deildini, eisini at hava lið í næstbestu deildini. - Hesi seinnu árini er 2. deild nærmast ruddað fyri b-lið, um vit kunnu kalla tey tað. Bæði GÍ, B68, HB og onnur við hava verið úti fyri niðurflyting úr [...] venjaran, Sjúrð Norðbúð, út við Sigfríð Clementsen, sum fyrr í ár var koyrdur frá sum venjari hjá ÍF í bestu deildini. Sigfríður hevur áður við hepni havt leiðsluna av næstbesta liðnum hjá B36. Stóran [...] Neystabø og leggur afturat, at júst hesi trý feløg liggja eisini og berjast í botninum av 2. deild. - Kappingin í 2. deild er blivin nógv sterkari seinnu árini, og tað felagið, sum umframt eitt lið í bestu
Danielsen, KÍ,. Súni Olsen, GÍ, Jákup á Borg, HB, Fróði Benjaminsen, Fram, Julian Johnsson, ÍF, Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, Kári Nielsen, HB, Rógvi Jacobsen, HB, Hjalgrím Elttør, Fremad Amager, Andrew [...] seg til at spæla aftur á landsliðnum. Sammett við vinardystinum móti Hollandi, er tað merkisvert, at HB-miðvallarin, Kári Nielsen, sum fyrstu ferð fekk boð ta ferðina, aftur hesa ferð er boðsendur. Harvið
tað var gott fyri næstu vikurnar, at okkara megnaðu at fáa tvey mál. Nú verður tað torført? - NSÍ, Skála, HB og VB eru stórar avbjóðingar fyri okkum. Vit spardu Anderson, tí hann var skaddur, og Stan noyddist [...] at talan hevði verið um rán, tá ið GÍ hevði skorað trý mál, meðan teir sjálvir einki høvdu fingið: - Tað kostar ógvuliga nógv, tá ið møguleikarnir verða misnýttir. Serliga tá ið mótstøðumenninir megna [...] Mortensen, venjari hjá B68. Hann heldur seg ikki hava nakað at siga um leikliga avrikið í 1. hálvleiki. - Ætlanin var, at vit skuldu koma ígjøgnum í borðunum, og tað eydnaðist væl. Vit spældu okkum til møguleikar
Nú er tað B36 á útivølli? - Tá verður Hanus Jacobsen leikbannaður. Tað sigur seg sjálvt, at vit fara eftir øllum stigunum. Tit fáa ikki so nógv burturúr deyðbóltsstøðunum? - Alt ov lítið, uttan tá ið Súni [...] Serliga hevur Súni Olsen tikið dyk á seg seinastu ferðirnar. Hann skoraði trý mál í Vági, tvey ímóti ÍF og nú aftur tvey ímóti B68. Ein undur í um sjálvsálitið er í lagi, nú hann í næstu viku skal royna [...] hevur sítt egna fótbóltsspæl at hugsa um, er sjálvandi væl nøgdur við trivaliga sigurin ímóti B68: - Tá ið man ætlar sær at vera við í toppinum, so er neyðugt at vinna. Vit fingu væl burturúr fyrra umfarinum
møguleika at vinna FM? - Tað hava vit, og vit fara at stríðast fyri at varðveita møguleikan. Um tað eydnast okkum at fáa fult hvørja ferð, so kunnu vit ikki gera meiri. So mugu vit vóna, at HB kiksar í onkrum [...] seinastu árini. Men onkra ferðina hevur leikliga avrikið verið meiri sannførandi, enn tað var hesa ferð. - Rætt er tað. Men vit eru hjartans fegnir um, at tað eydnaðist. Tað er hugaligt at vera við so leingi [...] onkrum dysti. Tit kendu tykkum ikki kroystar í Klaksvík? - Tá ið munurin bara er eitt mál, kann alt henda. Men eg haldi ikki, at Magnus Poulsen í málinum hjá okkum nakra ferðina noyddist at tveita seg fyri at
Tað gjørdi góðan mun hjá Stjørnuni í fjør, at liðið um jóltíðir fekk Alinu Olaru til felagið úr StÍF. Rumenski bakkurin gjørdist skjótt ein lyklaleikari hjá Stjørnuni, og eingin ivi er um, at hon átti [...] Stjørnuni, tí hon fór til Fraklands at spæla, greiðir formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, frá. - Hetta kom ógvuliga óvart á okkum, tí vit høvdu gjørt eina avtalu fyri komandi kappingarár, sigur hann [...] fyrr enn Stjørnan hevur fingið endurgoldið tær útreiðslur, ið tað hevur havt av rumenska leikaranum. - Vit hava goldið ferðaseðil millum Føroyar og Rumenia fyri hana, og somuleiðis hava vit rindað eina ávísa
HB-EB/Streymur 3-0(0-0) 1-0 Heine Fernandez 50. 2-0 Rógvi Jacobsen 58. 3-0 Rógvi Jacobsen 85. HB: Bárður Johannesen - Vagnur M. Mortensen, Jan Dam, Símun Eliasen, Janus Joensen - Jákup á Borg(Hallur Danielsen [...] Nolsøe liðsk., Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl Høgnesen, Andrej Pacek, Gert Hansen, Esmar Eiðisgarð(Hallur Jacobsen 62.) - Bárður Olsen, Marni Djurhuus [...] Djurhuus, Knút Vesturtún(Jákup M. Joensen 67.), Hans Pauli Samuelsen(Johan á Stongum 81.) - Sorin Anghel liðsk., Sonni L. Petersen Gult kort: Sorin Anghel 18. Dómari: Birgir Sondum
undirmannaðir. - Stóran kreditt til liðfelagarnar, sum stríddust so væl, og sigursmálið hjá Høgna Zachariasen var meistarligt, staðfesti Bartal, sum er leikbannaður sunnudagin, tá ið ÍF á heimavølli skal [...] ímóti NSÍ. Fuglfirðinar minnast serliga í 1997, tá ið ÍF vann 4-2 í Runavík, og Magni á Lakjuni, sum var komin úr Danmark at hjálpa til, skoraði trý mál. - Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør tað er, sum skorar [...] Tað tóktist sum um, at teir høvdu lítlan hug at fara undir tak. ÍF spælararnir fegnaðust um sigurin í Runavík, og teir hildu, at hann fer at hava sera stóran týdning fyri stríðið at varðveita plássið í
kreppudámi yvir leguni. Hvat gera tit nú? - Vit mugu rannsaka, hvussu tað kann bera til, at avrikið varð so ússaligt. Og so mugu vit arbeiða víðari. At vit taptu ímóti ÍF ber við sær, at tað ikki verður minni [...] Hýrurin var einki serligur í NSÍ leguni. Teir høvdu roknað við torførari uppgávu ímóti ÍF, men tað var serliga mátin, sum teir taptuj uppá, ið nívdi teir gulu og svørtu. NSÍ heimasíðan er ein av teimum [...] Tað tykist næstan vera in at bera seg ljótt at ímóti sínum egnu, tá ið teir treingja mest til stuðul. - Eg eri sera vónbrotin av avrikinum hjá okkum. Vit fáa ongantíð fatur á fótbóltsspælinum, og tað er spell
brattari nú, enn hon var undan ÍF sigrinum í Runavík. B68 hevur tvey stig, og nú hevur ÍF sjey stig. Tað vil siga, at B68 skal í minsta lagið vinna tvær ferðir, meðan ÍF einki skal fáa burturúr. Tað verður [...] tendensurin er har. HB vinnur og vinnur. Kortini verður aftur og aftur sagt, at leikliga avrikið ikki hevur verið heilt í topp. At full úrtøka kortini fæst burturúr boðar frá klassa. At HB eigur nógvar góðar [...] er tað sannlíkt ? so segði hann rættuliga sannlíkt ? at HB um hálvan annan mánað hevur vunnið meistaraskapin fyri átjandu ferð. Sunnudagin skal HB til Vágs. Har plaga teir at hava trupulleikar. Um teir