Í Degi og Viku í kvøld var Jenis av Rana, landsstýrismaður, gestur í sjónvarpsstovuni.
Orsakað av corona-smittuni hava skúlarnir verið stongdir í eina viku, og eru tað ætlandi eina viku afturat. Men hetta kann gerast longri.
Jenis av Rana segði seg ikki vænta, at farið verður í skúla fyri páskir, men hann segði eisini, at politisk avgerð er ikki tikin um hetta enn.
Jenis av Rana minti á, at vit tá koma inn í stillu viku, og sum skiltist fer hann at mæla frá, at skúlarnir byrja aftur fyri páskir.
Sagt varð eisini, at próvtøkur kanska verða í juni ella juli, júst hvussu verður við próvtøkum er støða ikki tikin til enn.