hjúnabondum. Søguliga hevur familjan og grannalagið havt stóra ávirkan á, hvørjum vit menniskju giftast við og hví. Hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, eru hinvegin eitt nýtt vesturlendskt fyribrigdi. Í djó [...] høvdu eisini við sær, at børnini, sum á hendan hátt høvdu eitt bein í hvørjari stammu, ikki longur kendu seg noydd at berjast hvør móti øðrum. Hjúnabandið kundi á henda hátt gera fíggindar til vinir [...] plógvin var uppfunnin. Áðrenn hetta vóru maður og kona tætt knýtt hvør at øðrum og tørvaðu hvønn annan fyri at yvirliva. Men nú var ikki longur sami tørvur á kvinnuni til at dyrka jørðina, tí hon var
Ludvig Panum (1820-1885) varð føddur í Rønne á Bornholm. Hann var sonur ein hernaðarlækna. Sum 9 ára gamal fluttu tey til Eckern-Førde. Hann gjørdist studentur á Flensborg Lærde Skole, og tók eftir hetta [...] Hesin maður skuldi vísa seg at vera trásettur av tonkum um pening. Panum sigur so turrisliga: "Det første Charakteertræk han viiste var det at drage nogen pecuniær Fordeel af os". Hetta merkir á føroyskum [...] Mæslinger har ramt dette fraliggende Sted." Fædrelandet nr. 146, d. 23 juni 1846. Illa stóð til í Føroyum á sumri í 1846, tí meslingar herjaðu sum umfarssótt. Donsk bløð skrivaðu nógv um hetta. Av teim 800 fólkunum
Havnanevndin: Jákup á Stongum, Hendrik Olsen og Thordis Skaalum Brunanevndin: Jóhan á Ørg og Jákup Suni Lauritsen Umboð í SEV: Jákup Suni Lauritsen og Jákup á Stongum Umboð í IRF: Jóhan á Ørg Umboð í sjál [...] Jóhan á Ørg. Hini í kommunustýrinum eru Thordis Skaalum, Hendrik Olsen, Jákup á Stongum og Ragnar í Haraldsstovu. Annars eru nevndirnar mannaðar soleiðis: Fíggjarnevndin: Sune Jacobsen, Jóhan á Ørg og [...] nevnd Asbjørn Djurhuus , formaður Sonni Samuelsen, næstformaður Trygvi K. Joensen Artur heldur fram á Strondum Nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu skipað seg og har heldur Artur Johansen fram sum borgarstjóri
røð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um uppisjóvarvinnu tey næstu 10 árini. Hann er ein maður, sum hevur fingurin á ”pulsinum” og hevur fylgt væl við gongdini innan hesa vinnu kring um heimin. Í síni fy [...] sigur, at hetta er ikki fyrsta ferðin hjá Óla Samró fyri kommununa í útlandinum. - Herfyri var hann á stóru fiskivinnu-og matvøruframsýningini í Brússel, og hann hevur eisini verið í eitt nú Hálandi, Skotlandi [...] Norðuratlantshavi, fer til matna. Tí hava vit eisini gjørt av at bjóða út øki til eitt slíkt virki á økinum hjá Fuglafjarðar havn, sigur Sigurd Simonsen. Tað var hin 24. september í fjør, at býráðið í
týðandi størv í vinnulívinum. Men sjálvur forsetin er eitt undantak. Lennart Meri er ein serligur maður. Sum rithøvundur og útbúgvin filmsstjóri líkist hann meira einum professara enn einum forseta. Hann [...] loysir Estland frá Sovjet. Í september 1992 fær leiðarin frá Sovjettíðini Arnold Rüütel flest atkvøður á forsetavalinum, men fær ikki neyðuga avgjørda meirilutan. Forsetavalið fer tí í tingið, har Meri í oktober [...] ) hevði brúkt rúmið sum »samskiftishøli«. Lennart Meri greiðir frá, at tað enntá var eitt KGB-sigli á hurðini, eins og í Sovjettíðini. ? Eg bað embætismannin læsa hurðina upp, men hann sýtti og segði, at
og dugdi at tekna pallmyndir á stórum sjónleikarpallum. Og júst hendan dagin var hon í ferð við at gera eina pallmynd lidna til leikin »Et Folkesagn«, sum skuldi spælast á Kongaliga Leikhúsinum í tí størsta [...] prins, sum hevði fingið sær eina prinsessu úr einum fremmandum landi langt burturi. Og tey funnu upp á eini ráð, sum fullkomuliga fingu øll - eisini pressuna - at gloyma alt um hasa hvítu bókina hjá unga [...] sama mundið, eina veitsluviku, sum vardi í tíggju dagar heldur enn eina viku. Og tey høvdu eitt tema á hesi vikuni. Hetta temað var tíggju ára haldið fyri, at Berlinmúrurin fall. Men samstundis høvdu tey
noyðist eisini at spæla við, um alt ikki skal detta á gólvið, men Sambandsflokkin heldur hann ikki vera áhugaverdan, tí hann grundar allan sín politikk á danskan stuðul. ? Sjálvstýrisneistin kódnar ongantíð [...] felags niðurstøðu. Javnaðarflokkurin er í eini lyklastøðu, og tað hevur verið ótrúliga lítil munur á honum og okkum. Útspælið hjá flokkinum hevur eitt skap, sum vísir, at vit í allari fordragiligheit eiga [...] heldur fram at nørast. Tað mugu vit gera okkum greitt. Í Javnaðarflokkinum eru fólk, sum leggja trýst á leiðsluna um, at hon finnur eina loysn í tjóðskaparmálinum, ið peikar frameftir. Onnur fólk vilja ikki
"Eg kann seta meg at telja, men eg veit faktiskt ikki upp á standandi fót, hvussu nógvar bøkur, eg havi skrivað. Og ikki finn bara okkurt á netinum, tí tað er altíð skeivt", sigur Fay. Tað kennist sum [...] úsinum, har hon las upp, og fólk høvdu eisini høvi at seta nakrar spurningar. - Vanliga luttaki eg á stevnum eini 2-3 ferðir árliga. Koma tey eftir mær og koyra meg heimaftur, so havi eg einki ímóti at [...] Tey, sum hava upplivað feministisku kollveltingini, minnast illa, hvat tað var. Hini, ið ikki vóru á lívi tá, hava onga hóming, hvussu skilið var tá ið tíðini, sigur Fay Weldon. Í nógvum av sínum bókum
ndum. Altíð hevði tú so ringt við at lova Egili avstað. Tú orkaði ikki tankan um ikki at fáa fatur á honum, tá tú hevði brúk fyri honum. Tú var so bundin at honum, men allíkvæl vart tú altíð so glað Egilsa [...] komst tú fram við Bíbluni og sangbókini, og so lósu vit okkurt saman og kundu liggja og syngja langt út á náttina. Martha, tú hevði eitt stórt hjarta, og tú elskaði øll børn. Tú hevði altíð so ringt av, at [...] har ongin pína og sorg er.« Eg kundi tikið nógv fram, men eg kann ikki lata vera at nevna deild M á sjúkrahúsinum fyri ta stóru hjálp, tit vóru. Altíð høvdu tit stundir at koma inn til Marthu, tá hon
UMHVØRVI Ingrid Bjarnastein Hann er maður, pápi, umsjónarmaður, grindaformaður og ógvuliga virkin innan náttúru- og umhvørvisarbeiði. Finnbogi Joensen er vestmenningur og í Vestmanna hevur hann búð alt [...] umsjónarmaður í skúlanum í Vestmanna í 16 ár, og hevur hann samskipað skúlaarbeiðið og náttúruarbeiðið á ein merkisverdan hátt. - Í 1990 fóru vit undir at gera viðalundina í Vestmanna, greiður Finnbogi frá [...] skal til at venja seg við tílíkt. Í hvørjari skúlastovu eru tríggjar ruskspannir. Dentur verður lagdur á at læra børnini at skilja burturkastið í tríggjar ymiskar bólkar. Tann gula spannin er til burturkast