at luttaka í hesum tvørpolitiska arbeiði, og var tað júst ein orsøkin til, at eg segði, ja tá heitt varð á meg um at stilla upp til løgtingsvalið í 2008. Sama ár, sum Lisbeth gavst á tingi. Nakað av tí [...] vóru foreldrini Rachel, fødd Fonsdal, úr Vestmanna og Georg L. Samuelsen úr Fuglafirði. Lisbeth giftist Jákupi Petersen, sála, av Signabø, og áttu tey børnini Elsu og Georg. Lisbeth vaks upp saman við [...] hertaka Føroyar. Lisbeth verður sostatt fødd inn í ein heim við kríggi og ófriði, og er so dánt farin til gongu, tá hermenn ganga í gøtunum her. Hon upplivir sum barnagarðsbarn at verða leidd niður í bumbuskýli
smøl og bert til smærri skip. Her var høgt upp til báðar síður. Síðan til Neapel og Genova í Italien. So til Barcelona í Spanien. Vit komu veruliga runt alt Miðalhavið, til vit komu aftur til Gibraltar [...] Føroyar til æru, hvar hann ferðaðist. Bernhard giftist til Fuglafjarðar. Hann var eisini bakari. Hann datt oman og doyði. Alex, Karl og Johannes búðu í Havn. Tað var ein systir, Magnhild, sum giftist við Gøtu-Jens [...] Elisabeth fór til Klasvíkar og varð gift við Jákup bónda á Biskupstø. Petur bleiv bakari í Klaksvík og giftist við systir Jógvan Waagstein. Andrias bleiv so “bakarin í Horni”. Petur og Andrias lærdu til bakara
hann vendi heimaftur at stovna egna fyritøku og at vera við til at skipa handilsliga umhvørvið í Føroyum av nýggjum. Hans Mortensen var m.a. við til at leggja lunnar undir mongu handilsstevnurnar í Havn í [...] Tíðliga í sjeytiárunum vóru ætlanir um at víðka miðbýin í Havn, har umstøðurnar vóru vorðna ov trongar til vaksandi ferðsluna og økta handilsvirksemið. Býráðið umrøddi m.a. møguleikan at gera eitt nýtt handilsøki [...] fyri meira enn 40 árum síðani. Hans Mortensen var stjóri í SMS frá tí, at felagið var stovnað í 1976 til 2007, eftir at hann longu í 1996 so líðandi hevði latið soninum, Niels Mortensen, alsamt fleiri le
lærari, í summarfrítíðunum til skips. Gávurnar at fáast við sang og tónleik eru góðar, og Jógvan hevur ikki sett ljósið undir skeppuna. Í samkomuni í Siloa spælir hann undir til felagssangin, og hann er [...] eisini staðfest, tá ið Jógvan var í mentamálaráðnum. Tað var lestrarárini í høvuðsstaðnum, at Jógvan giftist Odvør Gunnarsson, sum er ættað úr Havn. Tey eiga fimm børn – Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal [...] stuðlar hann sangin og tónleikin í heimbygdini. Jógvan hevur framúr gávur sum lagsmiður. Tað ber ikki til at tosa um skaldskapin í bundnum máli hjá Hans Andreasi Djurhuus uttan at nevna Jógvan á Lakjuni
tók prógv sum hondarbeiðslærari og eftir tað hevði hon kvøldskúla bæði á Strondum og tá ið hon giftist til Havnar, hevði hon eisini kvøldskúla har, eins og hon eisini undirvísti á háskúlanum. Men í 1971 [...] vøkstri, ið føroyska náttúran gevur okkum. Nicolina Jensen Beder sigur, at skuldi nakar fingið hug til at tikið hendan táttin upp aftur av álvara, eru alt væl og virðiliga lýst í bókini. Men bókin kann [...] tilvild. Hetta árið fekk ein ung, norsk kvinna, Annemor Sundbø, stuðul frá norska statinum at koma til Føroya at kanna gamla føroyska siðvenju um seyð og at handfara ull. Nicolina sigur, at tá fór hon rættiliga
Hann er lættur at koma á tal við, er hittinorðaður og dugir væl at taka til. Eisini er hann ein íðin HB-viðhaldsmaður og er til flestu dystirnar hjá HB, bæði í Havn og aðrastaðni í landinum. Hákun er [...] Ebbe, Finn, Helgi, Hákun og Anna Louisa. Hákun er einasti teirra, ið eftir er á lívi. Hákun er giftist Hjørdis, f. Petersen úr Kollafirði. Í fjør kundu tey hátíðarhalda diamantbrúdleyp. Tey áttu døturnar [...] at gera fimleik, sigur hann. Í umleið 70 av teimum 100 árunum, Havnar Fimleikafelag hevur verið til, hevur Hákun Mortensen verið limur í felagnum. – Tað er hopileyst at siga. Áramálið dugi eg ikki
nógv ár bar tað til at læra til sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Trinelena var millum teirra, sum lærdu har. Hon var liðug við útbúgvingina í 1950. Hon suppleraði, sum tað varð tikið til, á Sankt Hans [...] Klaksvík, har tey keyptu hús tætt niðri við Ósánna og mitt í býnum. Har hevur altíð verið vítt til veggja og høgt til loftið. Trinelena og Hans Jacob fingu fýra børn – Anna (1954), Páll (1959), Óluva (1963) [...] Hans hospitalinum á Amager og á føðiklinikkini, sum Astrid á Rógvi hevði úti í Søborg. Trinelena giftist 27. desember 1953 við Hans Jacob Joensen, sum var ættaður úr Heimistovu í Svínoy. Tey búsettust í Klaksvík
Jugoslavia hevur ákært Radovan Karadzic fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Bosnia, sum vardi frá 1992 til 1995. Ákæran bleiv sett fram longu fyri tíggju árum síðani, men enn er generalurin ikki funnin. Hann [...] Leiðslan í Fjord Line sigur við Bergens Tidende, at reiðaríið flutti 5,8 prosent færri ferðafólk til Danmarkar í mai mánað samanborið við sama mánað í fjør, men at at í juni var ferðafólkatalið hálvt [...] varðveita síni ferðafólk, tí meiri enn 60 prosent av teimum, sum sigla við Fjord Line, ferðast við ferjuni til og úr Danmark. Tí hevur danmarkarrutan sera stóran týdning fyri reiðaríið, sigur hann. Sjáldsom go
eitt ár, fór Andreas til Keypmannahavnar, har hann í 1977 tók embætisprógv sum lækni. Turnusskeiðið var Andreas á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í 1980 fór Andrias til Jönköping í Svøríki [...] Oyndarfirði, har hann búði síni fyrstu barnaár. Í 1955 flutti hann saman við foreldrum og systkjum til Klaksvíkar. Foreldrini eru Arne Petersen (1917-1982) ættaður av Fløtti í Oyndarfirði, og Martina fødd [...] í hetta heimið, eftir at hon hevði funnið annað arbeiði. Í politiska arbeiðnum sipar Andrias ofta til folkehemmet Svøríki, sum hann sigur seg hava fingið góðan íblástur frá tey fýra árini, hann arbeiddi
Sum flestu føroysku dreingir í tríati árunum, so fór Hjørleif til skips, tá ið hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Í 1938 fór hann til Danmarkar, og hann var við skúlaskipinum Danmark, sum eitt nú [...] 1939, at hann gjørdi av at flyta aftur til Føroya. Túrin eftir, at Hjørleif hevði verið við skúlaskipinum, varð tað tikið í USA. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, fór Hjørleif upp á skúla, og saman [...] úr Húsavík. Foreldrini vóru Magnus Magnussen, sum var ættaður úr Húsavík og var lærari frá 1914 og til 1957, og Alvilda, fødd Wægter og ættað av Bakkahellu í Havn. Tey áttu átta børn: Manni, sum búði á