B36 fekk øll stigini við sær úr Klaksvík. Tað hava teir gjørt fleiri tey seinastu árini. Men onkra ferðina hevur leikliga avrikið verið meiri sannførandi, enn tað var hesa ferð.
- Rætt er tað. Men vit eru hjartans fegnir um, at tað eydnaðist. Tað er hugaligt at vera við so leingi, sum man hevur møguleikan. Tað eru nógvir góðir spælarar á liðnum, og eg ivist ikki í, at spælið kann gerast betri. Hesa ferð ráddi tað um stigini, og tey fingu vit, staðfestir Jens Kristian Hansen, sum sigur, at eingin vandi er fyri, at John Petersen ikki verður við ímóti GÍ. Álopsspælarin fór av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter. Hann hevur smávegis trupulleikar við knænum.
Tit halda tykkum framvegis hava møguleika at vinna FM?
- Tað hava vit, og vit fara at stríðast fyri at varðveita møguleikan. Um tað eydnast okkum at fáa fult hvørja ferð, so kunnu vit ikki gera meiri. So mugu vit vóna, at HB kiksar í onkrum dysti.
Tit kendu tykkum ikki kroystar í Klaksvík? - Tá ið munurin bara er eitt mál, kann alt henda. Men eg haldi ikki, at Magnus Poulsen í málinum hjá okkum nakra ferðina noyddist at tveita seg fyri at bjarga. Kanska legði hann seg omanyvir bóltin onkra ferðina, tá ið teir royndu langt úti frá, men tað var einki at tosa um, sigur Jens Kristian Hansen.