Tað vakti ans, tá ið tann einans 21 ára gamli Jákup Sverri Kass úr Havn tók sæti á tingi umboðandi Sjálvstýrisflokkin, eftir at Helena Dam á Neystabø var farin út í landsstýrið.
Yngsti tinglimur í søgu løgtingsins er ungi havnarmaðurin, og tey eru helst ikki mong í hansara aldri, sum kundu tonkt sær at siti í hansara sessi.
Hørð byrjan
Spurdur um tað var nógv at seta seg inn í, tá ið man kemur á ting, svarar Jákup Sverri, at so er. "Tað er ótrúliga nógv at lesa og at seta seg inn í, og so skal man sjálvsagt eisini læra seg mannagongdina í tinginum og í tingarbeiðinum."
Eisini sigur Jákup Sverri, at hann ikki hevði væntað, at tað fór at verða so strævið, sum tað nú einaferð er. "Tey flestu halda óivað, at tingarbeiði bert er tær ferðirnar, tá ið tingfundir eru á skránni, men soleiðis er tað so barasta ikki. Sjálvir tingfundirnir eru bert ein brøkpartur av tingarbeiðinum, meðan nógv tann størsti parturin er nevndarfundir, alt eftir hvørjum nevndum ein situr í."
Sjálvur situr yngsti maður á tingi í trimum rættuliga krevjandi nevndum. Jákup Sverri er limur í ávíkavist vinnunevndini, uttanlandsnevndini og grein 19 nevndini, har hann eisini er næstformaður. Serliga er tað vinnunevndin, sum fer við nógvum fundararbeiði, og hendan nevnd verður mett sum tann næststrævnasta, bert yvirhálað av fíggjarnevndini.
Fyrstu tíðina, eftir at hann var komin á ting, brúkti Jákup Sverri nógva tíð til at lesa hópin av málum, sum lógu í tinginum og bíðaðu eftir nýggju tingmanningini, men tá ið hann var liðugur við hetta, so var framvegis nógv annað, ið hann skuldi seta seg inn í. "Tú hevur altíð eina rúgvu av ymiskum málum liggjandi, sum tú skal lesa, og so situr man eisini og orðar fyrispurningar til eitt nú landsstýrismenn." Hetta kvøldið Yngd prátaði við Jákup Sverri fór hann at seta seg at skriva ein fyrispurning til landsstýrismannin í skúlamálum um lestrarstuðulin.
Fingið nýggj hjartamál
Í samrøðu við Sosialin tá ið hann tók sæti á tingi, segði Jákup Sverri millum annað, at tað serliga vóru umstøðurnar hjá teimum ungu og lesandi, ið lógu honum nærmast hjartanum. Hesum heldur hann fast við, og tað, sum hann gongur mest upp í, er ávíkavist lestrarstuðulin og so ein útbygging av Studentaskúlnaum í Hoydølum.
Nógv kjak hevur verið um lestrarstuðulin, og tað kann tykjast trupult at finna út av, hvat landsins myndugleikar fara at gera í hesum máli til komandi skúlaár. Jákup Sverri sigur, at eftir hansara tykki er tað ógvuliga umráðandi, at tey, sum eru undir 18 ár, eisini fáa lestrarstuðul, og ikki sum í onkrum uppskoti, ið hevur verið frammi, standa til at fáa einki. Millum annað tí hevur Jákup Sverri í gjár setti fyrispurning fram á tingi til landsstýrismannin fyri at fáa at vita, hvat ið hendir í hesum máli.
Studentaskúlin í Hoydølum er eitt hjartabarn hjá Jákupi Sverra, sum fyri fáum árum síðani sjálvur var næmingaráðsformaður har uppi. At skúlin er við at gerast ótíðarhóskandi og krevur stórar ábøtur og útbyggingar, um hann framhaldandi skal verða egnaður til slíkt skúlabrúk, er eyðsæð. Stórt plásstrot er á skúlanum skilst á næmingunum, sum ganga har uppi, og tað er einki yvir at dylja, at skúlin ikki kann halda fram í nógv ár aftrat í verandi líki.
Sambært Jákupi Sverra, so var ein verkætlan gjørd á sinni, um hvussu man kundi útbyggja verandi Studentaskúla, so at hann gjørdist meiri nútíðarhóskandi og rúmligari til frama fyri bæði næmingar og lærarar á skúlanum. Tíverri hendi tað tað, sigur Jákup Sverri, at tá ið Eilif Samuelsen tók við sum landsstýrismaður í skúlamálum, skúgvaði hann hesa ætlan til viks, og ístaðin var farið undir eitt projekt, har ætlanin var at byggja ein heilt nýggjan studentaskúla úti í Marknagili nærhendis Handilsskúlanum og Skúlaheiminum. Hesari ætlan arbeiðir núverandi landsstýrismaður í skúlamálum eisini við, og tað hóvar avgjørt ikki Jákupi Sverra. Fyri honum tykist tað sum ein sjálvfylgja, at ein studentaskúli í høvuðsstaðnum skal liggja í Hoydølum, sum má sigast at verða eitt sera væl egnað stað til at hava ein slíkan undirvísingarmiðdepil.
Jákup Sverri hevur fingð sær eitt hjartamál aftrat, og tað eru fiskivinnumál. Tá hann kom á ting, hevði hann ikki tann stóra áhugan fyri hesum, men nú er vend komin í. Tað er einki at dylja yvir, at ættin hjá Jákupi Sverra altíð hevur havt nógv tilknýti til sjógvin, og sum hann sjálvur sigur, so er tað helst nakað, ið liggur í blóðinum hjá sær.
Frítíðin
Tey, sum fylgja eitt sindur við í føroyskum hondbólti, vita, at Jákup Sverri er ein av okkara fremstu hondbóltsdómarum, og at hann haraftrat eisini spælir á fyrstaliði hjá Neistanum.
Á henda hátt kemur Jákup Sverri nógv út um landið, og tað er ikki sørt, at hann kemur í prát við nógv fólk kring oyggjarnar. Eisini hendir tað seg, at hann fær onkrar viðmerkingar undir dysti, bæði meðan hann dømir og spælur sjálvur, "men hetta taki eg bert við einum smíli," sigur Jákup Sverri sjálvur, "tí eg trúgvi, at tey sum rópa eftir mær, ikki meina nakað ringt við tí, og at tað verður bert rópt í speisemi."
Hondbólturin gevur eisini Jákup Sverra høvi til at fara og støkka inn á gólvið hjá fólki kring landið, og hetta er nakað, ið hann ger nógv við og eisini dámar sera væl.
"Mær hevur altíð dámt væl at práta við fólk, og eg havi heldur einki ímóti, at fólk ringja til mín at tosa um ymisk mál, um bert tey ikki ringja á miðjari nátt," sigur Jákup Sverri og leggur aftrat, "at tað eru rættuliga nógv fólk, ið ringja, og tað eri eg glaður fyri, tí eg fái jú eisini bæði rís og rós frá hesum, og tað er við til at menna ein".
Eitt, sum Jákup Sverri tó mangan kann argast inn á, er, at summi fólk koma til hann í býnum um næturnar í vikuskiftinum og vilja tosa um ymisk politisk mál. "Hetta hendir tíbetur ikki ofta, men tað kemur fyri, og tað kann verða eitt sindur keðiligt, um persónurin tosar alt ov leingi, serliga tá ið man sjálvur er í vertskapi við vinfólki."
Neyvan tingmaður leingi aftrat
Tá ið Jákup Sverri bleiv valdur inn á ting, var tað óvist, um hann fór at taka við sessinum, tí at hann hevði jú ætlanir um at fara uttanlanda undir víðari lesnað.
Hetta verður helst eisini veruleikin í summar, tí Jákup Sverri sigur, at hann ætlar sær at søkja um upptøku á lærdu háskúlunum at lesa antin løgfrøði ella samfelagsfrøði, tó helst løgfrøði. Sleppur hann so inn á skúla, so verður hann noyddur at siga tingsessin frá sær, og vit fáa ein eldri tingmann aftrat í løgtingið.