Eivin Breiðaskarð, sum er varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, kom saman við konu síni Anniku heim aftur úr Ísland fríggjadagin hin 13. mars - ella fyri júst einari viku síðan. Áðrenn tey komu heim aftur, høvdu tey verið í samband við kommunulæknan í Fuglafirði, og her høvdu tey avtalað, at fyri at binda um heilan fingur, varð best, at tey fóru í stóttarhald saman heima við hús í Fuglafirði.
- Annika starvast sum heilsurøktari á sambýlinum her í Fuglafirði, og har varð eingin kjansur tikin. Tey eldru og kanska veiku mugu verjast, og tí er konan eisini í sóttarhaldi her heima. Vit hava fylgt ráðunum frá læknanum, og vit hava hildið okkum heima, síðan vit komu heim.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at hundurin Max sleppur út í garðin av og á at avgreiða síni ting, og hann og konan skiftast um at fara út við honum. Tá ansa tey eisini sera væl eftir, at tey ikki koma nær fólk, sum ganga ella ferðast eftir vegnum niðan fyri húsini.
- Eingin í okkara húski hevur víst tekin um korona ella líknandi, og tað eru vit sera fegin um. Øll hava tað gott og eru frísk. Tað eru seks fólk í okkara húski. Konan og eg, dótturin Angela, sonurin Annfinn, svigardótturin Barbara - og so lítla Kathrina, sum er heima, tí, barnaansingin á Stropanum er lukkað niður, nú korona-virusið ger um seg.
Varaborgarstjórin ásannar, at dagarnir í sóttarhaldi eru eitt sindur øðrvísi enn vanligt.
- Vit eru von við at verða til arbeiðis hvønn dag, og Angela plagar at verða í skúla ella saman við vinfólkum. Barbara, sum gongur á miðnám á Kambsdali, ger síni skúlating á netinum og fær helst eisini undirvísing um netið. Tann einasti, sum hevur ein nøkulunda vanligan gerandisdag er Annfinn, ið arbeiðir sum rørleggjari hjá Victor á Lakjuni.
Annfinn er ein av handverkarunum, sum er við til at byggja nýggja barnaskúlan í Fuglafirði. Andrias, sum er hin sonurin í familjuni, hevur sín gerandisdag í Havn, so hann hava Eivin og Annika ikki sæð, síðan tey komu aftur úr Íslandi.
- Vit fáa dagarnar at ganga við ymiskum. Eg sjálvur starvist á skrivstovuni/ móttøkuni á Bilverkstaðnum á Kambsdali, og eg fái arbeitt heimanífrá. Her fái eg avgreitt nógvar av teimum uppgávum, sum eg annars havi í mínum starvi har. Eisini verður eitt sindur av tíð brúkt upp á kommunalt arbeiði við teldupostum og telefon.
Eivin Breiðaskarð sigur, at heimahugni og heimalív er og verður raðfest væl hægri enn vanligt undir teimum umstøðunum, sum tey nú eru noydd at fyrihalda seg til ta næstu tíðina.
- Vit eru ikki komin har til, at vit keða okkum, tí tað er altíð okkurt, sum kann gerast - ella, ið vit sum húski kunnu finna upp á saman. Húsini blivu mest sum heildarrenoveraði innan fyri nøkrum árum síðan, og okkurt smáputl er eftir, sum helst verður fiksað komandi tíðina. Onkur listi ella líknandi, sum hann tekur til.
Varaborgarstjórin vísir á, at tey serliga um kvøldarnar hava hugnað sær eitt sindur meira enn vanligt. Tá sita tey øll saman og eta døgurða og hugna sær saman. Okkurt kvøldið hava tey bakað pannukøkur, og í gjárkvøldið gjørdi Angela sushi, sum tey bæði gomlu fingu smakkiroynd av.
- Vit hava eisini fingið turt kjøt frá mammu og teimum, og hetta kom væl við, nú vit ikki hava nakað kjøt sjálvi í boksini. Annars er fult av mati í boksini, og har verður hesar dagarnar tikið ymiskt úr, sum vit annars vanliga ikki eta so nógv av.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað er ein torfør tíð beint nú, men sum býráðslimur og formaður í teknisku nevnd hjá Fuglafjarðar kommunu kann hann bara fegnast um, at tað hóast alt eru fólk í kommununi, sum hava yvirskot og dirvi at fara undir at byggja sær hús.
- Nú um dagarnar er arbeiðið at byggja tvey nýggj hús í kommuni byrjað, eini í Fuglafirði og eini á Kambsdali, og hetta er hugaligt at síggja.
Varaborgarstjórin ásannar, at korona-støðan er álvarslig - bæði fyri einstøku menniskjuni, familjur, privar vinnulív og fyri almennu Føroyar. Men, hann heldur, at um allir føroyingar - hvør í sínum lagi - fylgja teimum mannagongdum, sum er tilmæltar av myndugleikunum - ja, so skulu vit nokk koma nøkurlunda heilskapaði gjøgnum henda brotasjógvin.
- Eg kenni onkra familju, har fólk hava fingið staðfest korona-smittuna, og eg vóni so hjartaliga, at tey, sum sum øll onnur, hóra undan og koma gjøgnum heilskapaði. Alt tað besta til tey og øll onnur eisini.
Eivin Breiðaskarð heldur tað vera gott at vita, at almennu mynduleikarnir í Føroyum hava verið vaknir og hava tikið hóttanina í fullum álvara beinanvegin. Hann heldur, at alt, sum gjørt er, bendir á, at vit hava eina góða tilbúgving í Føroyum. Hann heldur tað eisini vera fantiskt at síggja, at starvsfólk á ymisku økjunum í samfelagnum taka eyka tøk.
- Føroysku miðlarnir eiga eisini stóra tøkk fyri, at teir brúka so nógva tíð og orku at kunna okkum alla tíðina. Kunning skal ikki undirmetast og eigur alla tíðina verða ajour. Vit vænta at vera í sóttarhaldi til og við fríggjadagin í komandi viku, so tað verður óiva ein lætti at sleppa út aftur til ta tíð, sigur varaborgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Eivin Breiðaskarð.
##med2##











