har til, at ein nevnd er sett til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein barnagarð í bygdini, og um eini 2-3 ár rokni eg við, at vit kunnu taka hann í nýtslu, sigur Gunn Joensen. Í ár er ein miljón sett [...] dýpið á ein natúrligan máta og tað dámar mær væl. Meiningarnar og hugskotini eru nógv og tað kann ávirka tær avgerðir, ið verða tiknar. Hevur tænt sínum endamáli - Eg haldi avgjørt, at kvinnurørslan var uppá [...] elsti sonurin var trý ár. Familjan flutti síðani til Vestmanna. Hon arbeiddi síðani heima meðan børnini vóru smá - tó í millumbilum sum avloysari í Føroya Sparikassa, og tá ið yngsta barnið var fýra ára gamalt
listamaður er ein altíð leitandi. Tíbetur hugsar ein ikki so nógv um umstøðurnar, tá ein er ungur. Er kanska meira upptikin av sær sjálvum og hugsar ikki um seinni avleiðingar og hvussu ein skal liva, sigur [...] frá, at hetta er serføroyskt. Fólk keypa tað, teimum dámar. Kemur ein í eitt heim, so kann ein síggja ógvuliga ymiskar málningar. Nøkur velja út og hava kanska gott eyga fyri listini, men ein kann koma [...] Hvat eigur ein at leggja dent á í mentanarpolitikkinum? - Tað, at ein fær sl´æikan stuðul, sum hendan eg havi fingið, hevur sera nógv at siga fyri listina og listina, tí hjá listafólki er altíð ein ávís óvissa
20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio [...] Danielsen kl. 14?17: Telduprát. Brandur Petersen Fríggjadagin 29. januar: kl. 10?17: Opið hús Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum ? um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin [...] bygdina og aftur til Havnar um Reynsmúlalág. Farið verður av Norðasta Horni kl. 14. Havið matpakka og góð, heit gonguklæði við. Gingið verður uml. 3 tímar. Tilmelding á Kunningarstovuni. Gongufelagið Eysturoy
tær hevur verið okkum ein gleðilig og lærurík tíð, tí hóast títt stóra brek, vísti tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleðast um ting, ið ein vanliga ikki hugsar um, og lærdi hetta okkum eisini at virða [...] kundu tá vit hóma, at tú ikki frískur var. Lítla lívið, stóra gleði, mentist, smílið tú oss gav. Men ein dag sum ongin vardi, sjúkan trein um hurðarstav. Eftir hetta, ? lítla skinnið, ? svárt eitt lív tú [...] tærvaði tær hjálp mestsum alt samdøgrið. Fyri at lætta um hjá foreldrum tínum, fekst tú stuðulshjálp ein part av degnum. Soleiðis fingu vit ta gleði at koma at kenna teg við tað, at vit, hvør í sínum tíðarskeiði
send fyrr um kvøldið. Havi tíverri ongan kjans at hoyra endursendingar, so? Hoyr nú her: ein framhaldssøga er sum ein keta við fleiri liðum. Hvørt liðið leiðir til næsta lið ? og gleppur ímillum, so er brotið [...] stakar sendingar, t.d. tónleik ella eitthvørt avsluttað evni, ikki framhaldssøgur. Og sigið mær (tað er hetta, sum argar mest) vistu tit ikki av hasum dystinum, ? ella kundi hondbóltssambandið ikki leggja [...] at hoyra 2. part í gjárkvøldið kl. 20.30 (sambært útvarpsskrá í bløðunum), men gakk! Klokkan 20.30 var útvarpið mitt í einum hondbóltsdysti (millum tvey manslið, sjálvsagt!) Har kom eingin framhaldssøga
eg Finnboga beint fram: ?Hvat er hetta fyri nakað, og hvør stendur aftanfyri hesa atgerð??. Til hetta svaraði Finnbogi Arge ráðisligur: ?Um nakar heldur, at eg geri hetta, sum nú er farið fram, uttan at [...] sovorðnum tápiligheitum, at koyra ein dugnaligan og vælbegávaðan tænastumann til hús við dags varsil? Er hetta bara fyrsta nosið í einari størri samansvørjing? Er hetta ikki tekin um, at nakað er rívandi [...] m um sínar royndir av fólki, sum siga ósatt. 1.Ein lystlygnari er ein ?kunstnari?, sum livir í lygnanna gleði og framleiðis ósannheitir líka lætt sum ein yrkjari slettir eina yrking úr ermuni. Hann nevnir
málsøki sjálvi, stingur ein aðir spurningur seg upp. ? Ein spurningur er, um vit skulu gera tað við tí kommuntali, sum nú er. Býráðsformaðurin á Tvøroyri segði, at velja vit tað, var hann sannførdur um, at [...] Suðuroyggin skal vera ein kommuna. Tó viðgekk hann, at hann hevði atkvøtt saman við restini av Tvøroyrar Býráð um at mæla til at Suðuroyggin verður ein kommuna. ? Verður Suðuroyggin ein kommuna, kunnu vit [...] Tvøroyrar-, Øravíkar- og Trongisvágs Kommunu. Ein, tvær, ella sjey Páll Vang helt, at tosa vit um Suðuroynna, stingur spurningurin seg upp, antin Suðuroyggin skal verða ein, tvær, ella sjey kommunur, sum nú. Hann
bera brá av misskiljingum. Høvuðsendamálið hjá Kommununevndini var at gera eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Hetta gevur tveir møguleikar at velja í: Antin at halda fast við verandi [...] tó fyrst at fáa skil á, hvussu kommunueindirnar verða. Sjálvt um sjálvboðin kommunusamanlegging var ein partur av arbeiðssetninginum hjá Kommununevndini, so metti nevndin, at tað ikki er gjørligt at g [...] ynskinum um sjálvbodna samanlegging var tí neyðugt at arbeiða við fleiri møguleikum. Er viljin størri til 2 heldur enn 1 kommunu í t.d. Suðuroy, er neyðugt at taka hetta ynski til eftirtektar. Men er eingin
so væl sum gjørligt. Kappast var í ein- og tvímansleiki, men hesaferð var eisini blandaður tví-mansleikur royndur í øllum aldursbólkum. Hetta eydnaðist sera væl, og hetta fer møguliga at verða eitt af [...] kapping í Eysturskúlanum. Umleið 200 luttakarar vóru við í kappingini, og hetta var ein sera spennandi kapping, sum gekk væl og var sera væl fyriskipað. Borðtennissambandið hevði fingið nógv fólk at hjálpa [...] verður ein venjingarskrá løgd til farið verður avstað til Gotlands. Sterkt landslið Vilmund Jacobsen væntar, at vit í ár fara at fáa eitt sterkt landslið. Kjartan Eli sum leikar í Danmark fekk sera góð úrslit
eftir at hann var komin á ting, brúkti Jákup Sverri nógva tíð til at lesa hópin av málum, sum lógu í tinginum og bíðaðu eftir nýggju tingmanningini, men tá ið hann var liðugur við hetta, so var framvegis nógv [...] landsstýrismaður í skúlamálum, skúgvaði hann hesa ætlan til viks, og ístaðin var farið undir eitt projekt, har ætlanin var at byggja ein heilt nýggjan studentaskúla úti í Marknagili nærhendis Handilsskúlanum [...] Sverra. Fyri honum tykist tað sum ein sjálvfylgja, at ein studentaskúli í høvuðsstaðnum skal liggja í Hoydølum, sum má sigast at verða eitt sera væl egnað stað til at hava ein slíkan undirvísingarmiðdepil.