Lutaíbúðir: Seinasta freist er 7. apríl

Eini 25 fólk hava higartil skrásett seg at gerast partur av nýggju íbúðarætlanini í Vágs kommunu.

 

 

Tað var mánadagin hin 9. mars, at ætlanin um lutaíbúðarbygging í Vágs kommunu varð løgd fram á almennum fundi í skúlahøllini í Vágs Skúla.

- Síðan hetta hava fólk havt møguleika at skriva seg upp til at gerast partur av íbúðarætlanini, og sigast má, at áhugin er sera stórur. Eini 25 fólk hava higartil skrásett seg at gerast partur av ætlanini.

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.

Lagt verður aftrat, at enn er møguleiki at gerast partur av ætlanini, og freistin at skriva seg upp til lutaíbúð er sett til týsdagin hin 7. apríl.

Ætlanin við lutaíbúðum í Vágs kommunu fevnir um at byggja íbúðir á tveimum ymiskum støðum í Vági - Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum.

- Hetta er ein lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við einum kamari, tveimum kømrum og trimum kømrum.

Í Vágs kommunu vísa tey á, at lutaíbúðirnar verða skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.