Landsinnsavningin hjá Reyða krossi verður 6.-13. september

Hjá Reyða krossi gleða tey seg at hava siðbundnu hurð-til-hurð landsinnsavningina 6.-13. september

Tey sum ynska at gera mun, kunnu tekna seg sum innsavnara á hesi leinkju

 

https://redcross.fo/.../tekna-teg-sum-innsavnara-6-13.../

 

Reyði krossur skrivar, at øll, ið ganga við bússu eru við í lutakasti um 4 gávukort frá Atlantic Airways áljóðandi 2.000 krónur

 

Landsinnsavningin er ein fyritreyt fyri, at Reyði Krossur kann hjálpa har neyðin er størst. Innsavnaði peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi – bæði í Føroyum og kring heimin

 

Les hvussu tú kanst stuðla her:

 

https://redcross.fo/studla/landsinnsavningin/