Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Nú hava allar Føroyar mest sum ligið lamnar í tríggjar vikur í eini roynd at forða koronasmittuni í at breiða seg. Fyribils skuldu tiltøkini verða í gildi til eftir páskir [...] próvtøku í summar, verða teir fyrstu, sum fara aftur í skúla, og at øll hini bíða nakað enn. Jenis av Rana ásannar, at tað er ein møguleiki. Í øllum førum er tað ikki ein møguleiki at lata øll fara í skúla [...] størsta varsemi. Í hesum sambandi leggur hann nevniliga dent á, at talan verður ikki um at skrúva for frá beinanvegin. Sostatt verður ikki talan um at lata allar næmingar fara í skúla aftur eftir páskir
Tað var mánadagin hin 9. mars, at ætlanin um lutaíbúðarbygging í Vágs kommunu varð løgd fram á almennum fundi í skúlahøllini í Vágs Skúla. - Síðan hetta hava fólk havt møguleika at skriva seg upp til at [...] støðum í Vági - Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum. - Hetta er ein lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við einum kamari, tveimum kømrum og trimum kømrum. Í Vágs [...] tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at enn er møguleiki at gerast partur av ætlanini, og freistin at skriva seg upp til lutaíbúð er sett til týsdagin hin 7. apríl. Ætlanin við lutaíbúðum í Vágs
Petersen hevur 70 ára føðingardag í dag. Torkil ið er yngstur av 9 systkjum, vaks upp í Kaldbak saman við foreldrunum Ingvard og Herborg Petersen. Torkil flutti til Havnar í skúla í Kommunuskúlan sum ungur drongur [...] sum á Garðsgøtu men í havanum runnu 2 boxara hundar við hvølpum, í smáttuni í garðinum búði guli hesturin sum Torkil var til kappríðing við á Ólavsøku á Oyggjarvegnum. Inni í húsinum í búri búði ein hvít [...] sita hann og konan í sóttarhaldi á Dalalíð, eftir ferð í Danmark í teirra nýkeypta kolonihavahúsi, sum bleiv keypt á eini ferð í Danmark við autokamparanum í fjør. Tey náddi heim síðsta túr Norrøna silgdi
við kommunulæknan í Fuglafirði, og her høvdu tey avtalað, at fyri at binda um heilan fingur, varð best, at tey fóru í stóttarhald saman heima við hús í Fuglafirði. - Annika starvast sum heilsurøktari á [...] Varaborgarstjórin ásannar, at dagarnir í sóttarhaldi eru eitt sindur øðrvísi enn vanligt. - Vit eru von við at verða til arbeiðis hvønn dag, og Angela plagar at verða í skúla ella saman við vinfólkum. Barbara [...] av handverkarunum, sum er við til at byggja nýggja barnaskúlan í Fuglafirði. Andrias, sum er hin sonurin í familjuni, hevur sín gerandisdag í Havn, so hann hava Eivin og Annika ikki sæð, síðan tey komu aftur
málningar, sum eru í heiminum á Bøvegi í Fuglafirði. Tey hava eisini húsið hjá verforeldrunum í Oyndarfirði umframt eitt summarhús í Ebeltoft í Danmark. Nakrir málningar eru eisini í teimum húsunum. Nú [...] komin, og í heyst fer hann frá. Vit sita á skrivstovuni hjá kommunustjóranum í Fuglafjarðar kommunu. Ein bygningur miðskeiðis í býnum, sum í sínari tíð varð bygdur sum eitt snikkaravirki, men sum nú í nógv [...] mai í 1975. Eg fór í feriu í juni í 1975. Men tá gjørdist Obert Eliasen sjúkur, og eg varð biðin um at koma aftur til arbeiðis sum fyribilssettur kommunuskrivari. Eg byrjaði 1. juli 1975. Á heysti í 1976
upp í heimum, sum hava rúsdrekkatrupulleikar og rúsevnatrupulleikar at dragast við. Korona setir fleiri av hesum børnum og ungum í ein serligan vanda, tí nú sleppa tey heldur ikki út at vera við í teimum [...] ávís børn og ung, sum eru í einum heilt serligum vandabólki, nú korona er farið at ganga. Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, minnir á, at í Føroyum verður mett at tað [...] og ungu skulu nú vera heima alla tíðina, tí nú verða tey ikki avlastað av skúla, frítíðarítrivum, øðrum familjulimum osv. – Í kreppustøðum sum hesari, hava børn serliga stóran tørv á vaksnum, sum tey eru
Í Degi og Viku í kvøld var Jenis av Rana, landsstýrismaður, gestur í sjónvarpsstovuni. Orsakað av corona-smittuni hava skúlarnir verið stongdir í eina viku, og eru tað ætlandi eina viku afturat. Men hetta [...] segði seg ikki vænta, at farið verður í skúla fyri páskir, men hann segði eisini, at politisk avgerð er ikki tikin um hetta enn. Jenis av Rana minti á, at vit tá koma inn í stillu viku, og sum skiltist fer [...] hann at mæla frá, at skúlarnir byrja aftur fyri páskir. Sagt varð eisini, at próvtøkur kanska verða í juni ella juli, júst hvussu verður við próvtøkum er støða ikki tikin til enn.
hugskoti til veruleika. Næmingarnir í ár eru frá frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali, Glasi og Miðnám í Suðuroy. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava [...] um og hvussu finaluumfarið skal fara fram, skriv fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar [...] Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki. Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a Mentamálaráðið
næmingarnar á Glasi um í kvøld. Næmingarnir í ferðalagnum fingu boð um, at teir ikki skuldu koma í skúla, men halda seg í sóttarhaldi í tvær vikur. Tí hevur hesin næmingurin ikki verið inni í skúlanum, Glasi [...] næmingarn eru framvegis í sóttarhaldi, og landslæknin skal nú gera av, hvat víðari skal henda, og taka støðu til, um onnur skulu í sóttarhald. Av tí at dóttir rektaran var við í ferðalagnum, so er rektarin [...] Steinbjørn Hardlei, nú sjálvur farin í sóttarhald heima við hús. Hann hevur boðað næmingunum frá, at hann fer at arbeiða heimanífrá hesar báðar vikurnar. Tað var í evstu løtu, at rektarin á Glasi avlýsti
virksemið í landinum, soleiðis at vit í felag kunnu avmarka smittuna av COVID-19 í Føroyum. Tá vórðu eisini boð givin um, at børn skulu vera heima, og at skúlar og dagstovnar kring landið bert hava opið í sera [...] røkja arbeiðsligar skyldur, sum eru átrokandi í samfelagnum, framleiðsluvinnan incl., og samsvarandi hesum hava tørv á ansing. Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, sigur at tað er ein tulkinga [...] ikki aðra ansing, so mugu tey fara í kommunala ansing, sigur hann. Hann tekur undir við, at hesi boðini kunnu tykjast ógreið hjá summum, tá stig verða tikin til, at vit í stóran mun arbeiða heimanífrá, børnini