Hóast ull sigst vera Føroya gull, er tað merkisvert, so lítið, sum er skrivað um hendan partin av okkara mentan og okkara siðaarvi.
Men nú hevur 82 Nicolina Jensen Beder latið sítt lívsverk, bókina, ”Seyður, ull og tøting”, úr hondum, har hon viðgerð allar tættir av hesi gomlu mentanini
Hetta er ein bók, sum lýsir tað stórarbeiði, ið gjørt varð frá tí, at seyðurin varð royttur, ullin vaskað og turkað, nappað og karðað, spunnin og litað og hetta er fyrstu ferð, at greitt er frá øllum hesum samanhangandi í eini bók.
Umframt hetta, læra vit at garva roð og seyma rotuskógvar og vit læra eisini at lita tógv við tí vøkstri, ið føroyska náttúran gevur okkum.
Nicolina Jensen Beder sigur, at skuldi nakar fingið hug til at tikið hendan táttin upp aftur av álvara, eru alt væl og virðiliga lýst í bókini.
Men bókin kann eisini brúkast sum eit uppslagsbók, tí høvundurin hevur eisini skrásett, hvaðani hon hevur ymsar upplýsingar.
Hálsaði um
Nicolina Jensen Beder er fødd á Strondum og vaks upp við hesi gomlu mentanini.
- Eg skal ikki siga, at tað altíð var so stuttligt hjá eini óvitagentu at verða sett at fáast við ull, men tað gav mær so eina holla vitan, sigur hon.
Seinni varð ullin mestsum trokað av, tí tá bleiv tað modernað at brodera.
Nicolina fór í læru og tók prógv sum hondarbeiðslærari og eftir tað hevði hon kvøldskúla bæði á Strondum og tá ið hon giftist til Havnar, hevði hon eisini kvøldskúla har, eins og hon eisini undirvísti á háskúlanum.
Men í 1971 varð áhugin fyri ullini rættiliga vaktur aftur og tað var mestum av tilvild. Hetta árið fekk ein ung, norsk kvinna, Annemor Sundbø, stuðul frá norska statinum at koma til Føroya at kanna gamla føroyska siðvenju um seyð og at handfara ull.
Nicolina sigur, at tá fór hon rættiliga at hugsa um, at hóast ullin ikki var so høgt í metum, mátti tað vera okkurt heilt serligt við henni, tá ið norski staturin læt Annemor Sundbø stuðul at koma higar at kanna hendan partin av okkara mentan.
- Hetta fekk meg rættiliga at hálsa um og síðani tá hevur seyður, ull og handfaring av ullini verið mín stóri áhugi.
Skriva í níggju ár
Síðani hevur Nicolina Jensen Beder savnað tilfar kring alt landið, men hon hevur eisini ferðast víða í Svøríki, Noregi, Gotlandi, Álandi, Finlandi, Íslandi, Hetlandi, Orknoyggjum, Danmark og í USA, haðani hon hevur fingið upplýsingar um seyð, ull og alt í hesum sambandi.
Og hesi seinastu níggju árini hevur hon so brúkt upp á at skriva hesa merkisverdu bókina um evnið.
Í hesi bókini hevur hon nú savnað allan sín kunnleika og sínar royndir og skrivað tað saman soleiðis, at øll, sum hava almennan áhuga í hesum, og tey, ið fegin vilja hava tilfar til undirvísingarbrúk, hava tilfarið tøkt nú.
Bókin spennir víða. Í fyrsta parti setur Nicolina seyðin og ullina inn í søguligan samanhang.
Hon brúkar millum onnur Jóannes Bónda, Mikkjal á Ryggi og Louis Zachariasen sum keldur.
Nikolina ger síðan ferð gjøgnum alla Suðuroy og hyggur at teirra seyðametan. Tað eru serliga nógvar myndir úr Suðuroy og prátið er upplýsandi og fær so mangt áhugavert um seyðin undan kavi.
Seinni í bókini eru vit í áseyðaroyting ymsastaðni kring oyggjarnar, og eisini til henda partin brúkar Nicolina keldur, sum kunnu greiða okkum frá, hvussu fram varð farið fyrr ymsa staðni í landinum.
Men Nicolina fýrir heldur ikki fyri at siga sína meining um, hvussu vit fara um seyðin og ullina nú á døgum.
Bókin er 378 síður við nógvum myndum, men hon kostar ikki meiri enn 298 krónur.