen slær fast, at nú má VÍF vinna báðar heimadystirnar móti StÍF og Neistanum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Bartal Klein Olsen, ið skoraði trý mál fyri Kyndil í kvøld. Bartal heldur, at tað var avgerandi, at teir í Kyndli rættuliga tíðliga fingu fatur á vestmenningum í verjuni, og sum dysturin leið vaks trúgvin á, at Kyndil kundi hálað sigurin heim. Talan var um fyrsta dystin hjá Bartali fyri Kyndil hetta kappingarárið. 

4) Hoyr Sjúrð og Geir taka samanum dystin. Sjúrður er paff um avrikið hjá Kyndli, og Geir staðfestir, at Kyndil stríddist framúr væl, og tað bar heimaliðið til sigurs. Geir hevði annars sæð fyri sær, at Kyndil fór at vera drenað fyri orku seinastu 10 minuttirnar, men tað hendi ikki, og tað undirstrikar góða avrikið. 

 

(Samrøður: John Larsen, Bartal Klein Olsen og Geir Wardum)