Sjey mál í trimum royndum

Úrtøkan boðar frá, at gøtumenn eru á kambinum, og serliga hjá Súna Olsen gongur tað sum eftir ánni

Tað er sum í gomlum døgum hjá GÍ. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir fingið fulla úrtøku. Frá at hava verið á lítið hugaligum sjeynda og áttanda plássi, eru teir nú rættuliga við í kappingini um bronsumerkini.
            Serliga hevur Súni Olsen tikið dyk á seg seinastu ferðirnar. Hann skoraði trý mál í Vági, tvey ímóti ÍF og nú aftur tvey ímóti B68. Ein undur í um sjálvsálitið er í lagi, nú hann í næstu viku skal royna seg á landsliðnum.
            Pauli Jarnskor, sum á beinkinum er forlongdi armurin hjá venjaranum, Popczynski, ið eisini hevur sítt egna fótbóltsspæl at hugsa um, er sjálvandi væl nøgdur við trivaliga sigurin ímóti B68:
            - Tá ið man ætlar sær at vera við í toppinum, so er neyðugt at vinna. Vit fingu væl burturúr fyrra umfarinum, meðan teir misnýttu stórar møguleikar og raktu træverkið. Tað hevur nógv at siga, at Súni er so skottryggur. Adam skoraði, og hann var við í onkrum góðum kombinatiónum. Vit ivast ikki í, at hann hevur góð evni, og vit rokna avgjørt við honum, sigur Pauli Jarnskor, sum fegnast um, at tað endiliga eydnaðist at hava allar spælararnar tøkar. Hetta mundi vera fyrsta ferðin í ár, at eingin GÍ spælari var skaddur.
            Teir sleppa upp í part aftur, tá ið tit hava skorað fimm mál?
            - Vit missa ein mann. Tá ið vit eru so nógv frammanfyri, og teir eru heilt skelkaðir, so eru tað ov nógvir av okkara, sum eru ov grammir frameftir. Tá verður tað lættari hjá hinum at koma ígjøgnum og at fáa mál.
            Nú er tað B36 á útivølli?
            - Tá verður Hanus Jacobsen leikbannaður. Tað sigur seg sjálvt, at vit fara eftir øllum stigunum.
            Tit fáa ikki so nógv burturúr deyðbóltsstøðunum?            - Alt ov lítið, uttan tá ið Súni roynir beinleiðis móti málinum. Í løtuni kann eg ikki minnast nakað mál, sum vit í ár hava fingið í sovornum støðum. Tá ið Símun Petur Justinussen var upp á tað besta og eisini aftaná tað, skoraðu vit ofta í sambandi við horna og frísparksstøður. Vit høvdu fleiri spælarar, sum vóru stinnir í høvuðspælinum. Tað arbeiða vit við at betra um, men vit mugu staðfesta, at tað higartil ikki hevur ligið so væl fyri á tí økinum.