? Hetta er undir alt lágmark.
Hendan lemjandi dóm hevur Føroya Handverksmeistarafelag nú felt yvir leiðsluna í partafelagnum Vágatunlinum.
Tað er í sambandi við, at arbeiðið uppá vegirnar til undirsjóvartunnilin varð boðið út, at Føroya Handverksmeiarafelag fellur so harðan kritik yvir leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin.
Arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við vágatunnilin varð boðið út í innbodnari lisitatión, har sjey feløg vórðu boðin við.
Tá ið tilboðini vórðu latin upp, hevði Byggitek lægsta tilboð.
Men kortini hevur nevndin fyri P/f Vágatunlinum gjørt av at samráðast við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð um at gera arbeiðið.
Vágatunnilin sigur, at útfrá eini heildarmeting er tað tilboðið hjá J&K Petersen, sum gagnar Vágatunlinum best.
Eitt nú sigur Vágatunnilin, at J&K Petersen hevur latið eitt fast tilboð, men tað hevur Byggitek ikki.
Tí hevur leiðslan í Vágatunlinum mett, at tað er rætt at leggja 5% afturat tilboðnum hjá Byggitek fyri eykaarbeiði, sum altíð stendst av eini slíkari bygging.
Aðrar orsøkir vóru eisini til, at Vágatunnilin samanumtikið metti, at tilboðið hjá J&K Petersen var betri, Eitt nú varð sagt, at Byggitek ikki var so sterkt fíggjarliga.
Undir lagt lágmark
Framferðin hjá leiðsluni fyri Vágatunnilin hevur vakt miklan ans í byggivinnuni.
Og í fyrstu syftu kravdi Føroya Handverksmeistarafelag at fáa eina frágreiðing. og inntil tann frágreiðingin var komin, gjørdi felagið av at boykotta Vágatunnilin.
Tað varð gjørt við at nokta limum sínum at samráðast við tunnilsfelagið um nakað sum helst arbeiði.
Síðani hevur Føroya Handverksmeistarafelag fingið eina frágreiðing frá leiðsluni í P/F Vágatunlinum.Tað hendi fríggjadagin og tað fekk meistararnar at ógilda boykottið. Men Meistararnir gera samstundis greitt, at teir framvegis ætla sær at kanna, um alt er rætt farið fram.
Og koma teir eftir, at okkurt er at finnast at, fara teir helst at taka málið upp aftur.
Og í eini formligari fráboðan í kvøld, boðar Føroya Handverksmeistarafelag so frá, at tað má staðfesta, at framferðin hjá P/F Vágatunlinum hevur verið undir alt lágmark í sambandi við viðgerðina av teimum tilboðum, sum komu inn uppá arbeiðið at gera vegir, brúgv og annað í sambandi við tunnilin.
?P/F Vágatunnilin hevur bjóðað sjey fyritøkum at geva tilboð uppá vegir, brúgv o.a. til Vágatunnilin, sigur Føroya Handverksmeistarafelag.
? Tá ið so tilboðini koma inn, er tað vanliga tilboðið hjá tí eina byggifelagnum 2,4 milliónir lægri enn tað næstlægsta tilboðið.
Á tí alternativa tilboðnum, sum Vágatunnilin arbeiðir við, er munurin 1,6 millión.
? Landsverkfrøðingurin, sum hevur 50 ára royndir á hesum øki, og hevur verið nevndur sum serfrøðingur, mælir til at byggifelagið við tí lægsta tilboðnum fær arbeiðið.
? Men P/F Vágatunnilin fer uttanum ráðgevingina og fer í samráðingar við ein annan tilboðsgevara enn tann, sum ráðgevarin mælti til.
?Fyri at rættvísgera seg sjálvan, kemur P/F Vágatunnilin við ivasomum útalilsum, sum skaða fyritøkuna, teir sjálvir hava biðið um at geva tilboð, og, sum er 1,6 millión bíligast, sambært tilboðunum.
? Við at bera seg soleiðis at, kann P/F Vágatunnilin eisini skaða umdømi hjá hinum byggifelagnum.
Og síðani leggur Føroya Handverksmeistarafelag afturat:
?Føroya Handverksmeistarafelag stendur spyrjandi: Er hetta ein framferðarháttur, sum vit kunnu vænta okkum í framtíðini?
? Føroya Handverksmeistarafelag vendir sær frá slíkari framferð.
? Eisini vóna vit, at politiska skipanin ger tað sama og rættir tað, sum møguliga er skeivt, sigur Føroya Handverksmeistarafelg í eini fráboðan í kvøld.n Thomsen (2210)
Flóvin Tór Næs (2260)
1.c4 c5
2.Ric3 Rif6
3.g3 g6
4.Bg2 Bg7
5.Rif3 d5
6.cxd5 Rixd5
7.0-0 0-0
8.Rig5 e6
9.Rige4 c4
10.d3 cxd3
11.exd3 Ric6
12.Rixd5 exd5
13.Ric3 Be6
14.Bf4 Rc8
15.Fd2 Rid4
16.Bh6 Bxh6
17.Fxh6 b5
18.a3 a5
19.Kh1 b4
20.axb4 axb4
21.Rid1 Rib3
22.Ra4 Fb6
23.Rie3 Ric5
24.Raa1 Rixd3
25.Rixd5 Bxd5
26.Bxd5 Rixf2+
27.Kg2 Rc2
28.Bxf7+ Kxf7
29.Fxh7+ Kf6
30.Fh4+ Kg7
31.Fe7+ Rf7
32.Fe5+ Ff6
33.Fd5 Rd2
0-1
(2)
John Rødgaard (2335)
Torbjørn Thomsen (2210)
1.c4 Rif6
2.Rif3 g6
3.Ric3 Bg7
4.e4 d6
5.d4 0-0
6.Be2 e5
7.Be3 exd4
8.Rixd4 Re8
9.f3 Ric6
10.Fd2 Rih5
11.Rixc6 bxc6
12.g4 Rif6
13.h4 h5
14.g5 Rid7
15.0-0-0 Bb7
16.Bd4 Bf8
17.Bf2 Bg7
18.Rhe1 c5
19.Fc2 Bc6
20.Bd3 Fb8
21.f4 Fb4
22.e5 Rab8
23.Be4 Bxe4
24.Rxe4 Re6
25.Be1 Fb7
26.Re2 Rib6
27.exd6 Rxe2
28.Fxe2 cxd6
29.b3 Fd7
30.Fd3 Re8
31.Rib5 d5
32.cxd5 c4
33.bxc4 Rixc4
34.Ric3 Rie3
35.Bd2 Rixd1
36.Kxd1 Rd8
37.Kc2 Bxc3
38.Bxc3 Fxd5
39.Fa6 Fd1+
40.Kb2 Rb8+
41.Ka3 Fc1+
0-1
(3)
Flóvin Tór Næs (2260)
John Rødgaard (2335)
1.d4 d5
2.c4 e6
3.Ric3 Rif6
4.Rif3 Be7
5.cxd5 exd5
6.Bg5 c6
7.e3 Bf5
8.Bd3 Bxd3
9.Fxd3 Ribd7
10.0-0 0-0
11.Ff5 Re8
12.Rac1 Bd6
13.Rfe1 Fb6
14.Bxf6 Rixf6
15.Rc2 Re7
16.Rec1 Rae8
17.a3 Fd8
18.Rid2 Re6
19.Ria4 Rid7
20.g3 Rf6
21.Fg4 Rg6
22.Fh3 Rh6
23.Fg2 Rg6
24.b4 h5
25.Ric5 Rixc5
26.bxc5 Bc7
27.Rif3 Re4
28.Rid2 Ree6
29.Rif1 h4
30.f4 f5
31.Ff3 Fe7
32.Rg2 b5
33.Rcc2 Rg4
34.gxh4 Fxh4
35.Rxg4 fxg4
36.Fg3 Fh5
37.Rg2 Rg6
38.h3 Ff5
39.hxg4 Fd3
40.g5 Ff5
41.Fg4 Fxg4
42.Rxg4 Re6
43.Kf2 Re8
44.Rid2 a5
45.Rg1 Kf7
46.Rh1 a4
47.Rif3 Ke6
48.Rie1 Kf5
49.Kf3 Ba5
50.Rid3 Bc3
51.Rh2 Rb8
52.Rc2 Ba5
53.Rie5 Rc8
54.Rh2 Bc3
55.Rc2 Ba5
56.Rh2 Bc3
57.Rc2
Remis
.