Politikarin og sannleikin

Á einum politiskum fundi í Atlantis citeraði Hákun Djurhuus (1908-87), fyrrv. løgmaður, tann enska liberala forsætisráðharran W. E. Gladstone (1809-98) fyri at siga: ?Gud náði tann politikara, sum ikki sigur veljarum sínum sannleikan!?.

Hetta kom fram fyri meg, tá ið Finnbogi Arge, í løtuni landsstýrismaður fyri tann føroyska liberala fólkaflokkin, og sum sjálvur fjórði stóð 4. jóladag í kantinuni hjá LV og proklameraði, at Henning Jacobsen í døgverðatímanum sama dag officielt varð koyrdur til hús uttan grund, og at annar her hjástaddur persónur er settur sum stjóri á LV í staðin.


Jólafundurin

Undir jólahalguni hevði eg verið í sambandi við tinglimir floksins og løgmann og spurt um, hvat málið veruliga snúði seg um, og bara hevði fingið loftnað og hálvhjartað aftursvar sum: eg veit ikki, eg forstandi einki, eg fái so lítið sagt og gjørt o.s.fr.. Tí spurdi eg Finnboga beint fram: ?Hvat er hetta fyri nakað, og hvør stendur aftanfyri hesa atgerð??. Til hetta svaraði Finnbogi Arge ráðisligur: ?Um nakar heldur, at eg geri hetta, sum nú er farið fram, uttan at hava fullan politiska uppbakking aftanfyri meg, so fer hann skeivur!?.

Eg spurdi síðani við ábending móti Reidari Nónfjall: ?Hvat hevur hesin persónur fram um Henning Jacobsen í vitan, evnum, kunnleika og erfaringum??.

Til hetta gav F. Arge eitt typiskt og víkjandi politikarasvar: ?Eg skal bara vísa til rapportin, har nevndin undir forsætismálaráðharranum gevur Strandferðsluni toppkarakter undir Reidari Nónfjall fyri bæði broytingar, leiðslu, sparingar og góða roknskaparførslu?.

Soleiðis fullu orðini, mær vitandi, og eini 30 fólk vóru til staðar og eru vitnir til hetta.

Um tann fyrra pástandin: um fulla politiska uppbakking, hevur samgongan longu haft F. Arge í ?bobblubað? og ruspað hann til við neglabust og Rexona í 2-3 tímar. Hann fekk eina langa nøs og krav um skrivliga frágreiðing o.a., sum nú verður bíðað eftir. F. Arge viðgekk eisini aftaná, at hann nokk hevði runnið fyri ein hálvan vind.

Eftir henda stutta og lagnukvidna fundin 4. jóladag fóru Levi Hentze, skrivstovustjóri og eg upp á ovastu hædd at kanna tann seinna pástandin og tóku fram umrødda rapportin frá: Det rådgivende udvalg vedrørende Færøerne. Beretning om den økonomiske udvikling på Færøerne i 1997/98. Útgivið í december 1998.


Strandferðslan

Um Strandferðsluna: 4.4 Kystfarten, á síðu 75 standa hesi orð:


1.Som Kystfarten er organiseret i dag er det vanskeligt at vurdere, om selskabet drives effektivt.

2.Som et minimum bør det i fremtiden sikres, at selskabets omkostninger kommer klart frem.

3.Det kan ske gennem et krav om udarbejdelse og udlevering/offentliggørelse af interne regnskaber for forskellige forretningsområder.

4.Gennem en konsekvent regulerings-, udliciterings- og privatiseringsstragegi kunne virksomheden tænkes effektiviseret yderligere.


Af mulige initiativer kunne til overvejelse nævnes:


a)Et frasalg af selskabets lastbiltransport. Det virker ikke umiddelbart velbegrundet, at landsstyret er

i et forretningområde, der i øvrigt drives kommercielt og med betydelig konkurrence fra private udbydere.

b)Udlicitering af færgeruter.

c)Udlicitering af de resterende busruter.


Hvar er her nakar toppkarakterur til Strandferðsluna og stjóra? 11 ella 13-tølini? Nei, heldur er talan um 03 og 05, sum krevur bata!


Hvat er endamálið?

Vanligi veljarin spyr tí við

rætti: hvat skulu tílík ósannindi brúkast til. Hvat fær sonevndar ábyrgdarpersónar í landsins og samgongunnar navni, at koma við sovorðnum tápiligheitum, at koyra ein dugnaligan og vælbegávaðan tænastumann til hús við dags varsil? Er hetta bara fyrsta nosið í einari størri samansvørjing? Er hetta ikki tekin um, at nakað er rívandi og rablandi galið, tá ið tú ikki tykist at fanga Óla Breckmann, Finnboga Arge og Vinnumálastýrið í einari sannheit í hesum máli?

Hesir siamesisku tvillingarnir í dagsins politikki: Óli og Finnbogi, sum ikki ber til at skilja at. Annar kundi fingið starv sum undirhaldari á einum hvørjum cirkusi, og hin á somu scenu, sum Mr. ?Dingl & Vingl?.

Eitt orðatak sigur, at tað ringasta, sum ein hestaprangari kann hava í ogn, er ein samvitska. Um tað sama er at siga um politikarar, brúktbilaseljarar o.a., veit eg ikki.

Um til ber at ?avrúsa? fólk fyri ósannindi, veit eg heldur ikki. Viðgerðarstovnurin á Velbastað hevur klára so mangt. Um teir kundu traðka til her, ber ikki til at siga, - men tað hevði kanska verið eina roynd vert.


Um at lúgva

Herbert Tingsten (1896-1973), professari í nationaløkonomi, chefredaktørur í 25 ár Dagens Nyheter, eminentur stílistur og debattørur, sigur í endurminningunum um sínar royndir av fólki, sum siga ósatt.

1.Ein lystlygnari er ein ?kunstnari?, sum livir í lygnanna gleði og framleiðis ósannheitir líka lætt sum ein yrkjari slettir eina yrking úr ermuni.

Hann nevnir vin sín Olle Strandberg sum dømi, tá ið hesin við Universitetið í Stockholm skuldi verja sína doktararitgerð um Urban Hjärne. Herbert Tingsten var sjálvur annar oppunenturin, og hann sat skiftivís og øtaðist, og var skiftvís um at skrædna í látri um, hvussu Strandberg feiaði allar kritiskar spurningar av vegnum við einari óhoyrdari elegantari frekkheit. Eitt ótrúligt talent á økinum!

2.Ein nyttulygnari, (og her eru vit helst øll í vanda), er ein sum roynir at lita eina keðiliga støðu til eina betri við einari sonevndari ?hvítari lygn?.

3.Ein maktlygnari, er tann farligasti av teim øllum. Hesin livir væl í politiskum umhvørvi, og er altíð í nánd av einaveldisharrum og intrigumakarum, sigur Tingsten. (Hvat mundi hann sagt um Tinganes?).

Nú er nokk á hesum sinni, og meðan vit bíða eftir, at landsstýrismaðurin og vinnumálastýrið taka betri partar fyri, og at Henning Jacobsen verður sum skjótast settur aftur í starv sítt, (Hans Biskopstø er ivaleyst altíð klárur at víkja sæti fyri honum) kunnu vit saman við Óla og Finnboga aftur lurta eftir orðunum hjá Hákuni Djurhuus, løgmanni: ?Gud náði tann politikara, sum ikki sigur veljarum sínum ??.!


Arnstein Niclasen

20.01.99