Kyndil tapti eisini triðja dystin í Norðurmakedonia

Kyndilsmenn máttu eisini lúta fyri HC Partizan

Mynd: Kyndil

Kyndilsmenn taptu eisini triðja bólkadystin í sterku kappingini "Krste Andonovski International Tournament" í Norðurmakedonia. 

 

Í dag mátti Kyndil lúta 21-34 fyri serbiska liðnum, HC Partizan. Í steðginum sá ikki heilt illa út. Tá var Kyndil aftanfyri 11-15. 

 

Kyndil tapti ígjár 20-28 (10-15) fyri kroatiska liðnum, Nexe. Fyrradagin tapti Kyndil 25-39 (13-21) fyri vertsliðnum, HC Ohrid. 

 

Leygardagin spælir Kyndil ein plasseringsdyst, ið verður seinasti dysturin á ferðini. 

 

7. september spælir Kyndil stórsteypadyst móti H71. 

 

 

 

Mynd: Kyndil