Andrias Petersen 60 ár

Í dag, fríggjadagin 8. juni, verður Andrias Petersen í Syðrugøtu 60 ár.

Andreas er løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður, og í borgarliga yrkinum er hann kommunulækni.

Andrias varð føddur í Oyndarfirði, har hann búði síni fyrstu barnaár. Í 1955 flutti hann saman við foreldrum og systkjum til Klaksvíkar. Foreldrini eru Arne Petersen (1917-1982) ættaður av Fløtti í Oyndarfirði, og Martina fødd Tausen og ættað av Eiði. Hon er fødd í 1918 og býr nú á sambýlinum á Heygnum. Børn teirra eru Jaspur (1946), Andreas (1947), Óli Jacob (1949), Lena (1951) og Marjun (1961). Jaspur býr í Havn, Andrias í Syðrugøtu, Óli Jacob í Grønlandi, Lena Jacobsen í Syðrugøtu og Marjun Johannesen í Hósvík.

Eftir realprógvið í Klaksvík í 1964 fór Andrias at sigla sum fýrbøtari við Sjúrðarbergi í eitt ár. Í 1965 fór hann í Hoydalar, har hann leyk støddfrøðiligt studentsprógv í 1968. Eftir at hava verið vikarur í Klaksvík í eitt ár, fór Andreas til Keypmannahavnar, har hann í 1977 tók embætisprógv sum lækni. Turnusskeiðið var Andreas á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í 1980 fór Andrias til Jönköping í Svøríki, har hann í fýra ár var undir útbúgving í almennum medisini. Í eitt hálvt ár var Andrias 1. hjálparlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, og síðani í mars 1985 hevur hann verið avhildin kommunulækni í Gøtu og Leirvík.

Andrias hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í breiðum týdningi. Áhugan og undirtøkuna fyri sosialdemokratisku hugsjónini mundi Andrias fáa frá mammuni. Hon fór miðskeiðis í tríati árunum niður og kom ikki aftur fyrrenn eftir kríggið. Hon tænti í heiminum hjá Alex Christiansen, sum var ein av redaktørunum á javnaðarblaðnum Aktuelt. Har var nógv politiskt prát, og tey vóru góð við Martinu, sum eisini kom nógv í hetta heimið, eftir at hon hevði funnið annað arbeiði.

Í politiska arbeiðnum sipar Andrias ofta til folkehemmet Svøríki, sum hann sigur seg hava fingið góðan íblástur frá tey fýra árini, hann arbeiddi har yviri.

Í 1994 var Andrias fyrstu ferð á javnaðarlistanum í Eysturoy. Ta ferðina fekk Javnaðarflokkurin einki umboð í Eysturoy.

Andrias gjørdist landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum í landsstýrinum, sum sat frá september 1994 og fram til juni 1996. Í 1998 varð hann nummar tvey á listanum, og síðani 2002 hevur Andreas verið javnaðartingmaður fyri Eysturoyar valdømi.

Andrias var fyrsta tingskeiðið limur í trivnaðarnevndini og mentanarnevndini. Síðani samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin varð skipað eftir løgtingsvalið 20. januar 2004, hevur Andrias verið limur í trivnaðarnevndini og formaður í mentanarnevndini. Hann ber orð fyri at vera væl fyrireikaður, tá ið hann er framsøgumaður, og eitt nú í Pisa orðaskiftinum hevur Andreas havt greiðar og fjøltáttaðar áskoðanir.

Andrias giftist í 1975 við Katrin Zachariassen av Sondum á Sandi. Hon er lærari í Handilsskúlanum á Kambsdali. Katrin og Andrias eiga tvey børn – Arni (1974) og Johanna (1978). Arni býr í Syðrugøtu og er verkfrøðingur á Havsbrún í Fuglafirði, og Johanna er um at vera liðug við læknalesturin í Odense. Andrias eigur tvey abbabørn – eina gentu og ein drong.

Í 1992 varð Andrias valdur í bygdarráðið í Gøtu. Har sat hann í trý valskeið undantikið árini, tá ið hann var landsstýrismaður. Næsta skeiðið var hann næstformaður. Andrias er GÍ viðhaldsmaður, og hann dugnar felagnum við sínum serkunnleika. Hann fylgir væl við í samfelagsviðurskiftum heima og burturi, og honum dámar stak væl at lesa.

Føðingardagin er Andreas burturstaddur. 


J