Viðmerkingar til greinina Føroyar og framtídin (3)

Broytingar uttan samskipan, hjá Ronnie Thomassen og Gesti Hovgaard í Sosialinum leygardagin 28. november 1998

Ronnie og Gestur hava viðgjørt Kommunuálitið í hesi grein. Tað er altíð gott, at tílík álit verða viðgjørd alment, serstakliga tá fólk hava givið sær stundir til at lesa og viðgera álitið nágreiniliga. Kommununevndin heldur tó, at tað er neyðugt at koma við nøkrum viðmerkingum, tí Kommununevndin heldur, at nøkur av kritikkpunktunum hjá Ronnie og Gesti bera brá av misskiljingum.

Høvuðsendamálið hjá Kommununevndini var at gera eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Hetta gevur tveir møguleikar at velja í: Antin at halda fast við verandi kommunubýti, við nógvum smáum kommunum, ella at leggja kommunur saman í størri eindir. Avleiðingin av tí fyrra vildi verðið, at flestu uppgávur vórðu lagdar til landið at loysa, soleiðis at kommunala sjálvstýrið gerst innantómt. Kommununevndin hevur tí valt tann seinna møguleikan, tí Kommununevndin metti ikki, at endamálið hjá nevndini var at avtaka kommunurnar.


Kommunubýtið

Treytin fyri at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið er tó fyrst at fáa skil á, hvussu kommunueindirnar verða. Sjálvt um sjálvboðin kommunusamanlegging var ein partur av arbeiðssetninginum hjá Kommununevndini, so metti nevndin, at tað ikki er gjørligt at gjøgnumføra eina kommununskipan uttan so, at tann sjálvbodna kommunusamanleggingin verður tíðaravmarkað. Orsakað av politiska ynskinum um sjálvbodna samanlegging var tí neyðugt at arbeiða við fleiri møguleikum. Er viljin størri til 2 heldur enn 1 kommunu í t.d. Suðuroy, er neyðugt at taka hetta ynski til eftirtektar. Men er eingin samanlegging í Suðuroy farin fram, tá tíðin til sjálvbodna samanlegging er farin, mælir Kommununevndin til, at Suðuroyggin verður løgd saman til eina kommunu við lóg.


Kommunala fyrisitingin

At Ronnie og Gestur kritisera kommunuálitið fyri ikki at hava viðgjørt krøvini til fyrisitingina í einum nýggjum kommunalum bygnaði, má vera ein misskiljing av arbeiðssetninginum. Kommununevndin hevur ikki fingið álagt at fara inn í serlóggávuna og viðgera krøvini í henni, men heldur hyggja eftir uppgávubýtinum millum land og kommunur. Aðaltankin er, at uppgáva og ábyrgd skulu fylgjast. Fyrisitingarligu krøvini eru staðfest í fyrisitingarlóggávuni, sum eisini er galdandi fyri kommunur, umframt øll krøvini, sum eru staðfest í serlóggávuni. Meiningin er, at kommunurnar innanfyri lógarásettu krøvini skulu hava sjálvræði, t.v.s. hava fulla ábyrgd av teimum kommunalu viðurskiftunum.

Fyri at kommunurnar hvør sær skulu fáa eina fyrisiting, sum hóskar best til viðurskiftini í kommununi, eigur tað hvørki í kommunulógini ella serlóggávuni at vera tilskilað, hvussu sjálv kommunala fyrisitingin verður innrættað. Tí hevur Kommmununevndin í álitinum lagt dent á, at landsstýrið ikki skal stýra kommununum í smálutum, men ígjøgnum eftirlitið við kommununum hava ábyrgd av, at kommunurnar halda seg innan lógarinnar karmar.

Ronnie og Gestur kritisera kommunuálitið fyri ikki at koma við einum greiðum boði uppá, hvussu vit fáa eina kommunuumsiting, sum bæði er før fyri at veita borgarunum eina dygdargóða tænastu og samstundis megnar at gagnnýta skattapeningin effektivt. Kommununevndin metir, at prinsippið um at tann, ið tekur avgerðina, eisini skal bera fíggjarligu ábyrgdina, tryggjar eina effektiva nýtslu av skattapeninginum. Broytingin er, at kommunurnar skulu fáa endaliga avgerðarrættin á teimum kommunalu ábyrgdarøkinum, og soleiðis sjálvstøðugt kunnu raðfesta, uttan at neyðugt er við góðkenning aðra staðni frá, sum vit kenna tað í dag. Hervið fær borgarin eina greiða mynd av, hvør hevur ábyrgd av uppgávunum og harvið eisini, hvussu skattapengarnir verða gagnnýttir.


Verksetanarætlanin

Aðaltankin við verksetanarætlanini er at gera karmar fyri eini kommununðskipan og ikki at koma við einum endaligum uppskoti um, hvør hevur ræðið á økinum. Raðfestingin er okkara meting av, í hvørji raðfylgju tey ymisku ábyrgdarøkini skulu býtast millum land og kommunur. Kommunurnar skulu sjálvandi ikki hava øll økini í senn, men stig fyri stig, soleiðis at tær hava møguleika at búnast og vaksa við uppgávunum og harvið verða førar fyri at átaka sær størri og størri ábyrgd. Kommununevndin hevur viðgjørt uppgávubýtið í høvuðsheitum, men Kommununevndin heldur, at tað hevði verið eitt klassiskt mistak at gjørt eitt nágreiniligt uppgávubýti, tí tað má vera ein samráðingarspurningur millum land og kommunur. Kommununevndin hevði í hesum føri komið inn sum eitt óneyðugt millumlið. Hartil skal viðmerkjast, at uppskotið hjá Kommununevndini letur upp fyri møguleikanum, at t.d. ein sosialnevnd, við umboðum frá landi og kommunum, verður sett at gera eitt samlað uppskot um broytingar í almannaverkinum.


Kvalifiserað arbeiðsmegi

Ronnie og Gestur halda, at tað verður næstan ógjørligt at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi til komandi kommunalu fyrisitingarnar. Hetta er svartskygt, og skuldi hetta verið grundarlagið, hevði einasti møguleikin verið at miðsavna alt í miðstaðarøkinum. Kommununevndin hevur mett, at breiðari starvsmøguleikar úti í kommununum fara at bera í sær, at tað verður meira lokkandi at flyta út á bygd. Heldur ikki eiga vit at gloyma, at verandi smáu kommunalu fyrisitingar hava góð og dugnalig fólk, sum við sammanleggingum verða gott grundarlag at byggja á.


Bygnaðarbroytingarnar

í miðfyrisitingini

Í greinini verður spurt um, hví ein rúgva av uppgávum eru miðsavnaðar í aðalstýrum, samstundis sum nevndin hevur arbeitt við at miðfirra uppgávur. Kommununevndin veit bara um, at álíkningarmyndugleikin er miðsavnaður. At uppgávurnar eru savnaðar í aðalstýrum merkir ikki, at uppgávur eru tiknar frá kommununum. At uppgávur eru fluttar í eitt aðalstýri frá einum stovni undir landinum hevur sum so ikki broytt uppgávubýtið millum land og kommunur.


Marknaðarkreftirnar

Viðmerkingin um marknaðarkreftirnar (s. 117 í tátti II) er at skjóta spurvar við kanónum. ?Poengið? er, at tá tað almenna fer inn við skattapengum, er tað kappingaravlagandi.Hetta merkir ikki, at nevndin mælir frá, at kommunurnar kunnu vera við til at menna vinnulívið. Kommunurnar skulu hava ábyrgd av, at karmarnir fyri vinnulívið í kommununi eru so góðir sum gjørligt, men tær eiga ikki at hava møguleikar at seta pengar í einstakar verkætlanir.


Heppin rættlestur

At enda skal viðmerkjast, at vit ikki halda, at rættlesturin hevur forbronglað tekstin, men heldur hevur tryggjað, at tungur fakligur tekstur er vorðin til livandi lættskiljandi føroyskt skriftmál.


Hilmar Høgenni