Mistøkini kosta nógv

Serliga tá ið tað gongst so illa at fáa mál, níva mistøkini nógv, staðfestir B68 venjarin

Tá ið toftamenn vóru komnir undir tak at hvíla seg, kendu teir tað sum um, at talan hevði verið um rán, tá ið GÍ hevði skorað trý mál, meðan teir sjálvir einki høvdu fingið:
            - Tað kostar ógvuliga nógv, tá ið møguleikarnir verða misnýttir. Serliga tá ið mótstøðumenninir megna at sekta okkara mistøk. Fyrsta málið eigur ikki at koma. Bólturin stiklar í vøllin, áðrenn hann fer í málið. Tað tykist sum um málverjin roknar við, at hann er hinumegin stólpan.
            Sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá B68. Hann heldur seg ikki hava nakað at siga um leikliga avrikið í 1. hálvleiki.
            - Ætlanin var, at vit skuldu koma ígjøgnum í borðunum, og tað eydnaðist væl. Vit spældu okkum til møguleikar, men vit megnaðu ikki at fáa mál, og tað eru tey, sum telja. Tá ið teir høvdu fingið gávuna til 4-0, vóru okkara skelkaðir. Tað er einki at siga til. Trýstið lætti, tá ið teir mistu ein mann, og tað var gott fyri næstu vikurnar, at okkara megnaðu at fáa tvey mál.
            Nú verður tað torført?            - NSÍ, Skála, HB og VB eru stórar avbjóðingar fyri okkum. Vit spardu Anderson, tí hann  var skaddur, og Stan noyddist at gevast eftir fyrra umfarið, tí hann var skaddur. Vit vóna, at teir báðir og onkrir av hinum, sum eru skaddir, fara at koma fyri seg nú, so vit fáa størri kapping og fleiri møguleikar at seta liðið saman, sigur Trygvi Mortensen.