Tað hevur rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, kunnað næmingarnar á Glasi um í kvøld.
Næmingarnir í ferðalagnum fingu boð um, at teir ikki skuldu koma í skúla, men halda seg í sóttarhaldi í tvær vikur. Tí hevur hesin næmingurin ikki verið inni í skúlanum, Glasi, sigur rektarin.
Allir næmingarn eru framvegis í sóttarhaldi, og landslæknin skal nú gera av, hvat víðari skal henda, og taka støðu til, um onnur skulu í sóttarhald.
Av tí at dóttir rektaran var við í ferðalagnum, so er rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, nú sjálvur farin í sóttarhald heima við hús. Hann hevur boðað næmingunum frá, at hann fer at arbeiða heimanífrá hesar báðar vikurnar.
Tað var í evstu løtu, at rektarin á Glasi avlýsti námsferðina, og tí fóru bara 13 av teimum 271 næmingunum og lærarunum avstað. Teir 13 næmingarnir fóru hósdag, sum hinir skuldu fara fríggjadag. Og úrsltið var, at ein teirra nú er smittaður við coronavirus.
Um eingin annar er testaður positivur síðani í gjár, so eru nú fýra fólk í Føroyum, sum hava fingið corona-smittuna.