Tá tú fiskar við dreggi eftir sandbotninum, er ikki óvanligt, at ymiskt burturkast kemur í, sum stavar frá mannahond, og tá mest er í av ymiskum skrambli, kann hetta ganga út yvir veiðina eftir skeljum.
- Alt eftir, hvar vit royna, er talan um meira og minni burturkast. Talan kann vera um alt millum himmal og jørð - gomul køksamboð, húsarhaldstólum, plastik, dunkar, fløskur, ymiskt jarn, gomul nummarspjøldur og bildekk.
Tóri Simonsen, skipari á skeljabátinum Norðheim, vísir á, at alt, sum kemur í dreggið og sum ikki hoyrir heima í havinum, verður tikið við til lands og beint burtur.
- Sjálvandi fáa vit eisini ymiskt í dreggið, sum hugsandi er blakað út av skipum, og annað er gamalt, sum kann stava frá tíðini, áðrenn vit fingu nýggju brennistøðirnar. Tá fór alt burturkast á opið bál, og nógv endaði í havinum, tí eingin skipað brenning ella innsavning var í økinum.
Hann vísir á, at tá vóru eingir aðrir møguleikar. Men, í dag eru møguleikar at sleppa av við bæði húsarhaldsrusk, rusk frá vinnu, stovnum og kommunum, og tí er tað als eingin umbering at kasta órudd í havið.
Fyri nøkrum árum síðan upplivdi teir umborð á Norðheim eisini at fáa eina heila minu í dreggið. Hetta eru nøkur ár síðan. Teir hálaðu, og drekkið hekk uppi í gálganum, tá okkurt tunnuskapilsi dettur niður úr dregginum og brestir í dekkið.
- Ein stór bugla kom í hetta, vit høvdu fingið, men vit ánaðu ikki, hvat hetta var, sum mest líktist einari hálvari tunnu. Vit sóu kortini, at onkrir leidningar hingu úr hesum. Seinni skilti hann, at hetta var ein mina, har ein partur av jarninum helst var farin uttanav.
Tóri Simonsen heldur seg minnast, at júst henda dagin - ella dagin eftir - komu menn av Brimli umborð á Norðheim til regluligar kanningar. á teir sóu hetta, sum teir á Norðheim høvdu fingið, hildu teir avgjørt, at manningin skulu boða frá.
- Tað gjørdu vit so, og tá komu menn av sjóverjuskipinum umborð. Manningin umborð á Norðheim hugsaði ikki stórvegis um hetta, men tað vísti seg, at teir av verjuskipinum tóku hetta í rættiliga stórum álvara og tordu illa aftur á dekkið, har hetta lá.
Skiparin sigur, at hetta endaði við, at tað vóru dekkarar á Norðheim, sum fóru aftur og settu fast í hesa hálvu tunnuna, sum seinni skuldi vísa seg at vera ein óbrostin mina, sum serkøn fólk hjá sjóverjuni helst sprongdu undir vatni.











